leygardagur 27. november 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 228 - 27. november 2004
Nr. 228 - 27. november 2004
27
- Sum er, gongur tað
eftir reyv við einari
miljón fyri hvønn
túrin. Hetta svarar til
einar 5 miljónir
krónur í halli um
árið. Hesar 5 miljón-
irnar, sum Sólborg
hevur í halli, rindar
Krúnborg av sínum
yvirskoti - niður í eitt
stórt hol, sigur Petur
H. Jacobsen, reiðari
RÆKJUVINNAN
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Støðan hjá rækjuflotanum,
sum einaferð var okkara
"gullnám" í fiskivinnuhøpi,
er óbroytt og líka so trupul,
sum hon hevur verið sein-
astu árini. Tí kom tað dátt
við hjá rækjumonnum, tá ið
tað frættist, at ætlaða
skattaafturberingin
uppá
28% í fyrstu syfti verður av
ongum.
Petur H. Jacobsen, reiðari
á rækjutrolaranum, Sól-
borg, sigur, at ætlaða aft-
urberingin hevði merkt
einar 2 miljónir fyri hvørt
rækjuskipið um árið.
– Vit hava bíðað eftir hesi
skipan í fleiri mánaðir, og
nú hon eftir øllum at døma
verður av ongum, kenna vit
okkum rættiliga hildnar fyri
gjøldur av okkara myndug-
leikum, sigur hann og
heldur fyri, at grundgev-
ingarnar fyri ikki at seta
hesa skipan í verk ljóðaðu
undarligar í hansara oyrum.
Rækjukvotur
Petur sigur, at tað, sum
rækjumenn í fyrsta lagi
vilja, er ikki at fáa pening
úr landskassanum.
– Vit kundu heldur hugs-
að okkum, at føroysku
myndugleikarnir útvegaðu
okkum góðar rækjukvotur,
eitt nú á Grand Bank og í
Eysturgrønlandi, har skít-
fult av rækjum eru í báðum
førum.
Reiðarin hevur tó ringar
vónir um, at føroysku
myndugleikarnir fara at
megna at útvega rækjuskip-
unum betri veiðirættindi,
sum geva meira pening, tí
sum hann tekur til, at teir
tora nóg illa at skriva út eitt
gágguloyvi!
Hann sigur, at í ár eydn-
aðist tó okkara myndug-
leikum at fáa 174 tons í part
fyri hvørt skipið á Grand
Bank.
– Her vóru so nógvar
rækjur at fáa, at vit fiskaðu
kvotuna upp á tríggjar
dagar, harav vit tann fyrsta
dagin fingu 42 tons. Tað er
munur á at fáa so stórar
nøgdir og so tey umleið
seks tonsini, sum vit fáa um
dagin á Flemmish Kap,
sigur reiðarin.
Stórt hall
Petur sigur, at hvør túrur
hjá einum rækjubáti sum
Sólborg gevur í miðal eitt
hall upp á 1 miljón krónur.
– Vit gera einar fimm
túrar um árið, og tí er
raksturin eisini einar 5
miljónir krónur eftir reyv
um árið. Hallið verður
rindað av yvirskotinum hjá
Krúnborg, og vit kenna tað,
sum um hesar miljónirnar
fara niður í eitt stórt hol.
Hann sigur, at tað í
longdini hevði verið bílig-
ari at lagt rækjuskipið.
– Men ert tú í vinnuni,
vónar tú alla tíðina, at
gongdin fer at venda, og
haraftrat kemur, at lítil
marknaður er fyri rækju-
skipini, um vit vildu selt
tey.
Petur sigur, at tað hevði
verið ógvuliga munagott,
um hvør bátur fekk eini 500
tons í Eysturgrønlandi, har
vit annars hava 115 tons
fyri hvønn bátin.
– Rækjurnar í Eystur-
grønlandi kunnu seljast fyri
einar 45 krónur í miðal fyri
kilo. So, hetta hevði virku-
liga gjørt góðan mun í
rakstrinum.
Hann vísir á, at summi ár
hava føroysk reiðaríir keypt
rækjukvotur
frá
grøn-
lendskum reiðaríum, men
hetta góðtekur grønlendska
heimastýrið ikki longur.
– Heimastýrið sigur við
grønlendsku reiðaríini, at
tey fáa ikki meira rækjur,
um tey longu hava so stórar
kvotur, at tey kunnu selja
burtur av. So, hetta ber ikki
til longur, sigur Petur.
Ikki bara grenj
– Um onkur heldur, at vit
rækjumenn bara grenja, so
er tað ikki rætt.
Reiðarin sigur, at nú
meðan Sólborg hevur ligið
á Skála, har skipið hevur
fingið nýggja gron, hava
teir roynt at gera ymiskt við
verksmiðjuna, soleiðis at
hon verður meira effektiv
og rentabul.
– Vit royna at gera tað, vit
kunnu, men tað gongur ikki
kortini, sigur reiðarin, Petur
H. Jacobsen
Sólborg hevur ligið á
Skála í tveir mánaðir, með-
an teir hava skift gron.
Herfyri fóru teir aftur
nýggjan túr – og enn eina-
ferð bar leiðin yvir á
Flemmish Kap.
Gevið rækjuflotanum betri kvotur
- Í longdini hevði tað verið bíligari at lagt rækjuskipið, tí raksturin er 5 miljónir krónur eftir reyv um árið, sigur Petur H. Jacobsen, reiðari
Fjølbroyttur veitari til vinnuna
. Spøl
. Kranar
. Hydraulikklutir
. Filtur
. Aliútgerð
. Katamaranar
KJ er ein fjølbroytt fyritøka, sum veitir útgerð, eykalutir og tænastur til
fiskivinnuna, alivinnuna, flutningsvinnuna og entreprenørvinnuna.
Í okkara úrvali av útgerð finnast m.a. trolspøl, kranaspøl,
marinekranar, lastbilakranar og gravmaskinur.
Í okkara stóru eykalutagoymslu hava vit hydraulikkfittings,
slangur, rør, pumpur, motorar, ventilar, koplingar, tetningsringar o.m.a.
Postsmoga 110 Kambsdalur
FO-530 Fuglafjørður
Tel +298 444 170 . Fax +298 444 265
info@kj.fo . www.kj.fo
C
M
Y
K
27
26
Fjølbroyttur veitari til vinnuna
. Spøl
. Kranar
. Hydraulikklutir
. Filtur
. Aliútgerð
. Katamaranar
KJ er ein fjølbroytt fyritøka, sum veitir útgerð, eykalutir og tænastur til
fiskivinnuna, alivinnuna, flutningsvinnuna og entreprenørvinnuna.
Í okkara úrvali av útgerð finnast m.a. trolspøl, kranaspøl,
marinekranar, lastbilakranar og gravmaskinur.
Í okkara stóru eykalutagoymslu hava vit hydraulikkfittings,
slangur, rør, pumpur, motorar, ventilar, koplingar, tetningsringar o.m.a.
Postsmoga 110 Kambsdalur
FO-530 Fuglafjørður
Tel +298 444 170 . Fax +298 444 265
info@kj.fo . www.kj.fo