Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. januar 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. JANUAR 2019 SOSIALURIN 1 11 Broyttan fíggjarleist Longu nú er eisini greitt, at summ­ ar kommunur hava trup­ult við at fáa allar endar at røkka sam­an. Serliga er eldraøkið vorðin ein av­bjóðing hjá summum komm­ un­um, tí samanhangur er ikki við fíggj­arleistin hjá landinum og tað, ið tað veruliga kostar at reka økið. Í 2018 kostaði tað komm­un­un­ um 55,4 milliónir krónur at reka eldraøkið á oynni, men fingu tær ein­ans 52,4 milliónir krón­ur í fígg­ ing til tað. Sostatt resta 3 milli­ónir krónur í, sum komm­un­ur­nar mugu finna aðrastaðni frá. Og tað er ikki bara sum at siga tað hjá summ­um teirra, til dømis Fámjins komm­una. - Eitt vanligt ár hevur Fámj­ins komm­una eina persóns­skatta­inn­ tøku á umleið 2,6 milliónir krón­ ur. Samstundis eigur komm­un­an 480.000 krónur av hall­in­um hjá eldrasamstarvinum í 2018. Sostatt skal kommunan brúka umleið 18,7 prosent av per­sóns­skatta­inn­tøk­ una í 2019 fyri at rinda eitt hall frá 2018, vísir Dennis Holm á, og legg­ ur afturat, at slíkt hevði neyvan verið góðtikið aðrastaðni. - Um Tórshavnar kommuna skuldi gjørt tað sama, so skuldi komm­unan brúkt 140 milliónir krón­ur aftrat til at fíggja eldra­ økið. Eg eri sikkur upp á, at um Tórs­havn­ar kommuna skuldi brúkt 140 milliónir krónur til at fíggja eldraøkið, so bleiv fíggjar­ leist­urin til eldraøkið broyttur sama dag. Kunnu ikki lata sum luft Borgarstjórin vísir á, at tá eldra­ økið á sinni bleiv lagt út til komm­ un­urnar at reka bleiv lovað, at økið bar seg sjálvt. Men nú tað er greitt, at flestu kommunurnar í Suð­uroynni mugu brúka aðrar inn­tøkur til at fíggja økið, og fáa komm­unurnar ikki fleiri inntøkur, so er neyðugt at spara á økinum. - Um man ikki fær eina skipan við størri fígging av eldraøkinum, so má raksturin tillagast. Um 3 milliónir skulu sparast, so sigur tað seg sjálvt, at man noyðist at spara upp á tænastur. Tá eini 80- 85 prosent eru lønarútreiðslur, so má man hyggja eftir hvussu man fær mest fyri pengarnar og hvørj­ ar tænastur kunna sparast burtur. Man kann bara ikki lata sum um tað fer at ganga, tá tað ikki gongur, sigur Dennis Holm. Og tá er skjótt at enda í einari støðu, har kommunurnar muga taka støðu til hvørja tænastur tær ynskja at bjóða borgarunum. - Í Klaksvík, Eysturkommunu og Runavíkar kommunu hava tey havt ein vøkstur á inntøkunum upp á eini 20-30 prosent seinastu 6-7 árini, so har ber til at leggja eitt sindur av til eldraøkið. Men her í Suðuroynni hevur vøksturin so dánt fylgt lønarvøkstrinum, so tann kassin er slett ikki til í Suðuroynni. Tí koma vit eis­ ini í eina støðu, har vit mugu rað­festa, um vit til dømis vilja bjóða út barnagarðspláss, hava ein hampiliga skúla ella eitt gott eldra­øki, sigur Dennis Holm. Barnatalið Størsta hóttanin fyri framtíðina hjá Suðuroynni er kortini ikki mangl­andi inntøkur í komm­unu­ kass­unum ella færri tænastur. Í stað­in er tað manglandi talið av børn­um, ið verða borin heim á oynni. - Størsta avbjóðingin hjá okk­ um er, at hvørt ár veksur talið av pen­sjónistum, meðan vit ikki fáa eitt munagott tal av yngri fólki. Í demo­grafiskum høpi var 2018 ein katastrofa fyri Suðuroynna, tí einans umleið 30 børn blivu fødd í allari oynni. Í Vágs kommunu vóru 8 børn fødd, meðan árgangurin sum fór í 1. flokk í Vágs skúla í ár var 26 børn. So um sjey ár verður 1. flokkur í Vágs skúla 8 børn, um vit ikki fáa fleiri tilflytarar við børnum. Tað sigur eitt sindur um ferðina á gongdini, vísir Dennis Holm á og heldur fram. - Um man hyggur at einum trýáraskeiði, so eru vit uppi á umleið 100 børn eru fødd síðstu trý árini, meðan eitt trýáraskeið bara fyri fimm árum síðan var 150 børn. So avbjóðingin við mangl­ andi barnatalið er stór. Tað at alsamt færri børn verða borin í heim í oynni hevur ávirk­ an á eina røð av virksemi í Suð­ur­ oynni. - Um vit um 6-7 ár hava 30 prosent færri børn, so enda vit í einari støðu, har man má nið­ur­ leggja størv í dag­stovna­øk­inum og skúlunum. Tað ávirkar eisini alt ítr­óttar-, frítíðar- og mentanarlív. Tað er alt frá skótum til sangkór, fót­bólt, hondbólt, svimjing og flog­bólt. Allar ítróttargreinar á oynni verða merktar av hesum, sigur Dennis Holm. Ongin skjót loysn Hóast avbjóðingarnar eru nógvar, so trýr Dennis Holm fult og fast upp á, at tað ber til at venda gongd­ ini og at oyggin er lív lagað. Men tað krevur hart arbeiði og ein vilja frá øllum pørtum, bæði úr Suð­ur­ oynni og frá landspolitiskari síðu. - Tað er eingin skjót loysn, men man má inn at arbeiða við av­bjóðingini. Vit hava gjørt fleiri til­mælir, har vit leggja upp til, at nøkur tilmæli verða loyst í Suð­uroynni, meðan landið skal gjøgn­umføra onnur tilmæli. Men lítið og einki er hent frá landsins síðu enn. Vit hava eina kenslu av, at man frá landspolitiskari síðu sigur, at nú fer Varðin Pelagic og Bakkafrost í gongd aftur og so skal nokk alt ganga. Men hóast tað er gott, so er tað bara ikki nokk, sig­ur Dennis Holm, áðrenn hann út­greinar tað víðari. - Talan er lutvíst um størv, ið fólk ferðast ígjøgnum. Ungdómar eru har í 1 ella 2 ár, áðrenn tey fara víðari at nema sær eina útbúgving. Men tá tey hava fingið hana, eru eingin størv at koma heim aftur til. Um tú ert blivin jurist, búskap­ ar­frøðingur, arkitekt ella annað, so eru ikki nógv størv á oynni til tín. Suðuroyartunnilin fyri framman Í mai løgdu kommunurnar í Suð­ ur­oynni fram eitt álit við ymiskum átøk­um, ið tær trúgva kunnu vera við til at venda gongdini í oynni. Av teimum átøkum er tað serligt eitt, ið Dennis Holm trýr kann gera ein stóran mun fyri oynna. - Tann dagin Suðuroyartunnilin verð­ur samtyktur sum verklagslóg í løg­tinginum, henda nakrar ment­ alar broytingar í oynni. Tað er kanska tað málið, ið er mest átrok­ andi at fáa samtykt, sigur Dennis Holm. Aftrat tí eru ein røð av upp­ skot­um, ið kommunurnar ynskja at seta í verk. Harímillum at fáa Strand­ferðsluna at taka upp aftur sigl­ingina til Skotlands. Ein verk­ ætlan, ið borgarstjórin sigur loysir seg fíggjarliga. - Veruleikin er tann, at við eini farleið til Skotlands, fara vit frá at vera ein blindtarmur í Føroyum til næstan at gerast “verðsins nalvi”. Tá fáa vit beinleiðis samband við eitt land við umleið 66 milliónum íbúgvum. Tað hevði skapt nakar møguleikar, ið vit ikki hava í dag, sigur hann. TØÐAN ER LARMERANDI - Vit hava lutfalsliga nógv eldri, færri og færri fólk í arbeiðsførum aldri, inntøkurnar hjá teimum í arbeiði eru lutfalsliga lágar og so hava vit eina øgiliga stóra avbjóðingin við, at demografiska samansetingin í Suðuroynni er alarmerandi