Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. januar 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. JANUAR 2019 SOSIALURIN 1 14 Suðuroy TEMA So tað er ikki ov seint. Nógv lond í verðini ynskja sær eina sovorðna støðu sum í Suðuroynni. Hon er ikki verri enn so, tí tað eru nógv lond, har tað er munandi verri. Og man hevur eisini lyndi at gera støðuna í Suðuroynni verri enn hon er. Tað sigur hagfrøðingurin Hans Pauli Strøm, um fólkasamansetingina í Suðuroynni HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO Í farna mánað kundi Hagstova Føroya boða frá, at fólkatalið í Føroyum vaks við 915 fólkum í tíðarskeiðunum frá 1. november 2017 til 1. november 2018. Samstundis bleiv kunngjørt, at vit í dag eru 51.237 borgarar í landinum. Aldrin áður hava so nógv fólk búleikast á hesum oyggjum og føroyingar eru vorðnir vanir við at lesa tíðindi um hvussu alsamt fleiri veljast at búsetast her á landi. Men meðan vøksturin hevur verið stórur fyri alt landið, so er tað ójavnt býtt hvar tann vøksturin er. Um hugd verður eftir talvu 1 sæst, at Eysturoyggin og Tórshavnarøkið ganga á odda í fólkavøkstrinum, har fólkatalið síðan januar 2014 er voksið við umleið 8 prosentum. Hinvegin er støðan ein onnur í syðra parti av landinum, har Sandoyggin stendur í stað, meðan talan er um eina minking á 1,6 prosent í Suðuroynni. Tvær ymiskar gongdir Um hugt verður eftir tølunum síðstu tretivu árini hómast ein mynd, har landið sum heild upplivir ein vøkstur, meðan Suð­ ur­oyggin av álvara dragnar aft­ur­ úr. Í 1989 búðu 47.675 fólk í Føroyum. Í kreppuárini minkaði hetta talið rættiliga nógv, men vendist gongdin miðskeiðis í nítiárunum og búðu tað í 2018 50.780 fólk í landinum. Tað er ein vøkstur á 3.905 íbúgvar. Um man samstundis hyggur at gongdini hesi síðstu fimm árini, sæst at talan er um ein nýggjan vøkstur, tí hesi árini er fólkatalið voksið við 3.302 íbúgvum. Í Suðuroynni búðu í 1989 5.845 fólk og eins og restina av landinum bleiv oyggin hart rakt av fráflytingini í kreppuárunum. Men har steðgar samanberingin, tí meðan fólkatalið fyri alt landið fótaði sær miðskeiðis í nítiárunum, er fólkatalið, við undantikið av nøkrum einstøkum árum, einans minkað í Suðuroynni við tí úrslitið, at tað í 2018 búðu 4.601 fólk á oynni. Ein minking á 1.255 fólk. Slagsíða Ein sum kennir betur til hagtølini enn flest onnur er Hans Pauli Strøm, hagfrøðingur, ið seinastu mongu árini hevur staðið fyri demografisku hagtølunum hjá Hagstovu Føroyar. Hann vísir á, at um hugt verður eftir miðaltalinum síðstu fimm árini fyri hvørjar túsund íbúgvar, so sæst hvat orsøkin er til verandi gongd í fólkatalinum. - Um man fyrst hyggur at talinum fyri føðitíttleikan, so er tað lægri í Suðuroynni enn aðra­ staðni. Í Føroyum er talan um ein vøkstur á 1,3 prosent, meðan tað í Suðuroynni er 0,9 prosent. Tað er kanska ikki ein so markantur munur, men tá man so hyggur at deyðatíttleikanum, fær man eina kraftiga slagsíðu, tí hann er nógv størri í Suðuroynni. Fyri alt landið er tað 0,8 prosent, meðan tað fyri Suðuroynna er 1,1 prosent. Tað vil siga, at føðitíttleikin í Suðuroynni er nógv lægri og deyðatíttleikin er nógv hægri, vísir Hans Pauli Strøm á. Burðaravlopið vendir skeivt Tá hugt verður eftir burðarav­lop­ inum, ið er munurin millum tey, sum á hvørjum ári verða fødd, og tey sum doyggja, sæst at með­an tað er positivt fyri Føroyar sum heild, so er tað negativt í Suð­ur­ oynni. Hædd skal kortini takast fyri, at vøksturin í Føroyum ikki rættiliga er umboðandi í al­heims­ sam­felagnum. - Í Føroyum hevur man eitt hampi­liga stórt burðaravlop, tí eitt burðaravlop á 0,5 prosent er rætti­ liga stórt. Burðaravlopið í flestu fram­komnu londunum í dag, ið kalla seg vælferðarsamfeløg, er mink­andi og nærkast meira og meira ongum, tí ættarliðini verða eldri. At vit í Føroyum enn hava eitt burðaravlop á hálvt prosent er sjáldsama høgt og kann væl vera eitt eindømi í Evropa, sigur Hans Pauli Strøm. Umframt eitt negativt burðar­ av­lop eru hagtølini fyri netto­flyt­ ingina ikki ser­liga huga­ligur lesn­ aður hjá suð­ur­oying­um. - Har er munurin millum Suð­ ur­oynna og Føroyar enn størri. Vit hava eina nettoflyting í Før­ oy­um á 0,8 prosent, meðan Suð­ ur­oynni eisini har hevur eina negativu gongd við - 0,2 prosent. Burð­aravlopið og nettoflytingin er tað, ið oyðileggur myndina, og ger tað, at tað gongur skeivan veg sigur hann. Als ikki vónleyst Hóast tølini ikki eru nakað bein­ leið­is at fegnast um, so metir hag­ frøðingurin ikki, at tað er nøkur orsøk til at falla í fátt. Og orsøkin til tað er at finna í Føroyum. - Tølini eru kanska ikki so pen fyri Suðuroynna. Men er hon vónleys? Nei, støðan er slett ikki vón­leys. Tí man kundi sagt tað sama um støðuna í Føroyum fyri 5-8 ár síðan. Fólkatalið mink­aði, tí tey ungu rýmdu av landinum TALVA 1 Støðan er sannilig - Støðan í Suðuroynni í dag líkist henni sum var í Føroyum fyri nøkrum árum síðan. Minkingin sum hevur verið seinnu árini er í somu aldursbólkum. Tað minkar í teimmum yngru ættarliðunum og av tí sama minkar føðitalið.