hósdagur 3. januar 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. JANUAR 2019
SOSIALURIN 1
16
- Fólk halda
okkum vera ørar
- Tað ger nakað serligt við ein at vera umgirdur
av bergtakandi náttúruni í Suðuroy, og vágbingar
eru ómetaliga blíðir, hjálpsamir og innbjóðandi,
sigur 21 ára gamla Guðrið Patursson úr Havn.
Saman við tveimum vinkonum flutti hon
til Vágs í august 2018 eftir at hava gingið á
várskeiðnum á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
PATURE@SOSIALURIN.FO
S
íðsta vetur gjørdi unga
havnarkvinnan, Guðrið
Patursson, av at taka eitt
hálvt ár á Ítróttaháskúl
anum í Vági. Hon visti ikki heilt,
hvat bíðaði henni í Vági, men
uggaði seg sjálva við, at hon altíð
kundi koma heim til Havnar aftur
uppá góðar tveir tímar.
Men hetta hálva árið vísti seg at
blíva nakað, sum broytti lív henn
ara og lat nýggjar hurðar upp. Á
Ítróttaháskúlanum í Suðuroy kom
hon tættari at føroysku náttúruni,
royndi sínar veingir og skapti
sterk vinaløg. Nakað serligt spurd
ist burturúr vinalagnum við tvær
aðrar ungar havnarkvinnur - Rutt
Agnarsdóttir og Elsu Jacobsen.
Tær tríggjar høvdu so góðar
upplivingar frá háskúlanum og
Suðuroynni sum heild, at tær í
summar gjørdu av at flyta til Vágs.
Guðrið og Rutt fóru fyri at arbeiða,
meðan Elsa valdi at taka sítt triðja
ár í miðnámi á Miðnámsskúlanum
í Suðuroy.
21 ára gamla Guðrið Patursson
fortelur, hvussu væl tað varð tikið
ímóti teimum trimum, tá tær júst
vóru fluttar suður.
- Tá mann er uppvaksin í Havn,
er tað onkursvegna okkurt frið
sælt við at koma út á eina bygd á
einari aðrari oyggj. Har er nakað
heilt serliga hitandi við Vágs bygd,
og vágbingar eru ómetaliga blíðir,
hjálpsamir og innbjóðandi, sigur
hon.
Bergtikin av náttúruni
Guðrið Patursson er í dag ser
liga hugtikin av náttúruni í Suð
uroynni, sum hon lýsir sum
stórslidna og bergtakandi. Ítrótta
háskúlin lærdi hana at virðismeta
og gagnnýta føroysku náttúruna
uppá ein heilt serligan máta.
- Vit brúktu meginpartin av
tíðini úti í náttúruni, og uppá
tann mátan hevur mann lært
sítt land nógv betur at kenna.
Vit hava klintrað í bjørgunum,
runnið niðan á Eggjarnar, sigið,
verið túrar við báti, og hvat veit eg.
Av sovorðnum upplivingum fær
mann eitt heilt serligt tilknýti til
sítt heim og føroysku náttúruna,
greiðir hon frá.
- Tað ger nakað serligt við ein
at vera umgirdur av bergtakandi
náttúruni í Suðri, og haraftrat
vera ein siglitúr uppá tveir tímar
burtur frá øllum øðrum.
Frískt at flyta suður
At tríggjar ungar havnarkvinnur
flyta til Suðuroyar má sigast at
vera ímóti rákinum, og Guðrið
Patursson má eisini flenna, tá hon
hugsar um reaktiónirnar, tær fáa
frá fólki, tá tær siga, at tær eru
fluttar til Vágs.
- Tann vanligasta reaktiónin
er, at fólk bara flenna og halda
okkum vera ørar í høvdinum.
Onkur heldur enntá, at tað er
tvætl. Annars eru fólk sum heild
stuðlandi og halda, at tað er frískt
av okkum. Tað er eisini spenn
andi hjá vinum og familju at
hava møguleikan at koma suður
og vitja okkum, fortelur Guðrið
Patursson.
- Hóast fólk halda tað vera ørt
av trimum ungum havnadamum
at flyta suður, so eru vit nakrar av
fleiri, sigur hon og vísir á, at ein
annar fyrrverandi næmingur á
Ítróttaháskúlanum hevur keypt
sær hús í Vági.
Við opinleika koma
møguleikar
Tær tríggjar trívast væl í Vági,
og tær keða seg ikki, tí tær duga
at halda seg framat. Bæði tá tað
viðvíkir vinfólki, arbeiði og at
geva eina hjálpandi hond í eitt nú
Marghøllini ella Ítróttaháskúlan
um. Guðrið Patursson ivast ikki í,
at vón er fyri Suðuroynni, og nú
roynir hon bara at njóta ta enn
óspiltu náttúruna í oynni, sum
hon tekur til.
- Suðuroyggin hevur ivaleyst
at bjóða uppá. Har er altíð okkurt
arbeiði, og um mann er opin, so
eru nógvir møguleikar á oynni. Eg
vænti og vóni, at har fer at henda
nógv í Suðuroynni í framtíðini,
sigur Guðrið Patursson.
Suðuroy
TEMA
Tríggjar vinkonur úr Havn fluttar til Vágs:
21 ára gamla Guðrið Patursson er serliga
drigin at náttúruni í Suðuroynni
Tær tríggjar vinkonurnar Elsa Jacobsen, Rutt Agnarsdóttir og Guðrið
Patursson úr Havn eru fyri fyrstu ferð fluttar heimanífrá – til Vágs