Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-03, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. januar 2019síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. JANUAR 2019 SOSIALURIN 1 19 Minningarorð um Johannes Andreas Næs Føddur 16. september 1920 og deyður 4. juli 2018. Á okkara 30 ára brúdleypsferð í Grikkalandi bórust boðini, at Johannes Andreas Næs var farin, 97 ára gamal. Eftir eitt langt og virkið lív var “eikin” á Sólteigi fallin, stríðið var av, fjørðurin rógvin. Johannes ella bara, Næs, sum hann eisini varð róptur, var føddur á Nesi í Hvalba, elstur av 9 systkjum, og gekk hann undan á so nógvum økjum, væl útborðin, sum hann var. Eg minnist Johannes frá tíð míni í studentaskúlanum í Hoy­ døl­um, tá ið eg heitti á hann at hava bíbliutíma á eini KFS-legu. Seinni fingu vit góðar løtur sam­ an, serliga um tað mundið, tá ið bøk­ur hansara um kirkju- og missión­søguna komu út. Tað var so hugna­ligt at koma á gátt hjá Bryn­hild og Johannesi, gestablíð, sum tey vóru. Tað sást og kendist, at kær­leikin bant tey saman. Og frá fyrsta degi, varð eg hugtikin av hansara eldhuga og áræði fyri andslívi okkara. Í apríl í ár, sat hann í gamla stóli sínum, 97 ára gamal, knáur og fattur við hand­ riti fyri sær um Hvalbiar kirkju. Á stoviborðinum við vakra útsýn­ inum yvir Havnina vóru altíð nógv pappír og bøkur og onkun­ tíð bunkar við tilfari, sum hann arbeiddi við. Greinar, hann hevði klipt úr Kristeligt Dagblad, lógu fyri seg. Altíð arbeiddi hann við onkrum, og støðugt setti hann sær mál, hann skuldi náa. Tað var, sum hevði hann orð Luthers sum loys­anarorð: Visti eg, at Jesus kemur aftur í morgin, hevði eg í dag plantað eitt súreplatræ! Frá barni var Johannes vandur at ganga í kirkju og á møti, og fekk hann har lagt grundarlagið und­ir sítt lív við virðum, sum hann trúfast helt fast um til tað seinasta. Fólkakirkjan og Heima­ missiónin hoyrdu saman í hans­ ara hugaheimi. Stóran áhuga hevði hann eisini fyri føroyskari ment­an og siðsøgu. Meðan kríggið er uppá tað harðasta í 1942, fær hann læraraprógv og er lærari ymsa­staðni í Suðuroy, til tey í 1966 seta búgv í Havn, og hann gerst skúla­ráðgevi í serundirvísing fyri alt landið. Formaður var hann í Skúlabókagrunninum, og var hann har við at geva út hóp­in av bókum. “Lítla Dímun” er ein varði eftir Jóhannes, og áhuga­verdar vóru samrøðurnar, Jógv­an Arge hevði við hann úr Hvalbi­ar søgu. Har kundi hvørt mans­barn her í landi hoyra frá­ líka frásøgukynstur hansara. Størsti varðin eftir Johannes er bókaverkið “Úr kirkju- og missiónssøguni”, sum Heima­ missións­forlagið gav út. Heilt frá vek­ingunum í Suðuroy í 30-ár­ unum, sum hann upplivdi, eyg­ leiddi hann, spurdi og legði seg eftir at skriva niður til seinni nýtslu. Minnist so væl taskurnar og posarnar, hann hevði við á høvuðsstýrisfundin hjá Heima­ missión­ini, har hann legði hand­ rit­ini øll á borðið, og kunnaði um út­gávu­ætlanir sínar. Eg gleddist sum eitt barn um henda dýrgrip, sum hann sjálvboðin hevði savnað og ósjálvsøkið hevði um­ sitið øll hesi ár. Tað kann illa lýsast við orðum tað, Johannes hevur givið Kirkju­ ligu Heimamissiónini. Heima­ missión­in er ikki bara ein stór rørsla í Fólkakirkjuni, hon hevur havt ávirkan á samfelag okkara í meira enn 100 ár. Føroysk kirkju- og missiónssøga hesi ár, er á so mang­ar hættir, tengd at Kirkju­ ligu Heimamissiónini í Føroyum. Blái Krossur, Barnaheimið í Vest­ manna og í Havnini, KFUM og K, Drotning Ingridar Barna­garð­ur og Kristiligt Lurtara- og Hyggj­ ara­felag, sum Johannes stovnaði sam­an við øðrum, eru dømi um ávirk­an frá Heimamissiónini. Kirkju­liga Missiónsfelagið og karis­matiska vekingin hava eisini sam­band við hesa somu missión, og í 70-árunum og 80-árunum høvdu flestu tinglimir fyri Javn­ að­ar­flokkin samband við hesa rørslu. Johannes savnaði alt lív sítt tilfar um Kirkjuligu Heima­ missión­ina, og enn er mest byrj­ an­in og einstøk øki lýst í bók. Hóp­in av tilfari er til skjals, sum Jo­hann­es hevur savnað, millum annað ein eskja við talum eftir stovn­aran og fyrsta trúboð­ar­an­ um hjá Heima­missión­ini, Akseli Moe. Tað er nóg mikið av tilfari til fleiri ph.d.-ritgerðir, hugsi eg. Granskingin hjá Johannesi Andreas Næs av Heimamissiónini, hevur staðfest, at millum teirra, sum hava borið missiónsarbeiðið bæði sum starvsfólk og sjálvboðin, eru fleiri, sum vóru loyst av rúsdrekka. Dópur, trúgv og umvending hoyrdu saman. Tey, sum hava hoyrt boðskapin innan Heimamissiónina, hava hoyrt um synd og náði, og at Jesus elskar syndaran. Trúboðararnir vóru ymiskir, summir meiri álvarsamir enn aðrir, og summir betri at lýsa Guds kærleika til syndaran enn aðrir. Men málið og miðið var tað sama: At tann, sum er doyptur og trýr á Jesus, er frelstur, men tann, sum ikki trýr, er dømdur og má venda um (sí Mark 16,16 og Áp 2,38). Gleðiboðskapurin má verða boðaður, lærdi Johannes, bæði í talu og í sangi. Hann gav út andaktsbók, sum millum annað nem­ur við tey ymsu evnini í Luth­ers lítlu katekismus, og so hevur hann givið út tvær bøkur um søguna hjá nøkrum advents- og jólasálmum. Hesar bøkur hevur Bókadeild KFUMs givið út. Tilfarið hevur, millum annað, staðið í Kristi­ligum Ungmannablaði, har hann var blað­stjóri eitt skifti. Sálmar og sang­ir eigur Johannes í Sálma­ bókini og í Heima­missións­sang­ bók­ini, sum hann hevur týtt og yrkt: “Takk, Jesus, fyri dópin mín”, “Vár Gud, sum lívgar fjøll og fjørð”, “Tíns ríkis søk”, “Frið sum troyst”, ”O, Harri Jesus, hoyr nú meg”, ”Neyðugur tú ert mær Jesus”, ”Veit oss veking og Krist”, ”Eg krossi tínum, Jesus, vil fegin vera hjá”, ”Frelstur í Jesu ørmum, trygg­ur við Jesu lið”, “Hann leitaði í náði”. Ein drangur í brimi var Jo­ hannes, evnagóður, tolin og hollur í tí, hann setti sær fyri. Ein stjørna var hann á himmalhválvinum, sum vildi menna skúlaskap og kristni­undirvísingina í skúlum okk­ara, og sum vildi varðveita tann kristiliga arvin, sum millum annað Fólkakirkjan og Kirkjuliga Heima­missiónini hava fingið at umsita. Ein viti var hann, sum vísti burtur frá sær sjálvum, til hans­ara, sum fyri hann var deyð­ ur og upprisin, Jesus Kristus. Rímiligt fyri Johannes, átti hann Trúboðan, sum hann eis­ini var blaðstjóri á eitt tíð­ar­skeið, heilt frá fyrsta blaði. Al­fred Petersen, fyrsti føroyski trú­boð­ ar­in hjá Heimamissiónini, tók stig til hesa útgávu. Saman við Salomoni Joensen týddi Johannes: Brøður og systrar, vit skiljast nú her, fegin við Jesusi hvør sína ferð gangi á lógligum gøtum. Ærað verið minnið um Johannes Andreas Næs. Bergur Debes Joensen Odny Thomsen til minnis Mín góða vinkona og góði starvs­felagi ígjøgnum mong góð ár, Odny Thomsen, andaðist 29.12.2017 eftir langa sjúkralegu. Hon gjørdist 68 ára gomul. Odny og Tommy áttu tríggjar døtur. Tá ið yngsta dóttir teirra bleiv fødd, bleiv eg biðin at vera gumma. Eg átti sjálv eina dóttir um sama aldur, so hetta knýtti bondini enn fastari, og komu vit tí oftari saman. Odny og eg komu at kennast í Sankta Josefs barnagarði, har vit báðar starvaðust. Vit blivu væl beinanvegin og hava havt samband líka síðan – bæði í Hornabø, har Odny og tey búðu fyrstu árini, og úti á Landa­vegn­ um, har tey seinni fluttu. Í 1979/80 fluttu Odny og eg oman í forskúlan hjá nonnunum at arbeiða. Vit vóru báðar á einum máli um, at talan bara skuldi vera umleið eitt ár í forskúlanum. Tað blivu til nøkur 10 ár hjá okkum báðum. Ein, vit komu at kenna ígjøgn­ um forskúlan, var Paulina, sum síðani flutti til Syðradals í Kals­ oynni at búgva. Vit fóru nakr­ar túrar til Syðradals at vitja hana. Tað vóru góðar og mang­ar stutt­ lig­ar løtur við tveim­um smá­gent­ um um borð á lítla bát­in­um, sum tá sigldi út í Kals­oynna. Eisini hava vit gingið í bindi­ klubb saman í fleiri ár. Odny lærdi meg m.a. ymisk kynstur innan binding. Tá ið Odny bleiv sjúk í nýrunum miðskeiðis í 80 árunum og skuldi til Danmarkar í viðgerð, sá tað kanska ikki so ljóst út hjá henni. Hon vónaði, at hon kláraði tey fyrstu árini hjá yngstu dóttrini. Hóast hetta, kom hon aftur til arbeiðis, og tilveran sá ljósari og ljósari út, sum tíðin gekk. Odny var altíð trúføst og arbeiðssom. Vit allar, sum hava arbeitt saman við Odny ígjøgnum árini, hava havt nógvar góðar og stuttligar løtur saman í forskúlanum, sum tá lá í kjallaranum undir gomlu kirkjuni hjá nonnunum. Eftir nøkrum árum við nýggj­ um nýra mátti Odny í dialysu. Hó­ ast hetta, var hon altíð í góðum lag. Fyrstu árini var hon til ar­ beiðis fyrrapart og fór í dialysu seinna­part. Seinni, tá ið hon var givin at arbeiða, og eg kom út á Landavegin at vitja, var hon altíð gestablíð og positiv, hóast man sá, at hon ikki altíð hevði tað so gott. Saknurin er stórur, nú tað er eitt ár síðan, at Odny fór. Ser­ liga fari eg at sakna hana nú á nýggjárinum. Odny hevði nevn­ liga føðingardag 31.12., tí var tað fastur táttur hjá mær at støkka inn á gólvið hjá henni nýggj­árs­ aft­ans­morgun. Hvíl í friði, góða Odny. Vinaliga ein vinkona, Gunvør MINNINGARORÐ