leygardagur 27. november 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 228 - 27. november 2004
Nr. 228 - 27. november 2004
29
Navn: Torleif Sigurðsson
Felag:
Skip: Pison, Kvik, Fiskimúli
1. Hví ella hvussu gjørdist tú reiðari?
Eg var saman við øðrum við til at keypa skip, eg haldi tað var í 1990, og eg átók mær so
reiðarauppgávuna.
2. Hvussu ofta um vikuna etur tú fisk?
Um tú hugsar um fiskarættir sum heild, so einar 3 til 4 ferðir um
vikuna.
3. Hevur tú verið til skips?
Ja, men eg havi ongantíð verið fiskimaðir.
4. Roykir tú og drekkur tú nakað sterkari enn kaffi?
Eg havi ongantíð roykt, men eg kann gott drekka
okkurt sterkari enn kaffi.
5. Er javnstøðulógin galdandi umborð á skipum og skal
hon tað?
Eg kann svara soleiðis, at konufólk hava verið til
skips við línubátum, sum eg havi verið reiðari á.
Men annars lati eg tann spurningin upp til
skiparan.
6. Er olja undir Føroyum og hvørja ávirkan fær
møgulig oljuvinna á fiskivinnuna?
Roknast kann við, at fólk heldur fara at
arbeiða í oljuvinnuni, heldur enn at fiska, um
tað gerst meira lønandi. Men eg trúgvi ikki, at
fiskivinnan nakrantíð dettur niðurfyri í
Føroyum.
Navn: Ólavur Petersen
Felag: P/F Vesturvón
Skip: Vesturvón, Akranes, Dragasund, Vesturleiki, Vestursøki
1. Hví ella hvussu gjørdist tú reiðari?
Felagið er í familjuni og eg havi altíð havt áhuga fyri arbeiðinum í felagnum. Eg byrjaðu
sum reiðari í 1988.
2. Hvussu ofta um vikuna etur tú fisk?
Tvær ferðir um vikuna.
3. Hevur tú verið til skips?
Ja
4. Roykir tú og drekkur tú nakað sterkari enn kaffi?
Eg royki ikki, men eg kann taka eina øl. Nakað sterkari
leggi eg ikki í.
5. Er javnstøðulógin galdandi umborð á skipum og skal hon
tað?
So mugu skipini umbyggjast, tí konufólk skulu hava
egið baðirúm. Tað er ikki møguligt í løtuni. Men
annars hava konufólk verið og biðið um tjans.
6. Er olja undir Føroyum og hvørja ávirkan
fær møgulig oljuvinna á fiskivinnuna?
Vit missa kanska fólk, men tað hendir
neyvan nakað tey næstu 10 árini.
Til reiðar, reiðarin?
Seks skjótir spurningar til reiðaran
Lagt tilrættis: Dagfinn Olsen
Navn: Ragnar Olsen
Felag: P/F Beta
Skip: 5 sonevndar cubabátar,
umframt teir báðar nýggju;
Stelkur og Bakur
1. Hví ella hvussu gjørdist tú reiðari?
Eg fekk tilboð um at arbeiða innan
felagið. Tey flestu vita kanska, at pápi
mín var undan mær. Men hetta er tó
ikki ein familjufyritøka. Eftir at hava
verið bankamaður í 18 ár gjørdi eg av,
at um eg skuldi royna okkurt annað,
so var tíðin komin.
2. Hvussu ofta um vikuna etur tú fisk?
Eina ella tvær ferðir um vikuna.
3. Hevur tú verið til skips?
Ja, umleið tveir mánaðar í alt.
4. Roykir tú og drekkur tú nakað sterkari
enn kaffi?
Nei.
5. Er javnstøðulógin galdandi umborð á
skipum og skal hon tað?
So vítt eg veit er hon ikki galdandi
fyri privat virksemi og annars er
svarið nei.
6. Er olja undir Føroyum og hvørja
ávirkan fær møgulig
oljuvinna á
fiskivinnuna?
Eg giti at olja er.
Oljuboringar á
fiskileið fara at
órógva og
oljuvinnan fer at taka
fólk frá fiskivinnuni.
Og annars kann
møgulig oljuvinna
óivað órógva
lønarlagið.
C
M
Y
K
29
28