Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-03, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. januar 2019síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. JANUAR 2019 SOSIALURIN 1 21 VILMUND JACOBSEN S tutt fyri jól varð nýtt mann­ingar­felag stovn­ að. Tað vóru teir, ið sigla við teimum smáu trol­ bát­un­um, sum fiska í bólki 4T, ið stovn­aðu felagið. Teir valdu eina trí­manna­ nevnd til at leiða felagið, og fyrsti formaður gjørdist 30 ára gamli skipsførarin, Fríbjartur Dahl-Olsen. Hann siglur sjálvur við trol­ báti­num Skálafossi, sum vest­ men­n­ingar eiga. Navnið á nýggja felagnum er MFT, sum stendur fyri mann­ ingarfelag fyri trol­bát­ar, og tað eru bara manningarnar sjálvar – og ikki trolbátaeigararnir – sum kunnu vera limir í felagnum. Sáttmáli er longu fingin í lag mill­um MFT og teir, sum eiga trol­bátarnar og formaðurin, Frí­ bjartur Dahl-Olsen, sigur seg hava skilt, at manningarar eru nøgdar við tað, sum komið er burtur­úr. - Eg havi so ikki hoyrt nakað annað enn, at menn eru nøgdir við okkara fyrsta sáttmála við reiðar­arnar, og tað fegnist eg um, sigur hann. Egið felag Fríbjartur Dahl-Olsen vísir á, at eftir nýggju fiskivinnulóggávuni skal manningin skipast í felag, sum ger sáttmála við teir, ið eiga trolbátarnar, og í hesum føri­ num hildu menn, at rættast var at stovna sítt egna felag. - Trolbátarnir eru sjey í tali, og vit eru einir 30-32 mans, sum sigla við hesum bátum. Vit hildu, at um vit gjørdust partur av øðrum stórum felag, fóru vit at detta niður ímillum, og tí valdu vit at taka hesi viðurskifti í egnar hendur og stovna okkara egna felag. Fríbjartur Dahl-Olsen er son­ ur Aksel Dahl-Olsen, sum átti trolbátin Vesturfarið, og nú er skipari á trolbátinum, Búgva­ num. - Eg havi soleiðis verið um­ borð á hesum bátum, síðan eg var smádrongur, og tískil kenni henda partin av flotanum rímiliga væl, sigur formaðurin í MFT. Gongur væl Fríbjartur Dahl-Olsen fegnast um góðu gongdina hjá teimum smáu trolbátunum – ikki minst seinasta árið - men sam­ stundis minnir hann politisku myndug­leikarnar á, at eingin mein­ing er í áhaldandi at skerja veiðimøguleikarnar hjá hesum lítla skipabólki, sum framman­ undan er so nógv skerdur gjøgnum árini. - Vit skulu minnast til, at í flestu trolbátum, sum vit hava í dag, liggja fleiri samanløgd loyvi. Hesin parturin av flotanum hevur gjøgnum árini roynt at til­ lagað seg broyttar umstøður og skerdar veiðimøguleikar. Men, tað kann als eingin meining vera í áhaldandi at skerja dagarnar hjá teimum fáu bátum, sum nú eru eftir, sigur formaðurin í MFT. Føroyskt virksemi Fríbjartur Dahl-Olsen sigur, at tað í flestu førum eru tilkomnir menn, kanska um 60-ára aldur, sum eru við hesum bátum, og her hevur lítil og eingin tilgongd verið í fleiri ár. - Tað er ikki fyrr enn nú, tað gong­ur betri, at yngri menn aftur byrja at vísa hesum parti av flota­num ávísan áhuga. Tí er tað eisini ógvuliga umráðandi, at vit fáa frið og umstøður at virka. Hetta er alt føroyskt virk­ semi – úr enda í annan, sigur for­ maðurin í MFT. VILMUND JACOBSEN T að er nú greitt, at Fiska­aling verður vert­ur fyri næstu al­ tjóða, vísindaligu ráð­ stevnu­ni um fiskalús. Henda ráð­stevna verður hildin annað­ hvørt ár ymsastaðni í heiminum, har 300-400 granskarar hittast at leggja fram granskingarúrslit. Í ár varð stóra ráðstevnan hild­in í Kili, og í 2020 verður hon so á fyrsta sinni hildin í Før­oy­ um. Talan er um vísindaligu ráð­ stevnu­na "Sea Lice Conference”, sum er ráðstevna, har nýggjastu granskingarúrslitini um fiskalús verða løgd fram. Vertur á ráðstevnuni í Før­oy­ um verður Fiskaaling. - Vit hava tvær ferðir áður søkt um at fáa ráðstevnuna hendan­vegin, men tær ferðirnar eyd­naðist tað ikki. Tí eru vit sera fegin um, at fyriskipararnir hesaferð hava valt okkum sum vert fyri hesi stóru og spennandi vísinda­ráðstevnuni. Tað sigur stjórin á Fiskaaling, Jóhan­na Lava Køtlum. Endamálið við altjóða lúsa­ ráð­stevnuni er at savna og styrkja samstarvið millum teir fremstu granskararnar, sum fáast við gransking í fiskalús og tí, sum hartil hoyrir. Tað var Tróndur Kragesteen, phd-lesandi á Fiskaaling, sum granskar í lúsaspjaðing, ið um­ boð­aði Føroyar á seinastu Sea Lice Conference. Umframt Trónd fáast eisini aðr­ir granskarar á Fiskaaling við gransking innan lús, sum er ein avbjóðing hjá alivinnuni at halda niðri. MENN VIÐ TROLBÁTUM HAVA NÚ STOVNAÐ SÍTT EGNA FELAG - Teir smáu trolbátarnir eru sjey í tali, og vit eru einir 30-32 mans, sum sigla við hesum bátum. Vit hildu, at um vit gjørdust partur av øðrum stórum felag, fóru vit at detta niður ímillum, sigur formaðurin í nýggja felagnum, 30 ára gamli, Fríbjartur Dahl-Olsen Fiskaaling vertur fyri lúsaráðstevnu - Endamálið við altjóða lúsaráðstevnuni er at savna og styrkja samstarvið millum fremstu granskarar á økinum, siga tey á Fiskaaling Fríbjartur Dahl-Olsen siglir við Skálafossi, sum her stendur á bedingini hjá MEST Fríbjartur Dahl-Olsen er formaður í nýggja manningarfelagnum - MFT