Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-03, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. januar 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. JANUAR 2019 SOSIALURIN 1 20 VILMUND JACOBSEN B æði mikudagin og hós­ dagin, 2. og 3. janu­ar, hava fleiri út­róðr­ar­ bátar, sum fiska við línu, havt rættiligan rok­fiski­ skap. Størsti útróðrardagur í hes­um árinum, sum júst er byrjað, man vera dagurin hjá út­róðrarbátinum Brandi, sum miku­dagin 2. januar hevði heili 20.000 pund á 45 stampum. Hetta gevur sløk 450 pund á stamp­in! Ein stórur triðingur av veiðini hjá Brandi var toskur og restin hýsa. Men, tað var ikki bara Brandur, sum fekk nógvan fisk miku­dagin. Útróðrarbáturin Bragd hevði 17.500 pund, sum eisini er ein rættiligur rokdagur. Nógvir útróðrarbátar hava gjørt góðar setur hesar fyrstu dagar­nar árinum og í gjár, hós­ dag­in, 3. januar, høvdu Gor­ drúgv­in og Norðsøki ávikavist 12.700 og 12.000 pund hvør. Størstu útróðrardagar Umframt stóra útróðrardagin hjá Brandi mikudagin, har teir høvdu umleið 20.000 pund, gjørdi eisini Falkurin av Skála ein slíkan dag í heyst. Falkurin er glastrevjabátur, sum tekur eini 16.000 pund, tá hann er fullur. Men, henda dagin fyrr í heyst, noyddust teir at gev­ ast at draga, tá seks stampar stóðu eftir. Tá øll veiðan – eisini á teimum sein­astu seks stampunum - var kom­in í hús, hevði Falkurin fisk­ að sløk 20.000 pund á 37 stamp­ um. VILMUND JACOBSEN T að er nógv virksemi á trolvirkinum Vónini, og í løtuni vantar virkinum roynd trol­ fólk til framleiðsluna í Fuglafirði. Um dagarnar verður lýst eftir fýra royndum trolfólkum at byrja skjótast gjørligt. - Okkum vantar fólk til framleiðslu-og um­vælingar­ arbeiði av flótitrolum, sigur Sámal Olsen, sum er fram­ leiðslu­leiðari innan flótitrol hjá Vónini. Millum túrar Trolvirkið Vónin hevur eisini áhuga fyri royndum fólki, sum sigla og kanska hava hug at ar­ beiða við flótitroli, meðan tey eru heima millum túrar. Í løtuni er virksemið so stórt, at neyðugt er av og á eisini at arbeiða skeivar tíðir á sam­ døgninum. Sámal Olsen sigur, at eru tað roynd fólk, sum hava hug at koma í fast starv hjá Vónini – ella fólk, sum hava hug at arbeiða millum túrar – eru tey væl­komin at seta seg í samband við hann. Hann sigur, at tað var meira vanligt fyri nøkrum árum síðan, at menn, sum vóru heima mill­ um túrar, kundu taka eina hond í á trolvirkinum. - Kanska spælir tað inn í dag, at hýrurnar eru betri – ella frí­ tíð­in er dýrabarari – og tí hava vit minni tilknýti til hesi fólk í dag, enn vit onkuntíð hava havt, sigur framleiðsluleiðarin. Virksemi uppbýtt Virksemið hjá trolvirkinum Vón­ini í Føroyum liggur á fleiri støð­um. - Í nýggja bygninginum úti á havnalagnum í Fuglafirði eru flótitrolini, og á virkinum á Vestaru Bryggju í Havn eru botn­trolini. Sámal Olsen sigur, at tað stóra virksemi við alinótunum er við Norðskála og partvís á Nóta­virkinum í Fuglafirði. - Á Nótavirkinum í Fuglafirði arbeiða vit serliga við nótum til upp­sjóvarfisk, eitt nú sild, lodnu og makrel, og síðan verður ein part­ur av gólvinum í Fuglafirði brúkt­ur til alinótir, leggur hann aftrat. LEITA EFTIR ROYNDUM FÓLKUM - Vit hava eisini áhuga fyri royndum trolfólki, sum sigla og kanska hava hug at arbeiða við flótitroli millum túrar, sigur Sámal Olsen, framleiðsluleiðari Tað eru mong ár síðan, at fiskiskapurin hjá útróðrarbátum hevur roynst so væl, sum í heyst og higartil í vetur - Vit hava brúk fyri fýra royndum trolfólkum aftrat til framleiðslu og umvæling av flótitrolum, sigur Sámal Olsen, framleiðsluleiðari á nýggja virkinum hjá Vónini í Fuglafirði Útróðrarbátar rokfiska við línu