leygardagur 27. november 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 228 - 27. november 2004
Nr. 228 - 27. november 2004
19
– Vit halda okkum
síggja, at jarðfrøðin
føroysku megin
markið er tann sama
sum í loyvi okkara
bretsku megin mark-
ið, og tað er hetta við
leggja okkum eftir at
kanna víðari í eini
nýggjari útbjóðing
við Føroyar. Kol-
vetnisskipanin, sum
tykist at vera til steð-
ar her, gevur okkum
gott mót. Møguleikin
at finna olju føroysku
megin markið skuldi
verið eins góður sum
tað er at finna olju í
bretska økinum sigur
Dave Lewis, stjóri hjá
ChevronTexaco
OLJUPRÁT
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Eitt av heimsins størstu
oljufeløgum, ChevronTexa-
co, hevur tikið fyrsta stigið
at gerast partur av føroyska
oljuævintýrinum. Felagið
lat í farnu viku inn umsókn
til Oljufyrisitingina í sam-
bandi við annað útbjóðing-
arumfar. Felagið er eitt tað
mest virkna á øllum At-
lantsmótinum og vil nú eis-
ini fáa føroyska landgrunn-
in við í sína arbeiðsætlan
komandi árini. Tað var
Dave Lewis, "Exploration
Team Leader" fyri Chev-
ronTexaco, sum handaði
umsóknina, ið eftir øllum at
døma er ein rúgvusmikið
umsókn. Umframt Chev-
ronTexaco, sum er fyri-
støðufelag, eru eisini Stat-
oil, Dong og OMV við í
umsóknini.
Enn er ikki alment, hvat
ella hvørji øki, teigar, sam-
takið hevur søkt um, men
tað er sannlíkt, at talan er
um teigarnar heilt út til
markið og áraka Rosebank
oljufundið, sum somu felag
hava gjørt beint hinumegin
markið í summar. Tað er
greitt, at eyndast tað sam-
takinum at fáa teigarnar
føroysku megin eisini, so
hevur tað fatur í einum
samanhangandi øki, sum
gongur frá føroyska land-
grunninum
tvørtur
um
markið og inn á bretskt
umráði. Hetta kann, verður
olja
funnin
báðumegin
markið, koma at fáa stóran
týdning fyri eina møguliga
seinni útbygging, tí tað
krevst eitt sera stórt ella
tvey meðalstór fund fyri at
kunna fara undir eina kost-
naðarmikla útbygging her
úti á djúpum vatni.
Dave Lewis frá Chev-
ronTexaco er fegin um, at
teirra felag nú er við í leit-
ingini eftir kolvetni á før-
oyska
landgrunninum.
Hann vónar sjálvandi, at
teirra umsókn fer at fáa
eina góða viðgerð.
– Vit halda okkum síggja,
at jarðfrøðin føroysku meg-
in markið er tann sama sum
í loyvi okkara bretsku
megin markið, og tað er
hetta við leggja okkum eftir
at kanna víðari í eini nýggj-
ari útbjóðing við Føroyar.
Kolvetnisskipanin,
sum
tykist at vera til steðar her,
gevur okkum gott mót.
Møguleikin at finna olju
føroysku megin markið
skuldi verið eins góður sum
tað er at finna olju í bretska
økinum.
Fokus á teigar har
norðuri
Dave Lewis dylur ikki fyri,
at størsti áhugin í dag bæði
í bretskum og føroyskum
øki eru teigarnir har norð-
uri. ChevronTexaco var
eisini við til at bora brunn
longur syðri, bretsku megin
Gullhornið, og har gava
boringin sama vánaliga úr-
slit sum brunnarnir í Gull-
horninum. Nú verður hugt
við nýggjum eygum og
eftir nýggjum jarðfrøðilig-
um modellum.
Hóast
bjartskygni
er
stórt, so er basaltið tó ein
trupulleiki á føroyska øki-
num. Bretsku megin er
einki basalt, og tí er lættari
at gera tær neyðugu kann-
Nýggjur oljurisi á landgrunninum:
Hevur týðandi vitan við úr bretskum øki
ingarnar, áðrenn borað
verður. Men ChevronTexa-
co sær tað kortini sum ein
góðan møguleika at brúka
vitanina og leitiúrslitini frá
boring teirra í bretskum
umráði við sær yvirum
markið, tá kanningarnar
kunnu byrja her. Tað kann tí
væl vera, at prospektivi-
teturin tvs. møguleikin at
gera fund er eins stórur
báðumegin markið. Polit-
iska markið millum londini
merkir jú ikki umstøðurnar
nýtast at vera ymiskar,
hvørjumegin markið tú er.
Uppá fyrispurning nær
felagið er klárt til at bora
ein brunn á landgrunninum
sigur Dave Lewis, at hann
fær ikki sagt nakað um,
hvat teirra arbeiðsskrá inni-
heldur, nú teir júst hava
latið hana inn til myndug-
leikarnar. – Endamálið við
øllum kanningum er sjálv-
andi at bora ein brunn, men
vit fara hesi fyrstu árini at
hyggja eftir tí óvissu og tí
váða, sum er við at leita
eftir kolvetni við Føroyar.
Vit fara at brúka vitanina,
sum vit longu hava fingið
frá kanningum og boring
okkara í bretskum øki og
samskipa hana við okkara
jarðfrøðiliga modell í Før-
oyum og vita um vit kunnu
minka um váðan, sum so
aftur kann enda við, at vit
fara at bora.
Síggja Føroyar sum
part av Atlantsmóti
– Nær gjørdu tit av at senda
umsókn her?
– Vit vistu um 2. útbjóð-
ing og vóru tí við til at
nominera teigar í fyrstu
atløgu. Vit hava verið her
áður so hetta var ikki nak-
að, sum kom so bráddliga.
Og úrslitini av okkara
kanningum vestan fyri Het-
landi í ár hava gjørt tað
møguligt eisini at vera við í
føroysku útbjóðingini.
Hóast
ChevronTexaco
hevur hevur skyldu til at
bora nakran brunn vestan
fyri Hetland næsta ár, so
útilokar Dave Lewis ikki, at
teir fara at søkja um loyvi at
bora næsta ár. Hann vil ikki
siga nakað nærri um tað,
men í oljuvinnuni ljóðar, at
felagið saman við sínum
partnarum fer at bora ein
avmarkingarbrunn í Rose-
bankfundinum.
Tann
brunnurin kann so aftur fáa
sera stóran týdning fyri
komandi virksemi okkara
megin markið. Verður hann
væleydnaður og Rosebank-
fundið kemur nærri eini út-
bygging, tá kann tá skunda
undir kanningarnar hinu-
megin markið, um so er at
samtakið fær tað ella tey
øki, sum søkt er um.
Dave Lewis sigur víðari,
at ChevronTexaco nú hygg-
ur at føroyska økinum bæði
út frá einum leitingarsjón-
armiði og einum handils-
sjónarmiði. Vit kunnu vera
hepnir ella ikki ella onkur
annar verður tað. Neyðugt
er við einum infrastrukturi
til at kunna flyta olju og
gass. Hann kann vera í
Bretlandi ella í Føroyum.
Men til tess at kunna tað, so
mugu fleiri bólkar við í
arbeiði tvs. at helst mugu
fleiri fund gerast, sum so
kunnu menna sama in-
frastruktur. Vit vilja vera
við til at menna slíkan in-
frastruktur bæði í føroysk-
um og bretskum øki.
Tað kann so henda, at tað
verða gjørdi fleiri minni
fund heldur enn eitt heilt
stórt. Tað kann so gera tað
neyðugt at byggja út í felag.
Tí er eisini gott at hava eitt
bein hvør síni megin mark-
ið. Hetta verður serstakliga
neyðugt, um gass verður
funnið. Longu nú verður
umhugsað at menna gass-
felt og infrastruktur vestan
fyri Hetland. Og verður
gass funnið við Føroyar, so
kann ein ímynda sær at tað
eisini fer at brúka komandi
infrastruktur og fara til
somu marknaðir í Bretlandi
sum gassið vestan fyri
Hetland.
Dave Lewis viðgongur, at
best er at finna olju, men út
frá teirra kanningum og
boringum vestan fyri Het-
land, ber til at staðfesta, at
verða fund gjørd, so verður
eisini neyðugt at taka
spurningum um gassið upp.
– So vit síggja fyri okkum,
at tað verður eisini neyðugt
at taka upp, hvussu ein
gassframtíð á øllum At-
lantsmótinum verður hand-
farin.
ChevronTexaco er við í
Lagganfeltinum vestan fyri
Hetland, sum kann gerast
katalysatorurin til ein gass-
infrasstruktur og fram-
leiðslu á Atlantsmótinum.
Tað skal nógv gass til fyri
at kunna fara undir slíka
íløgu, og tí hevur tað eisini
áhugan hjá ChevronTexaco
at nýggj gassfelt verða
funnin og tað er í m.a.
eisini í hesum sambandi, at
felagið eisini hyggur at tí
føroyska økinum.
Kappingarført
Dave Lewis sigur annars, at
Føroyar eru partur av stra-
tegiini hjá ChevronTexaco
at hyggja eftir og kanna
Atlantsmótið, frá Noregi
til økið millum Føroyar og
Hetland, sum eitt av fleiri
kanningarøkjum
kring
heimin, sum felagið rað-
festir høgt. Norðuratlants-
hav er eitt av teimum.
Uppá fyrispurning um
hann er kløkkur av, at fleiri
av stóru oljufeløgunum,
sum vóðru við í 1. Út-
bjóðing ikki eru við nú,
sigur Dave Lewis, at hann
vil treyðugt úttala seg um
onnur feløg, men hann
gitar, at ein orsøk kann
vera, at feløgini framvegis
hava kanningar og boringar
at gera frá fyrstu runduni.
– Still early days sigur
Dave Lewis, sum tó vísir á,
at kunnu teir minka um
váðan við nýggjum kann-
ingum og skilja jarðfrøðina
betri, so kann Atlantsmótið
avgjørt kappast við onnur
øki í heiminum, hvat
framtíðar íløgum viðvíkur.
Dave Lewis leggur aftrat,
at høgu oljuprísirnir hava
onga ávirkan á teirra virk-
semi her. Teir arbeiða og
tilrættaleggja uppá longri
sikt, tá talan er um olju-
prísir. Teir kunnu fara upp
og niður.
Dave Lewis, leitistjóri hjá ChevronTexaco við gott mót – nú felagið er í leitingini á landgruninum
Mynd Jan Müller
Á kortinum síggja vit m.a.
hvar ChevronTexaco er
virkið á Atlantsmótinum.
Kelda Sosialurin og Statoil.
C
M
Y
K
19
18