Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. januar 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. JANUAR 2019 SOSIALURIN 1 9 byrjaði í Dimmalætting í 1987 og Kringvarpinum í 1997 var Face­ book ikki til, men aftaná at sosiali miðilin hevur gjørt innrás í Før­ oy­um, hevur hann kollvelt tað sam­skifti, ið føroyingar hava við journal­istar. - Tað er vorðið meira krevjandi at vera journalistur, tí tú ert rættiliga óvardur. Man skal venja seg við, at fólk hava eina meining um alt tað tú ger alla somlu tíðina. Fyrr møtti man kanska onkrum á gøtuni, ið hevði eina viðmerking til, um okkurt var gott ella ringt. Nú er øgiliga nógv at síggja á Facebook, tí fólk brúka tað til alla tíðina at siga sína hugsan. Tað er nógv kontantari avrokning í dag enn fyrr, tí tað er vorði so lætt at gera sína hugsan til kennar, sigur hon. Hinvegin metir hon, at kritikk­ ur­in mótvegis journalistum her á landi til tíðir kann vera harðari enn tað vit kenna aðrastaðni frá. - Eg haldi eisini, at journalistar fáa rættiliga nógv oman yvir seg. Í Føroyum er ein ódámligur tend­ ensur at geva journalistum skyld­ ina fyri líkt og ólíkt. Serliga mill­ um politikarar. Tað verður javnan lagt eftir tíðindafólki av tingsins røð­arapalli. Nakað sum tú ikki sært í sama mun í øðrum londum. Ein onnur grundleggjandi broyt­ing, ið Óluva Zachariasen hevur upplivað í síni tíð í miðla­ heim­inum, var tá Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya bleiv lagt sam­ an í ein stovn. Tað er ein avgerð, ið Óluva Zachariasen fult og heilt stuðlar. - Man hevur tosað nógv um at koyra Kringvarpið sundur í tvær tíðindadeildir, men miðla­lands­ lagið í Føroyum er so mikið lítið, at eg haldi tað er ein styrki, um KVF kann vera ein tíðindadeild held­ur enn splittað í smáar eindir. Sam­ an­leggingin hevur verið góð, tí tað hevur gjørt Kringvarpið til eitt øgi­liga spennandi arbeiðspláss, har man fær flutt seg á ymiskum pall­um og lyft nakrar uppgávur, ið onnur ikki kunna. Tá tú ert ein miðil, ið krevur pening frá fólki, so hevur tú eisini eina skyldu at gera slíkt arbeiði, ið onnur ikki hava orku til, sigur hon. Møguleikar í Hesti Meðan tað fyrst og fremst verð­ur samskifti og orðstýran, ið verð­ur meginbulurin í nýggja arbeiðs­ lív­inum hjá Óluvu Zachariasen, so hevur hon eisini eitt eyka bein at standa á í Hesti, har hon hevur eitt festi. Tað er tó ikki djórini á fest­inum, ið hon sær tann stóra møgu­leikan í, men heldur at bjóða oynna fram fyri ferðafólkum. - Í seinastu havi eg gjørt eitt sind­ur burturúr ferðavinnuni á oynni. Tað eru serliga føroyingar í koma á vitjan har úti. Tey hava so møguleikan at verða víst runt á oynni og fáa so okkurt til matna. Men tað eru nógvir føroyingar, ið aldrin hava vitjað oynna. Fólk hugsa mangan um Koltur, men gloyma Hest. Hon hevur kanska verið meira anonym, men tá fólk vitjað á oynni verða tey øgiliga bilsin. Tí har er ótrúliga flott og stórsligið uppi á oynni, sigur Óluva Zachariasen. Sjálv metir hon, at tað eru stórir møguleikar fyri at menna oynna sum eitt ferðavinnustað, men stóri meinbogin er ferðasambandið út til oynna, ið er út av lagi vánaligt. - Um man fær gjørt nakað við ferðasambandið og gjørt meira vart við seg, so trúgvi eg, at man kann menna ferðavinnuna nógv meira. Spurningurin er bara hvussu nógv man ynskir at menna hana, tí eg veit ikki, um eg eri so áhugað í, at bygdin verður full av ferðafólki. Tað er týdningarmikið, at tað riggar til tað virksemi og lív, ið longu er í bygdini, sigur hon. - Tað hevur ikki verið ein trupulleiki, hóast tað summar tíðir kann vera troyttandi. Tí um man er í eini veitslu ella aðrastaðni har fólk savnast, so fær man viðmerkingar um sítt arbeiðspláss og skal verja Kringvarpið R ÐIR Aftaná 21 ár í Kringvarpinum fer roynda tíðindakvinnan nú at royna seg sum sjálvstøðug