leygardagur 27. november 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 228 - 27. november 2004
Nr. 228 - 27. november 2004
23
Fiskivinnustevnan,
North Atlantic Fish
Fair, sum nú á triðja
sinni verður hildin í
Føroyum, hevur
megnað at markerað
seg sum ein av teim-
um týðandi altjóða
fiskivinnustevnun-
um. – Heldur enn at
veksa væl meira um
stevnuna, hava vit
lagt okkum eftir at
bøta um dygdina á
henni, sigur Dánial
Petur Hansen, sum 1.
september í ár tók við
sum stjóri í Atlantic
Fair
FISKIVINNUSTEVNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Stóra altjóða fiskivinnu-
stevnan, North Atlantic
Fish Fair, sum tvær ferðir
hevur verið hildin á havna-
økinum
hjá
Runavíkar
Havn, verður nú aftur
komandi ár. Stevnan, sum
verður hildin annað hvørt
ár, verður hesaferð hildin í
høvuðsstaðnum – og ikki í
Runavík sum undanfarnu
árini. Henda triðja stevnan í
røðini verður í døgunum 3.-
5. mai, og karmurin um
stevnuna verður stóra høll-
in hjá Poul Mohr á Sand-
víkahjalla.
Stigtakarar til North At-
lantic Fish Fair eru Áki í
Skemmuni
og
Andrias
Jacobsen, sum báðir búgva
á Glyvrum. Teir eiga fe-
lagið, Atlantic Fair Spf,
sum í 2001 fekk heiðurin
sum ársins átak, eftir at
stevnan á fyrsta sinni varð
gjøgnumførd.
Dánial
Petur
Hansen
(Piddi), ið eisini varð við til
at samskipa North Atlantic
Fish Fair fyrstu ferð, tók
tann 1. september í ár við
sum nýggjur stjóri í At-
lantic Fair, og tekur hann
sær nú av projektleiðsluni í
samband
við
komandi
fiskivinnustevnuna.
Ikki í tjøldum
Dánial Petur sigur, at tey
bæði árini, stevnan hevur
verið hildin á økinum hjá
Runavíkar Havn, hevur
størsti parturin av framsýn-
ingini verið í stórum tjøld-
um. Haraftrat hava bygn-
ingarnir hjá P/F Skipa-
felagnum Føroyar og P/F
Beta verið nýttir sum fram-
sýningarøkið.
Dánial Petur sigur, at tað
kann verða ein vansi við at
hava eina so stóra framsýn-
ing í tjøldum, tí tá kunnu
veður og vindur hava so
stóran ávirkan á, hvussu til-
takið eydnast.
– Viðrar illa, og tað er
kalt í veðrinum, eru tjøldini
ikki væl egnaði til hetta
endamál. Tað verður gjóst-
ur inni og kalt, og stevnu-
umhvørvið verður ikki so
hugnaligt, sum ynskiligt er.
Dánial Petur sigur, at
framsýnarar í eftirmeting-
um hava víst á hesi viður-
skifti, og nú tjøldini eisini
eru vorðin dýrari at leiga,
og báðir bygningarnir á
økinum ikki høvdu verið
tøkir til endamálið komandi
ár, hevur felagið gjørt av at
flyta tiltakið í høllina hjá
Poul Mohr, sum teir halda
er sera væl egnað til enda-
málið.
– Haraftrat kemur, at
Smyril Line hevur boðað
frá, at Norrøna ikki kann
virka sum hotelskip v.m.,
sum hon hevur gjørt undan-
farnu stevnur.
Hann vísir á, at fram-
sýningarøkið hini árini
hevur verið umleið 5.000
fermetrar stórt, og í høllini
á Sandvíkarhjalla eru 5.000
fermetrar undir sama taki.
– At kalla øll framsýn-
ingin verður inni í hesum
bygningi. Bátar, truckar,
lemmar og kanska onkur
motorur verða vístir fram á
uttandura framsýningarøki
við sjálva høllina, eins og
vanligt er aðrastaðni, har
slíkar framsýningar eru,
sigur Dánial Petur.
Hann sigur, at dygdin á
framsýningini verður nógv
betur, nú alt tiltakið verður
undir somu lon – og gott er,
at sleppa undan í sama mun
sum áður at hugsa um
veðrið stevnudagarnar.
– Vit fara kortini at brúka
tjøld til onnur endamál enn
til sjálva framsýningina,
eitt nú til forhøll og mót-
tøku, sigur Dánial Petur.
Stórur áhugi
Dánial Petur sigur, at
áhugin fyri framsýningini
er ikki minni hesaferð, enn
hann hevur verið hinar
báðar ferðirnar.
– Greitt er nú, at flest all-
ar fyritøkur, ið hava luttikið
á undanfarnu fiskivinnu-
stevnunum
her
heima,
verða við aftur hesaferð.
Hann sigur, at beinleiðis
tilmeldingarnar eru nú so
nógvar í tali, at tað ikki er
óhugsandi, at fullteknað
verður, áðrenn komið er
langt inn í tað nýggja árið.
– Meira enn helmingurin
av framsýningarøkinum er
longu endaliga selt, og
haraftrat er út við 20% av
plássinum, sum eftir er,
bílagt.
Av útlendskum framsýn-
arum eru tað serliga fyri-
tøkur í okkara grannalond-
um, sum aftur hesaferð fara
at bjóða seg fram, men
talan er eisini um fyritøkur
úr londum sum, Pólandi,
Týsklandi, Spaniu, Hálandi
og Kanada.
– Onkur framsýnari verð-
ur eisini úr øðrum uppaftur
meira fjarskotnum londum,
sigur Dánial Petur.
North Atlantic Fish Fair
hevur megnað at markerað
seg sum ein av teimum týð-
andi altjóða fiskivinnu-
stevnunum, og Dánial Petur
sigur, at tilmeldingar og
fráboðanir higartil eisini
benda á, at talið av út-
lendskum vitjandi hesaferð
verður enn størri enn und-
anfarin ár.
– Vit hava hesaferð av-
gjørt at leggja okkum meira
eftir at fáa vitjandi hendan-
vegin, sum kunnu taka
avgerðir av týdningi fyri
tær fyritøkur, ið bjóða seg
fram á stevnuni, sigur hann.
Dánial Petur heldur, at
við stívliga 300 framsýnar-
um og út við 11.000 vitj-
andi hevur fiskivinnustevn-
an møguliga nátt ta stødd,
sum er hin rætta til eina
slíka stevnu í Føroyum.
– Tað er mark fyri,
hvussu stór ein slík stevna í
Føroyum kann verða, tí
hetta avhongur bæði av
framsýningarøkinum
og
teimum fasilitetum, sum
eru í Føroyum at hýsa fólki.
Heldur enn at veksa mun-
andi um stevnuna, hava vit
lagt okkum eftir at bøta um
dygdina á henni, sigur
hann.
Tey,
sum
sponsorera
North Atlantic Fish Fair
hesaferð, eru Skipafelagið
Føroyar, ið hevur verið við
sum sponsor allar tríggjar
ferðirnar, Føroya Banki,
sum er við fyri aðru ferð,
Atlantic Airways og Tórs-
havnar kommuna.
Tað er dóttirfelagið hjá
Atlantic Airways, Green
Gate Incoming, sum syrgir
fyri ferðum og uppihaldi í
samband við fiskivinnu-
stevnuna.
Á heimskortið
Eingin ivi er um, at dag-
arnir, stevnan verður hildin
á Hjalla, bæði á ein og
annan hátt fara at merkjast í
høvuðsstaðnum.
– Hetta er størsta ein-
staka tiltak, sum verður
fyriskipað í Føroyum, og tí
kemur Tórshavnar komm-
una, sum nú fer at hýsa
hesum tiltaki – og harvið
eisini Føroyar sum land - á
heimskortið í fiskivinnu-
høpi, væntar borgarstjórin í
Tórshavnar kommunu, Jan
Christiansen.
Hann heldur, at kommun-
an eigur at nýta henda
møguleika at "bjóða seg
fram", sum hann tekur til.
– Ein slík fiskivinnu-
stevna fer eisini at hava
stóran týdning fyri tænastu-
veitarar av ymiskum slagi,
eitt nú flogfeløg, ferða-
skrivstovur, hotellir, mat-
stovur – og sjálvt fyri hýru-
vognsførararnar, sigur Jan
Christiansen, borgarstjóri.
Herfyri skrivaðu, Jan
Christiansen borgarstjóri í
Tórshavn, og Dánial Petur
Hansen, stjóri í Atlantic
Fair, undir samstarvsavtal-
una í samband við stóru
altjóða fiskivinnustevnuna,
sum verður hildin í døgun-
um 3.-5. mai 2005.
North Atlantic Fish Fair:
Setir Føroyar á heimskortið
Jan Christiansen og Dánial P. Hansen sum undirskriva sáttmála um North Atlantic Fish Fair
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
23
22