hósdagur 3. januar 2019síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. JANUAR 2019
SOSIALURIN 1
17
- Ferðavinnan í Suðuroy hevur eitt kempi
potentiali, tí har er so nógv, sum mann kann seta í
gongd, sigur Theresa Thuridardóttir Kreutzmann,
sum við ráðgevingarfyritøkuni, CommIT, arbeiðir
við at menna ferðavinnuna í Suðuroynni
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
PATURE@SOSIALURIN.FO
T
heresa Turidardóttir
Kreutzmann vil ikki
fokusera uppá fólkafrá
flytingina og stagner
andi gongdina í Suðuroynni. Hon
heldur, tað hevur stóran týdning
ikki at tosa negativt um Suður
oynna, og hetta kunnu vit læra frá
átakinum Vit velja Føroyar á sinni.
- Í 00’unum tosaði mann um
Føroyar sum eitt stað, sum tey
ungu valdu frá og ikki komu heim
aftur til. Mann tosaði støðuna
í Føroyum niður eftir. Men nú
er tað blivið so hipt at flyta
heimaftur, og tað er tí, mann er
byrjaður at tosa meira positivt um
tað at búgva í Føroyum, sigur hon.
- Tað haldi eg eisini er sera
týdningarmikið fyri Suðuroynna
– vit mugu ansa eftir ikki at tosa
Suðuroynna niður. Tað hevur
týdning, at mann tosar upp um
sítt øki, sjálvt um mann væl skil
ir, at tað er fólkafráflyting o.s.fr.
Mann átti at verið meira tilvitaður
um heldur at tosa tað upp, so
mann ger tað áhugavert fyri
føroyingar at flyta til Suðuroynna.
Menna ferðavinnuna
Síðan í summar hevur Theresa
Thuridardóttir Kreutzmann ar
beitt saman við Ingibjørg Berg við
at menna ferðavinnuna í Suðuroy.
Hetta byrjaði sum ein verkætlan
fyri Tvøroyrar kommunu, sum so
bleiv til eina verkætlan fyri alla
oynna. Tær báðar hava ráðgev
ingarfyritøkuna, CommIT.
Theresa Kreutzmann er ættað
úr Vági og av Tvøroyri, og hon sær
fleiri ting, sum gera Suðuroynna
áhugaverda í ferðavinnuhøpi.
- Suðuroyggin liggur fyri tað
fyrsta fjarskotin í mun til hinar
oyggjarnar. Tað, at mann skal
sigla har til, ger hana spennandi
og heilt serstaka fyri ferðafólk,
sigur hon.
Hon vísir víðari á, at Suður
oyggin í sær sjálvum er áhugaverd,
tí allar kommunurnar hava hvør
sítt sereyðkenni.
- Allar bygdirnar frá Sandvík
til Sumba hava okkurt ymiskt at
bjóða uppá. Higartil hava ov fá
organiserað tilboð verið til ferða
fólk, og mann kann tí arbeiða við
ymsum verkætlanum í hesum
ymsu økjunum.
Suðuroyggin uppløgd
til gongutúrar
Sum ferðandi í Suðuroy eru
fleiri støð, mann kann vitja;
eitt nú kolaminurnar í Hvalba,
stabbagrótið í Froðba og aðrar
náttúruupplivingar. Men eitt
ferðavinnutilboð, sum Theresa
Kreutzmann heldur hevði verið
áhugavert fyri suðuroyingar at
ment meira, eru gongutúrar.
- Aðrastaðni í heiminum skal
mann vera ein rímiliga royndur
fjallagangari fyri at ganga í
fjøllunum. Men í Suðuroy eru
nógvir túrar, sum tey flestu fólk í
roynd og veru væl klára at ganga,
sigur hon og vísir á túrin millum
Hvalba og Fámjin, túrin niðan á
Nakk, niðan á Eggjarnar í Vági og
Beinisvørð, har mann kann koyra
longsta strekkið við bili, sigur hon.
- Tað er lætt at ferðast í náttúr
uni í Suðuroy, og hetta ger tað sera
einfalt fyri ferðafólk. Mann hevur
nakrar heilt ekstremt vakrar nátt
úruupplivingar, sum eru lætt at
komiligar, uttan at mann skal
brúka tímar uppá at koma har
til. Uppá hendan mátan hevur
Suðuroyggin nakað, sum aðrar
oyggjar í Føroyum ikki hava, sigur
Theresa Kreutzmann, sum er fyrr
verandi stjóri í Visit Tórshavn.
Ráðgeva í íverksetan
Theresa Kreutzmann og Ingibjørg
Berg hava gjørt eina støðulýsing
av ferðavinnuni Suðuroynni, har
tær hava hugt eftir, hvat kann lata
seg gera, hvat riggar, og hvat kann
mennast enn meira.
Í samband við hetta fóru tær
runt til allar kommunurnar at, har
tær hildu almennar borgarafundir.
Har kundu fólk koma inn og hoyra
um endamálið og um, hvussu tey
kunnu vera við í yvirskipaðu
ferðavinnuverkætlanini.
Aftaná hetta fór CommIT í
holt við at skipa fyri íverksetara
ráðgeving til fólk við hugskotum
og verkætlanum um ferðavinnu
menning fyri at koma í gongd við
sínar verkætlanir.
Higartil hava tær báðar havt 20
verkætlanir ígjøgnum í verkætl
anarstovuni. Hesar fevna eitt nú
um túrar, heimablídni, hotellvirk
semi, søguligt innihald og uppliv
ingar á sjónum.
- Um bara 10 av teimum blíva
til nakað, so hava vit 10 nýggjar
aktivitetir í Suðuroynni, sum
ikki vóru áðrenn. Tað fara altíð at
vera verkætlanir, sum ikki blíva til
nakað, og verkætlanir, sum blíva
til nakað, sigur Theresa Kreutz
mann.
Menna talgilda tænastu
Ætlanin er at fáa fólk at arbeiða
við konkretum tilboðum til ferða
fólk. Her er ætlanin at prinsippini
tíð, stað og kostnaður skulu vera
á øllum tilboðum. Hesar føstu
rammurnar skulu útrudda fyri
brigdini “túrurin verður, um tað
viðrar”, “um nóg nógv tekna seg”
og “ring á hetta nummarið fyri at
hoyra nærri”.
Í løtuni verður arbeitt við at
menna ein talgildan vørulista,
har mann á einari heimasíðu kann
síggja alt tað, sum Suðuroyggin
hevur at bjóða.
- Hetta er ikki bara til útlendsk
ferðafólk, men eisini fyri føroy
ingar. Tá mann kemur suður,
má mann vita, hvørji tilboð og
møguleikar eru í oynni. Talgilda
produktkatalogið avhongur av,
at mann fær tey ymsu produktini
liðug og lýst. Hendan partin eru
vit í gongd við nú, sigur Theresa
Kreutzmann.
Latið nýggja matstovu upp
Theresa Kreutzmann hevur sam
an við manni sínum latið nýggja
matstovu upp á Tvøroyri, sum
eitur Glasstovan. Hon hevur lagt
merki til, hvussu væl suðuroyingar
stuðla upp undir nýggja virk
semið hjá bæði Glasstovuni og
CommIT, og hetta heldur hon er
ein positivur tendensur, sum er
galdandi fyri hugburðin hjá suð
uroyingum sum heild.
- Eg haldi, mann generelt
verður positivt yvirraskaður av,
hvussu væl mann verður móttikin
í Suðuroynni. Vit í CommIT upp
livdu eina ótrúliga góða móttøku
frá kommunum og lokalsam
felagnum, tá vit byrjaðu, og mót
tøkan av Glasstovuni hevur verið
fantastisk. Mann fær eina góða
innbjóðandi kenslu av, at komm
unurnar gjarna vilja hjálpa til, tá
mann byrjar uppá okkurt nýtt í
Suðuroy, sigur Theresa Kreutz
mann.
Ferðavinnan og hugburðurin
Theresa T. Kreutzmann og Ingibjørg Berg hava fyritøkuna CommIT,
sum veitir ráðgeving innan ferðavinnumenning
kunnu bjarga oynni:
- Vit mugu tosa
Suðuroynna
upp eftir