Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. januar 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. JANUAR 2019 SOSIALURIN 1 12 PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO K laksvíkingurin Finn Jo­hanne­sen er ein teirra, sum hevur valt Suð­uroynna til. Í 2006 tóku hann og konan valið at flyta úr Havn og til Vágs. Síðan tá hevur Finn Johanne­ sen stáplað nógv ymisk ting upp í Suðuroynni. Hann hevur eitt nú skipað fyri “Vilt í Suðuroy”, “Føroya sunnasta hálvmaraton” og útferðum fyri ferðafólk. - Kanska hava vit aðrar fyri­ treytir í Suðuroy, sum vit mugu liva við, men tað er eingin ivi um, at ting bera til her. Tann, sum skal billa mær inn, at einki ber til í Suðuroynni, má líka hyggja í eyg­uni á sær sjálvum. Tað krevur virkis­fýsni, og virkisfýsni fær mann frá fólki, sum ikki bara grenja, men sum tora, sigur Finn Johannesen. Meira tos enn handling Finn Johannesen saknar, at suð­ ur­oy­ingar sjálvir taka ábyrgd fyri gongdini í oynni við eitt nú sjálvir at velja at vera har. Hann minnist aftur á eina samrøðu, sum hann varnaðist umborð á flogfarinum. - Tveir suðuroyingar sótu aft­an­ fyri meg og tosaðu við nakrar út­ lend­ingar. Suðuroyingarnir róstu Suð­uroynni upp um skýggini og fortaldu alt um, hvussu deiligt har var. So vendi eg mær við og spurdi teir, hvar teir búðu. Teir búðu báðir í Havn. Tá segði eg “ja ja, tað er munur á. Tit sita og reypa Suðuroy TEMA Tilflytarar til Suðuroynna: VÓNIN ER AT SUÐUROYGGIN FER AT BLÓMA Meðan gongdin í Suðuroynni er ørkymlandi og fær fleiri at flyta har frá, eru tað eisini tey, ið velja Suðuroynna til. Sosialurin hevur fingið orðið á nøkur teirra, ið eru flutt suður, og vit spyrja, hvat tað er, sum ger, at mann velur Suðuroynna fram um miðstaðarøkið Finn Johannesen hevur búð í Vági síðan 2006