Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-03, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. januar 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. JANUAR 2019 SOSIALURIN 1 18 Løgmaður gjørdi greitt at taktin ikki er nóg góð Nú ruddar hann upp heima og hevur víst Kristin Michelsen úr flokkinum og boðað frá, at hann ikki sleppur á Javnaðarlistan til komandi val ÁRNI GREGERSEN G REINING: Løgmaður hevur fingið atfinn­ ing­ar, tí hann í nýggj­ árs­røðu síni var heldur bjart­skygdur og uttan kant. Men tey, sum lurtaðu væl eftir hvat løgmaður og samstundis for­maðurin í Javnaðarflokkinum segði, løgdu til merkis, at løg­mað­ ur tók eitt sindur í egnan barm, tá ið hann tosaði um vánaligu takt­ ina hjá samgonguni. Nú hevur hann so gjørt nakað við málið. Í einum skrivi í gjár boðaði formaðurin í Javnaðarflokkinum frá, at Kristin Michelsen ikki longur er partur av tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum og at starvsnevndin hjá flokkinum hevur gjørt av, at borgarstjórin á Tvøroyri ikki verður partur av listanum hjá Javnaðarflokkinum til komandi løgtingsval. At løgmaður og flokkurin hava tikið hetta stigið nú, kemur ikki óvart á. Samgongan hevur fingið samtykt fleiri av teimum stóru málunum, sum hon hevði sett sær fyri og sum kravdu, at øll í samgonguni atkvøddu fyri. Tí hevur samgongan ikki long­ ur so nógv brúk fyri einstøku at­ kvøðuni hjá Kristini Michelsen, sum hon hevur havt. Misálitið Í tíðindaskrivinum vísir løgmaður á, at hann sum formaður í Javn­að­ ar­flokkinum ikki kann góð­taka ar­ beiðslagið hjá Kristin Michel­sen. Løgmaður sipar heilt greitt her til tey krøv, sum tingmaðurin av Tvøroyri hevur sett fyri at brúka sína atkvøðu at atkvøða tey stóru málini – og ikki minst fiskivinnunýskipanina – ígjøgnum við. Men so vítt okkum kunnugt, so legði tingmaðurin av Tvør­oyri rættuliga hart trýst á løg­mann og floks­formannin í Javnað­ar­flokk­ in­um, tá ið andstøðan hevði lagt eitt misálitisuppskot á Rigmor Dam, lands­stýriskvinnu við menta­mál­um, fram. Uttan iva meinar Aksel V. Jo­ hanne­sen eisini við hetta, tá ið hann sigur, at hann ikki kann góð­taka arbeiðslagið hjá Kristin Michel­sen. Hóast hart trýst, so vildi løg­ mað­ur ikki boyggja seg fyri krøv­ unum frá Kristini Michelsen, sum hóast tað atkvødddi ímóti misálitisuppskotinum. Meldaði sjálvur út Tað var annars fyri einum ári síð­ ani, at Kristin Michelsen sjálvur boð­aði frá alment, at hann ikki long­ur kendi seg bundnan at Javn­ aðarflokkinum. Hann segði, at hann ikki kendi seg bundnan at atkvøða tað sama sum Javnaðarflokkurin, men hann fór at taka støðu frá máli til mál í tingsalinum. Hetta er annar tingmaðurin, sum er meira ella minni koyrdur ú Javn­aðarflokkinum, síðan Aksel V. Johannesen gjørdist formaður. Hin var Gerhard Lognberg, sum var koyrdur úr flokkinum í seinasta valskeiðnum og í stað­in so valdi at stilla upp fyri Sam­ bands­flokkin, tó uttan at verða vald­ur á ting. Røðan Løgmaður helt nýggjársrøðu sína gamlaárs kvøld. Útleggingarnar av røðuni í almenna rúminum hava verið, at talan í stóran mun var um eina vælrøðu. Hann vísti á tað, sum er gjørt og at vit hava tað gott í Føroyum og at tað eiga vit ikki at gloyma. Hann brúkti orðini hjá Heina Festirstein. Hewini Festirstein var fyri 30 árum síðani úti fyri eini bilvanlukku, sum gjørdi, at hann restina av lívinum má sita í koyri­stóli. Á Facebook-vanga sínum skriv­ aði Heini Festirstein: “Tað at kunna ganga er ikki nakað, sum fólk hugsa um í ger­ andis­degnum – tað er bara ein sjálv­fylgja. Eg setti ikki prís upp á at kunna ganga, fyrr enn eg ikki kundi tað meira” Hesi orðini brúkti løgmaður á nýggjárinum til at mina okkum á, at vit ikki eiga at taka allar ágóðar fyri givið, men minnast til, at onki kemur av sær sjálvum. Aksel V. Johannesen,løgmaður, ruddar nú upp í egnum baklandi Kristin Michelsen er ikki longur partur av tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum og sleppur ikki at stilla upp. Heini Festirstein gav løgmanni íblástur til nýggjársrøðuna