hósdagur 3. januar 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. JANUAR 2019
SOSIALURIN 1
13
og roksa um Suðuroynna, men at
búgva har, tað kunnu tit ikki”.
- Tá tað kemur til at búseta seg
á oynni, haldi eg, suðuroyingar
meira hava orðini í munninum
enn handlingina í sinninum. Tað
er, sum um mann sigur: “báturin
søkkur, men vit fara ikki at gera
nakað fyri at halda honum flót
andi”, sigur Finn Johannesen.
Guðmundur flutti suður
at leiða háskúlan
Á sumri 2016 sá ein nýggjur
ítróttaháskúli dagsins ljós í Vági,
sum má sigast at hava verið ein
sólskinssøga. Ung fólk úr øllum
Føroyum hava roynt seg á skúlan
um, og síðan summarið 2017 hevur
bíðilistin verið langur.
Tá nýggi háskúlin varð settur á
stovn, varð søkt eftir einum leiðara
til skúlan. Hetta starvið ljóðaði
spennandi fyri havnarmannin og
íðkaran, Guðmund Joensen, sum
annars einki samband hevði við
Suðuroynna tá. Hann fekk starvið,
og við skúlaársbyrjan flutti hann
til Vágs. Tað fyrsta árið pendlaði
hann millum Vág og Havnina, tí
konan og børnini enn búðu í Havn,
men á sumri í 2017 flutti familjan
eisini suður, og tey stórtrívast har
í dag.
Fólk trúðu ikki
uppá skúlan
Sjálvur hevði Guðmundur Joen
sen ongar beinleiðis stúranir ella
fordómar um at flyta suður, men
hann minnist, at onnur fólk norð
an fyri fjørðin ikki trúðu uppá
visiónina um ein nýggjan ítrótta
háskúla í Suðuroynni.
- Sera nógv fólk úr Havnini
søgdu við meg, at eingin fór at
tíma at koma suður fyri at ganga
í skúla. Men hesar fordómarnar
havi eg gott nokk fingið avsann
aðar, sigur hann.
Gamlir næmingar vitja
Eftirspurningurin eftir at sleppa
at ganga á Ítróttaháskúlanum
í Suðuroy er nevniliga ógvuliga
stórur – bæði millum føroyingar
og útlendingar. Guðmundur Joen
sen upplivir, at næmingarnir sum
heild eru sera væl nøgdir við uppi
haldið á háskúlanum.
- Eg møti javnan gomlum næm
ingum í dag, sum enn ferðast suð
ur, tí teir hava fingið so góðar upp
livingar og góð sambond á oynni.
Har eru enntá næmingar, sum
eru fluttir til Vágs aftaná at hava
gingið á Ítróttaháskúlanum, for
telur hann.
Eingin orsøk at fylgja
við streyminum
Finn Johannesen heldur ikki,
at mann skal lata seg ávirka av
rákinum og avbjóðingunum við
demografiini, fólkafráflyting og
arbeiðsloysi.
- Mann má gera tað, mann hev
ur hug til at gera. Tað gevur onga
meining at flyta til Havnar, bara
tí øll hini flyta til Havnar, sigur
klaksvíkingurin.
Finn Johannesen undirheldur
runt alt landið sum klovnurin
Bubu, og hann lesur á Fróðskap
arsetrinum í Havn. Hann kennir
seg ikki avmarkaðan við sínari
adressu í Suðuroynni, tí túrurin
norður við Smyrli tekur bara tveir
tímar.
- Hóast eg búgvi í Vági, rokni
eg við, at eg brúki hentleikarnar
í miðbýnum í Havn meira, enn
ein havnarmaður brúkar teir.
Tað er bara at seta seg umborð á
Smyril og koyra har, mann skal.
Eg kann brúka hentleikarnar í
miðstaðarøkinum, áðrenn eg fari
á Setrið, í pausuni ella áðrenn eg
fari suður aftur, vísir Finn Jo
hannesen á.
Vón er fyri framman
Guðmundur Joensen og Finn Jo
hannesen eru báðir tveir bjart
skygdir og vónríkir um framtíðina
hjá Suðuroynni.
- Tað er heilt givið, at um samfel
agið hevur tað nøkunlunda, sum
tað hevur nú, so kann mann byrja
uppá suðuroyartunnilin innan fá
ár. Ein undirsjóvartunnil kann
gera alt so nógv lættari. Tá kann
mann búgva her, arbeiða í Havn
og fara til ítrótt o.a. allastaðni í
landinum, sigur Finn Johannesen.
Guðmundur Joensen vísir á
positivu gongdina við nýggju
verkætlanunum í Vági sum
Ítróttaháskúlanum, Páls Høll og
Marghøll. Hann heldur, at har
er eitt grundleggjandi ting, sum
kann gera, at menningin í Vági
kann nørast víðari.
- Nú stendur ein ferðavinna og
trippar á gáttini til at kunna eks
plodera í Vági. Tað fer hon at gera
í ein vissan mun, men bústaðar
møguleikar til ferðafólk eru ein
fyritreyt, sum manglar, fyri at tað
skal kunna blíva til eina ítøkiliga
vinnu.
- Tað hevur stóran týdning, at
vit øll hála hesa línuna í felag, líka
sum mann hevur gjørt seinastu
árini. Mann má trúgva uppá tað,
sum mann hevur sett í sving, og
positiva avleiðingin hevur víst
seg, og hon skal nokk eisini vísa
seg í framtíðini. So fer Vágsbygd
at blóma enn meira, sigur leiðarin
á Ítróttarháskúlanum í Suðuroy,
Guðmundur Joensen.
Guðmundur Joensen flutti til Vágs í 2016, tá hann tók við starvinum
sum leiðari á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy