Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. januar 2019síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. JANUAR 2019 SOSIALURIN 1 15 og komu ikki í sama mun heim aftur. Harumframt hevði man eina øgiliga skeiklaða aldurs­ sam­anseting, ið gjørdi at størsti trupul­leikin var í teimum mest strat­eg­isku aldursbólkunum, sigur hagfrøðingurin og leggur aftr­at. - Tað eru tey millum 20 og 30 ár, ið skulu skipa familjurnar. Tað er byggiklossurin ella eind­in í samfelagnum, sum er altav­ger­ andi. Samansetingin í tí bólk­in­ um var øgiliga skeiv og um man setti sítt álit á framrokningar, so var tað ein øgiliga keðiligur nið­ur­gang­andi spiralur, ið man var kom­in í. Hvør trúði tá, at tað kundi venda á hendan hátt, sigur Hans Pauli Strøm. Reyða lampan Og júst tað, at man í dag kann fegnast um, at fólkatalið í land­ in­um ferð eftir ferð setur met, er or­søkin til, at Hans Pauli Strøm er bjartskygdur fyri Suðuroynna. Tí tá hugt verður eftir saman­set­ ingini av aldursbólkum er mun­ur­ in nevniliga ikki so stórur. - Støðan í Suðuroynni í dag lík­ ist henni sum var í Føroyum fyri nøkr­um árum síðan. Minkingin sum hevur verið seinnu árini er í somu aldursbólkum. Tað minkar í teim­um yngru ættarliðunum og av tí sama minkar føðitalið. Sam­ stundis verða fleiri, ið koma upp í tann aldurin, har deyðiligheitin av góðum orsøkum er høgur, vísir hann á. Tá tað er sagt, so leggur hann kortini dent á, at tað er eitt øki, ið má man gera nakað við, um man ynskir at venda gongdina í fólka­ tal­inum í Suðuroynni. - Um hugt verður eftir kyns­ být­inum í aldursbólkinum 20-29 ár, so kynsbýtið millum kvinnur og menn eitt sindur skeivt og tað er versnað seinastu árini. Hetta er tann reyða lampan, ið man má rætta upp á og tað sum ger, at burð­artalið er negativt. Ikki stórvegis munur Á talvu 2 sæst hvussu býtið er í teimum ymisku aldursbólkunum í Føroyum og Suðuroynni í 2009, 2014 og 2018. - Tað er ikki ein serliga stórur mun­ur í lyklabólkunum. Í bólkin­ um 20-29 ár er 11 prosent av saml­ aðu íbúgvunum í Føroyum, meðan tað er 10 prosent í Suðuroynni. Í bólkinum 10-19 ára gomul er tað 16 prosent í Føroyum og 15 prosent í Suðuroynni, vísir Hans Pauli Strøm og leggur afturat. - So tað er ikki ov seint. Nógv lond í verðini ynskja sær eina sovorðna støðu sum í Suðuroynni. Hon er ikki verri enn so, tí tað eru nógv lond, har tað er munandi verri. Og man hevur eisini lyndi at gera støðuna í Suðuroynni verri enn hon er. TALVA 2 Bæði kyn 2009 2014 2018 % Alt landið Tils. (aldur) 48613 48153 50498 100 00-09 ár 7049 6645 6929 15 10-19 ár 7540 7094 7249 16 20-29 ár 5486 5281 5865 11 30-39 ár 6156 5589 5804 13 40-49 ár 6839 6613 6388 14 00-50 ár 33070 31222 32235 68 50 o.e. 15543 16931 18263 32 Suðuroy Tils. (aldur) 4826 4659 4612 100 00-09 ár 576 577 554 12 10-19 ár 717 602 592 15 20-29 ár 481 472 470 10 30-39 ár 586 495 464 12 40-49 ár 639 613 592 13 00-50 ár 2999 2759 2672 62 50 o.e. 1827 1900 1940 38 TALVA 3 Mannfólk Konufólk Kvinnur / 100 Menn 2009 2014 2018 2009 2014 2018 2009 2014 2018 Alt landið Tils. 25257 24894 26018 23356 23259 24480 92 93 94 00-09 ár 3593 3410 3513 3456 3235 3416 96 95 97 10-19 ár 3922 3690 3713 3618 3404 3536 92 92 95 20-29 ár 3042 2932 3208 2444 2349 2657 80 80 83 30-39 ár 3299 2922 3035 2857 2667 2769 87 91 91 40-49 ár 3623 3490 3369 3216 3123 3019 89 89 90 00-50 ár 17479 16444 16838 15591 14778 15397 89 90 91 50 o.e. 7778 8450 9180 7765 8481 9083 100 100 99 Suðuroy Tils. (aldur) 2535 2456 2421 2291 2203 2191 90 90 90 00-09 ár 299 295 275 277 282 279 93 96 101 10-19 ár 359 317 308 358 285 284 100 90 92 20-29 ár 273 276 278 208 196 192 76 71 69 30-39 ár 329 252 237 257 243 227 78 96 96 40-49 ár 347 342 322 292 271 270 84 79 84 00-50 ár 1607 1482 1420 1392 1277 1252 87 86 88 50 o.e. 928 974 1001 899 926 939 97 95 94 ga ikki vónleys