leygardagur 27. november 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 228 - 27. november 2004
Nr. 228 - 27. november 2004
25
– Tað er tankavekj-
andi, at so lítil svart-
kjaftur hevur verið at
fingið í føroyskum
sjógvi í summar og í
heyst, sigur Atli
Hansen, reiðari, sum
stúrir fyri, at svart-
kjafturin kann fara at
minka, nú veiðan hjá
strandalondunum,
sum varða av svart-
kjaftinum, er so stór
og óskipað
PELAGISKA VINNAN
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Strandalondini, sum varða
av svartkjaftinum, eru enn
ikki samd um, hvussu
svartkjafturin skal býtast
millum londini.
Útrokningar hjá ICES
vísa, at ein gongd leið
kundi verið at fiskað 1,5
miljónir tons í eini 2-3 ár
og síðan lækkað heildar-
kvotuna niður í 1 miljón
tons.
Samlaða veiðan í ís-
lendskum sjógvi, føroysk-
um sjógvi, norskum sjógvi,
ES-sjógvi og í altjóða
sjógvi í fjør var heili 2,3
miljónir tons, og veiðan
higartil í ár er farin um tær
2 miljónir tonsini.
Fiskifrøðingar meta, at
veiðan er alt ov stór í mun
til, hvat mett verður, at
svartkjaftastovnurin tolir.
Fundir hava verið í heyst
millum strandalondini, men
hesir eru endaðir úrslita-
leysir.
Tankavekjandi
Atli Hansen, reiðari á
Jupiter, heldur tað vera
tankavekjandi, at svart-
kjaftaveiðan í føroyskum
sjógvi hevur verið so vána-
lig í summar og í heyst.
– Tað er sjálvandi ilt at
siga, hvussu gongdin verð-
ur, og í seinastuni hevur
heldur meira verið at fingið
- tó at hetta einki er at tosa
um.
Hann stúrir fyri, at orsøk-
in til minkandi veiðina
kann hava samband við
stóra
veiðitrýstið
sum
stendst av, at strandalondini
ikki kunnu semjast um eina
heildarkvotu og býtið av
henni.
– Tað vísir seg, at nógv
minni hevur verið at fingið
av svartkjafti allastaðni –
og ikki bara í føroyskum
sjógvi. Hetta er tankavekj-
andi, heldur hann.
Reiðarin vísir á, at svart-
kjaftur er eitt lutfalsliga
bíligt fiskaslag, og hóast
nógv hevur verið at fingið
undanfarin ár, er svartkjaft-
urin einsamallur ikki nóg
mikið at liva av hjá pelag-
iska flotanum.
– Hækkaðu oljuútreiðsl-
urnar og minni fiskiskapur
gera tað munandi minni
lønandi at royna eftir svart-
kjafti, soleiðis sum støðan
er.
ICES ella OPEC?
Hann vísir á, at leiðarin á
Fiskirannsóknarstovuni,
Hjalti í Jákupsstovu, í blað-
samrøðu helt fyri, at kanska
verður tað OPEC, sum
kemur at tálma svartkjafta-
veiðini, um strandalondini
ikki kunnu finna út av at
gera tað sjálvi.
– Soleiðis, sum svart-
kjaftaveiðan hevur verið í
summar og í heyst, er ikki
óhugsandi, at hesin spá-
dómur kann gerast rættur,
sigur hann.
Atli Hansen sigur, at
pelagisku
skipini
helst
skulu fiska fyri einar 40-50
miljóni krónur um árið, um
tey skulu bera seg, og skal
hesin peningur tjenast við
svartkjafti, er neyðugt, at
hvørt skipið fiskar eini
80.000 tons í part.
– Pelagisku skipini brúka
einar 3-4 miljónir litrar av
olju um árið, og nú olju-
prísurin er øktur við meira
enn einari krónu fyri litur-
in, merkir hetta eina eyka-
útreiðslu uppá somuleiðis
3-4 miljónir krónur. Tað er
ikki lítið, sigur reiðarin,
sum sjálvsagt vónar, at góði
svartkjaftafiskiskapurin,
sum verið hevur seinastu
árini, fer at taka seg upp-
aftur.
Men hesum er eingin
vissa fyri.
Kombineraða nóta-og
trolskipið, Jupiter,
sum gøtumenn
keyptu úr Skotlandi
tíðliga í heyst, fer til
Pólands, 10.
desember, har skipið
verður longt við stív-
liga 10 metrum. - Í
dag lastar Jupiter
1.300 tons, men eftir
leingjanina fer skipið
at lasta 2.000 tons,
sigur reiðarin, Atli
Hansen
PELAGISKA VINNAN
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nóta- og trolskipið, Krún-
borg, er nýliga komið aftur
úr Pólandi, har skipið er
longt við sløkum 8 metrum
sum ger, at skipið nú lastar
3.200 tons í mun til tey
2.500 tonsini, sum skipið
lastaði
frammanundan.
Eftir
leingjanina,
telist
Krúnborg
nú
millum
størstu skip av hesum slagi
um okkara leiðir.
Um stutta tíð fer eisini
skipið,
sum
gøtumenn
keyptu úr Skotlandi tíðliga
í heyst, Jupiter, til Pólands,
har 10 metrar skulu setast
upp í.
Atli Hansen, reiðari, sig-
ur, at í løtuni eru samráð-
ingar við póllendingar um
seinastu detaljurnar, og
hann væntar, at Jupiter fer
úr Føroyum, 10. desember.
– Sambært sáttmálanum
verður skipið liðugt í Pó-
landi seinast í februar kom-
andi ár.
Stór skip, men
ov lítil kortini…
Reiðarin sigur, at Jupiter í
dag lastar 1.300 tons, men
eftir leingjanina fer hann at
lasta 2.000 tons.
Jupiter er 57,7 metrar
langur og 12,5 metrar
breiður.
– Gálgarnir, sum í dag
standa frammi við skips-
síðuna, skulu setast aftur á
hekkuna, og í hesum sam-
bandi verður hekkan bygd
slakar tveir metrar aftur úr
skipinum.
Hann sigur, at sektiónin
upp á stívliga 10 metrar,
sum sett verður upp í skip-
ið, verður gjørd á aðrari
skipasmiðju enn henni,
sum fer at seta hana upp í
skipið.
–
Leingjanin
verður
framd á somu skipasmiðju,
Gryfia-skipasmiðjuni, sum
setti teir sløku átta metrar-
nar upp í Krúnborg.
Atli sigur, at flestu av
teimum gomlu nótabátun-
um vórðu longdir mið-
skeiðis í áttatiárunum, og tí
er tað einki nýtt, at hesi
skip verða longd.
– Soleiðis var eisini
gamli Jupiter, sum var
undan hesum, longdur við
eini 10 metrum, áðrenn vit
keyptu skipið.
Reiðarin
væntar, at arbeiðið, sum
gerast skal í Pólandi, helst
fer at kosta niðanfyri 10
miljónir krónur.
– Tað var við í projektin-
um, tá ið vit keyptu Jupiter,
at skipið skuldi leingjast.
Um hetta ikki var við í ætl-
anini, høvdu vit heldur
keypt eitt størri skip, tí sum
svartkjaftabátur er hann ov
lítil.
Hann visir á, at einki skip
hevði klárað seg bert við
svartkjaftinum – uttan so,
at ein øgilig rúgva hevði
verið at fingið av svart-
kjafti.
Minni svartkjaftur
Um gongdina annars, síðan
Jupiter fór til fiskiskap,
sigur Atli Hansen, at hon
hevur verið á eini leið.
– Men tá ið tú keypir eitt
brúkt skip, er altíð okkurt,
sum tú hevur hug at broyta.
Hann væntar, at tá ið
skipið kemur aftur úr Pó-
landi seinast í februar, fer
rættilig gongd at koma á.
– Øll nóta-og trolskipini
eru í løtuni á svartkjafta-
veiði norðanfyri, og hetta er
triðji túrurin, sum Jupiter
ger í føroyskum sjógvi.
Fiskiskapurin hevur verið
smáligur, bæði í summar og
fyrrapartin av heystinum,
men nú er líkt til, at hann er
heldur frægari, tó at hann
einki er at reypa av enn,
sigur Atli Hansen, reiðari.
Jupiter fór fyrsta túrin,
26. august, og meginpartin
av tíðini hevur skipið verið
á svartkjaftaveiði. Í einar 3-
4 vikur vóru teir á makrel-
veiði.
Skiparar eru Martin Pet-
ersen, sum býr á Kambsdali
og Emil Petersen, sum býr í
Kollafirði. Við skipinum
hvønn túrin eru 12 mans,
men tilsamans 18 mans eru
knýttir at Jupiter, sum P/F
Driftin í Gøtu eigur.
Risaskip byggjast uppaftur størri
Minni svartkjaftur í føroyskum sjógvi
Nú verður Jupiter longdur á
somu skipasmiðju í Pólandi,
sum gjørdi Krúnborg til eitt
av størstu skipum av hesum
slagi um okkara leiðir
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Tað var við í projektinum, at Jupiter skuldi leingjast. Ætlaðu vit ikki at leingja skipið, høvdu
vit heldur keypt eitt størri skip, tí sum svartkjaftabátur er Jupiter ov lítil, sigur Atli Hansen,
reiðari
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
25
24