Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. januar 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. JANUAR 2019 SOSIALURIN 1 10 HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO T að er ikki at gera ov nógv av, tá sagt verð­ur at tíðirnar eru góð­ar í Føroyum. Sam­felags­ hjól­ini koyra við fullari ferð, arbeiðs­loysið er lágt, fólkatalið met­høgt, kommunukassarnir eru um at sprongjast av vaksandi inn­ tøkum og fleiri stórar byggi­verk­ ætl­anir eru í gongd. Men meðan stórir partar av land­inum í hesum døgum njóta ágóð­an av góðu tíðunum, so síggja tey eitt sindur øðrvísi upp á støð­ una í Suðuroynni. - Støðan í Suðuroynni er alarmerandi. Vit hava lutfalsliga nógv eldri, færri og færri fólk í arbeiðsførum aldri, inntøkurnar hjá teimum í arbeiði eru lut­ fals­liga lágar og so hava vit eina øgi­liga stóra avbjóðingin við, at demo­grafiska samansetingin í Suð­uroynni er alarmerandi, er met­ingin hjá Dennis Holm, borg­ ar­stjóri í Vágs kommunu. Stara seg blind Hann vísir á, at hóast hann met­ ir, at núverandi samgonga hev­ur gjørt fleiri raðfestingar í Suð­ur­ oynni enn undanfarnu stýrir, so er tað kortini ikki nokk. - Sjálvt um man ger meira enn man hevur gjørt áðrenn, so skal tað so ótrúliga nógv til, áðrenn man megnar at broyta gongdini í oynni, tí ov lítið hevur verið gjørt und­anfarin ár. Tað man longu ger er gott og ger mun, men tað skal kort­ini meira til, sigur hann. Góða gongdin í restina av land­ in­um er ein av orsøkunum til, at pol­it­ikarar ikki síggja hvussu álvar­som støðan er í Suðuroynni, met­ir borgarstjórin í Vági. - Tá landspolitikkarar hyggja at samfelagsgongdini, bendir alt á, at tað gongur ótrúliga gott. Tað gongur eisini so mikið gott, at man fær seg ikki at trúgva, at tað kann ganga illa nakra aðrastaðni. Soleiðis virkar tað fyri mær, tá vit hava framløgur fyri politikarum og øðrum. Tá vit so vísa á gongdina í fólkatalinum, meðalinntøkuna hjá borgarum, arbeiðsloysi og annað, verða fleiri av teimum rætti­liga skelkaði og trúgva næsta ikki sínum egnu eygum og oyrum, sig­ur Dennis Holm. Tvær ymiskar støður Meðan kommunukassar um alt landið hava notið gott av pelagiska ævintýrinum, so er borgarstjórin í Vágs kommunu skjótur at vísa á, at tað er kortini ymiskt hvussu stórur hesin ágóðin hevur verið. Tí hóast Varðin Pelagic hev­ ur bygt eitt upp­sjóv­ar­virkið á Tvøroyri, so stend­ur inn­tøku­ vøkst­urin í kommunu­kass­unum hjá kommununum í Suðuroynni als ikki í mát við aðrastaðni í land­ in­um. - Um til dømis Vágs kommunu hevði somu inntøkur sum Runa­ vík­ar kommuna, so høvdu vit havt upp móti 60 milliónir krónur í per­ sóns­skattainntøkum í staðin fyri 43 milliónir krónur. Tað eru umleið 17 milliónir meira at arbeiða við, sigur Dennis Holm. Suðuroy ST AL - Tá landspolitikkarar hyggja at samfelagsgongdini, bendir alt á, at tað gongur so ótrúliga gott. Tað gongur eisini so mikið gott, at man fær seg ikki at trúgva, at tað kann ganga illa nakra aðrastaðni. Soleiðis virkar tað fyri mær, tá vit hava framløgur fyri politikarum og øðrum. Tá vit so vísa á gongdina í fólkatalinum, meðalinntøkuna hjá borgarum, arbeiðsloysi og annað verða fleiri av teimum rættiliga skelkaði og trúgva næsta ikki sínum egnu eygum og oyrum, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu, um gongdina í Suðuroynni TEMA