leygardagur 27. november 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 228 - 27. november 2004
Nr. 228 - 27. november 2004
17
Orðalisti við før-
oyskum orðum innan
oljuvinnuna er eitt
sera hent amboð hjá
teimum, ið ynskja at
málbera seg rætt á
móðurmáli okkara.
Nógv skemtilig orð
eru eisini at síggja, og
onnur sum útgreina
hugtøk innan hesa
vinnuna
OLJUORÐ
Snorri Brend
Tað eru kanska ikki øll sum
vita tað. Men gongur so
sum menn ætla, so fara at
standa hópin av jólatrøum á
støðum, har ein møgulig
føroysk oljuvinna skal fara
fram.
Hetta við "jólatrænum"
er nevniliga eitt av mong-
um orðum, sum fólk innan
oljuvinnuna kenna til og
brúka í teirra dagliga sam-
skifti. Men hvussu skal
maðurin á gøtuni fyrihalda
seg mótvegis slíkum orð-
um?
Ein hentur møguleiki,
sum eisini er lættur at fáa
fatur á, er orðalistin sum
einans finst á heimasíðuni
hjá fmn.no. Og her verður
sagt frá týdninginum av
orððinum jólatræ. Í olju-
vinnuhøpi er týdningurin
nevniliga hesin: "Bygnaður
við rørum og ventilum sett-
ur á útvinslubrunnin til
eftirlits við streyminum av
olju og gassi til at forða fyri
møguligum útblástri, en.
christmas tree, no. juletre".
So vita vit í øllum førum
tað.
Eitt fat er ein tunna
Hesa seinastu tíðina hevur
prísurin á ráoljuni verið
sera høgur, men nú er kort-
ini líkt til at hann er mink-
andi.
Í fjølmiðlunum hava tíð-
indi mangan verið borin
um, at eitt fat av olju kostar
so og so nógvar dollarar.
Tað eru kanska ikki øll, ið
vita hvat eitt fat er, men tað
hevur oljuorðalistin eitt
greitt svar uppá. Eitt fat er
nevniliga "umleið 159 litrar
- nýtt sum máleind fyri
jarðolju og oljuúrdráttir.
Eitt fat = 42 amerikanskar
gallons, 6.29 føt = ein rúm-
metur, en. barrel, no. fat,
tønne". Nei, tað er ikki altíð
lætt at skilja, at tað sum
bretar og norðmenn nevna
tunna hevur fingið heitið
"fat" á føroyskum.
Hinvegin er lætt at skilja,
at nevndin sum hevur gjørt
henda orðalistan hevur havt
eitt ótrúligt baks við at evna
til tey føroysku orðini. Her
hevur ikki skortað hugflog.
Tey føroysku orðini gerast
ofta í longra lagi og eru tí
óliðilig í samskiftinum.
Eitt av heldur longu og
óliðiligu orðunum í hesum
bólki er orðið "útvinslu-
býtissáttmáli", sum ein í
veruleikanum hevur sett
saman av ikki færri enn
fimm ymiskum orðum: út-
vinslu-býtis-sátt-máli.
Hetta er orðið er gjørt við tí
fyri eyga at kunna skriva, at
ein nú hevur gjørt ein sátt-
mála um útvinslubýti, tað
sum bretar kalla "Produc-
tion Sharing Contract" ella
tað sum danir stutt sagt
kalla "produktions-delings-
kontrakt".
Eitt av teimum meiri
skemtiligu orðunum er
orðið
"villkøttur".
Øll
kenna vit teir ferføttu vill-
kattarnar á landi, men vill-
køttur finst eisini á havsins
botni, sambært oljuorða-
listan. Ein villkøttur á
havsins botni verður lýstur
soleiðis: "Brunnur, sum
verður boraður, uttan at
nakar kennir innihaldið og
bygnaðin á grótsløgunum,
ið borað verður ígjøgnum,
en. wildcat, no. undersøkel-
sesbrønn".
Nýggj orð neyðug
Tað var tó mest av tilvild, at
hesin henti orðalistin kom í
lag.
Einaferð á sumri 2001
var formaðurin fyri Før-
oysku málnevndini á fundi
saman við aðalstjóranum í
Oljumálastýrinum
um
okkurt heilt annað evnið, tá
ið prátið heldur natúrliga
fall á olju og oljuvinnu.
Tá spyr aðalstjórin, um
tað ikki hevði verið eitt gott
hugskot at farið undir at
gjørt ein oljuorðalista, tí
henda nýggja vinnan fór at
krevja nógv nýggj føroysk
orð, tí vit høvdu ikki tey
neyðugu orðini. Føroyska
málinum vantaði orð og
heiti á nógvum ymsum lut-
um og fyribrigdum, sum
nýtt vórðu á hesum øki.
Aðalstjórin
visti
av
royndum, hvussu trupult
tað var at orða seg á góðum
føroyskum, tá ið skrivast
skuldi um oljuvinnuna, tí
henda vinnan er ógvuliga
nógv ávirkað av enskari
málnýtslu.
Málnevndarformaðurin
tók sjálvandi undir við hug-
skotinum um ein oljuorða-
lista, tí málnevndin hevur
júst sum eitt av endamálum
sínum at menna føroyskt
sum yrkismál á so mongum
økjum sum gjørligt. Innan
partarnar á oljuøkinum
varð eisini tikið sera væl
undir við hesi ætlan. Men
her var eingin orsøk at bíða,
og tí varð lagt til brots
longu í oktober mánaði
sama árið.
Ein ritstjóri varð settur og
ein stýrisbólkur hevur verið
ritstjóranum til hjálpar í
arbeiðinum við orðalistan-
um. Ritstjóri var Jóhan
Hendrik W. Poulsen, og
stýrisbólkin
mannaðu
Sigurð í Jákupsstovu fyri
Føroya
Oljuídnaðarbólk
(FOÍB), Herálvur Joensen
fyri
Oljumálastýrið
og
Jógvan í Lon Jacobsen fyri
málnevndina/Føroyamálsd
eildina.
Arbeitt varð skjótt og
væl, og á sumri 2002 varð
listin liðugur..
Eitt jólatræ á føroyskum havbotni
Kaupthing er ein sterkur samstarvsfelagi á føroyska fíggjar-
marknaðinum og ein hollur ráðgevi hjá fyritøkum í menning.
Vit veita føroyskum vinnulívi professionellar tænastur í
tøttum samstarvi við hinar deildirnar hjá Kaupthing úti í heimi.
Vit seta tørvin hjá viðskiftafólki okkara í miðdepilin, og í álitis-
fullum samstarvi skapa vit góð úrslit.
RØKK MÁLINUM SAMAN VIÐ OKKUM
C
M
Y
K
17
16