Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. november 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 228 - 27. november 2004 Nr. 228 - 27. november 2004 21 Gassið úr tí risastóra Snøvitfeltinum út fyri Norðurnoreg, sum norðmenn skjótt fara at selja til USA og Europa, skal flytast um Atlantshavið við stórum tangaskipum. Hesi fara at sigla tætt framvið Føroyum. Statoil sigur, at har er eingin vandi á ferð. FLUTNINGUR Jan Müller jan@sosialurin.fo Tá norðmenn um ikki so langa tíð fara undir at flyta stórar nøgdir av gassi í risastórum tangaskip úr Norðurnoregi til Spania og USA, koma hesi skipini at sigla tætt framvið Føroy- um. Nakað herfyri reisti Anfinn Kallsberg, táver- andi løgmaður fyrispurning í Norðurlandaráðnum um nettupp vandamiklan flutn- ingum av eitt nú olju og gass og øðrum kemiskum evnum framvið Føroyum. Hann helt tað var tørvur á eini ella aðrari reglugerð ella konventión, sum hevði greiðar reglur, sum kundu forða fyri dálking eins og tað er gjørt í Norðsjónum og aðrastaðni. Sosialurin hevur sett ser- frøðingum hjá Statoil í Noregi spurningin, hvussu siglingarleiðin verður hjá hesum risastóru skipum og í hvønn mun tey kunnu vera ein dálkingarhóttan móti eitt nú føroyskum um- hvørvi. Statoilfólkini svara, at í høvuðsheitum fara øll LNG-skipini (flótandi gass) til og frá Melkøja út fyri Hammerfest í Norður- noregi brúka siglingarleið- ina norðan fyri Skotland. Bert í einstøkum førum, við serligum veðurlíkind- um, fara skipini til Spania at brúka Ensku Kanalina. Men hvat norðaru rutuni víðvíkur, so vilja skipini antin sigla sunnan ella norðan fyri Føroyar. Verður rutanm norðan fyri Føroyar vald, tvs. milum Føroyar óg Ísland, er teinurin millum hesi londini 370 km (200 sjómil). Skipini fara fram- við Føroyum í tryggari fjar- støðu. Verður siglingarleið- in sunnan fyri Føroyar, tvs. millum Føroyar og Skot- land, brúkt, er teinurin mill- um londini 180 km (100 sjómíl). Eisini her vilja skipini fara framvið í tryggari fjarstøðu siga norsku serfrøðingarnir. Víðari verður sagt, at báðar siglingarleiðirnar eru í atljóða sjógvi og verða troyttar av allari ferðslu í Norðuratlantshavi. Statoil fer fyri síni egnu skip at fyrihalda seg til tær altjóða reglur og konventiónir, sum eru galdandi fyri at sigla framvið londum og oyggj- um tvs. at sigla í tryggari fjarstøðu úr landi alt eftir hvat er í lastini og út frá veðrinum. Víst verður eisini á, at LNG skipini, sum skulu sigla Snøvit gass til Europa og USA, verða serútgjørd til at kunna sigla í hesum farvatninum eitt nú við styrktum skrokki og tí nýggjastu navigeringsút- gerðini. Hædd er tikin fyri trygdini so langt tað ber til við dagsins tøkni. Eingin vandi at flyta gass framvið Føroyum Vit síggja, at siglingarleiðin hjá stóru tangaskipunum úr Norðurnoregi til Spania og USA, gongur tætt framvið Føroyum Kelda Statoil Talan er um risastór tangaskip, sum fara at sigla í pendulfarti framvið føroyskum øki Kelda Statoil C M Y K 21 20