Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. januar 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. JANUAR 2019 SOSIALURIN 1 8 HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO Á rsskiftið er tíðin, tá mong brúka høvi at hyggja aftur á farna árið, eftirmeta tað sum hent er og seta sær nýggj mál. Tað er tíðin fyri broyttar kósir, nýggjar kapittular og endurreistar dreymar. Fyri summi er talan um smærri broytingar, hjá øðrum verður lagt á ein heilt annan bógv. Onkursvegna gevur ársskiftið okkum menniskjum eina kenslu av, at alt er vorðið nýtt. Eitt nýtt ár fylt við nýggjum møguleikar at gera alt tað, ið vit hava droymt um, men aldrin tora at ført út í veruleikan. At finna eitt nýtt arbeiði, stovna eina familju, fylgja barndómsdreyminum, keypa eitt hús, skapa eitt heim, keypa dreyma­ferðina, arbeiða minni, íðka meira, røkja tíðina betri ella bara gerast eitt betri menniskja. Fyri Óluvu Zachariasen, ið flest allir føroyingar kenna sum tíð­ inda­kvinna í Kringvarpi Føroya, er 2019 árið, tá hon gavst í heimliga um­hvørvinum í Sortudíki fyri at standa á egnum beinum. Í heyst boðaði hon nevniliga leiðsluni í Kringvarpinum frá, at hon at rokna frá 1. januar 2019 ikki longur skuldi teljast millum starvsfólkini í almenna tíðindamiðlinum, aft­ aná at hava arbeitt har í 21 ár. - Nú er ætlanin er at arbeiða sum sjálvstøðug innan samskifti og orðstýran. Tað vil siga, at skriv­ ar tekstir og greinar fyri fólk, feløg og onnur, veita ráðgevan innan sam­skifti og bjóða meg fram sum orð­stýrara, greiðir Óluva Zach­ aria­sen frá. Ráða yvir egnu tíð Sosialurin fekk orð á hana ein av síðstu døgunum í farna ári, tá hon var í ferð við at leggja síðstu hond á nýggjárssendingina hjá Kring­ varp­inum. - Hetta er ein avgerð, ið eg havi hugsað um í fleiri mánaðir. Sum starvsfólk í Kringvarpinum er man øgiliga bundin at einum vakt­ arskema. Eg eri komin hartil, at eg trongdi at koma úr tí og ráða yvir míni egnari arbeiðstíð, sigur tíð­ inda­kvinnan, tá hon verður spurd, um hetta er ein avgerð, ið hevur verið leingi ávegis. Men hóast tað eru 21 ár síðan, at Óluva Zachariasen byrjaði í starvi í táverandi Útvarpi Føroya, so er arbeiðslívið uttanfyri hvítu vegg­ ir­nar í Sortudíki kortini ikki ókent fyri tíðindakvinnuna, nú hon fer at arbeiða sjálvstøðug innan sam­ skifti. Gjøgnum tíðina í Kring­varp­ in­um hevur hon hevur nevniliga í fleiri umførum verið í farloyvi, har hon hevur tikist við ymiskt annað. Og tað var júst royndirnar frá einum av hesum farloyvum, ið hevur givið áræði at royna nýggj­ ar leiðir. - Tað sum kanska gjørdi tað lætt­ari var, at eg var í farloyvi fyri hálvumøðrum árum síðan. Eg kom aftur í apríl 2017, og í tí tíðar­ skeið­inum fekst eg við nakrar av teim­um arbeiðsuppgávunum, ið eg kundi hugsa mær at arbeitt við nú, sigur hon og útgreinar. - Eg skrivaði fyri onkrar heima­ síð­ur og onkran facebookprofil. Skrivaði eisini greinar til ymisk tíðarrit, bløð og var orðstýrari. Tá hugsaði eg, at hetta tími eg nokk so væl, tí tað var serliga frælsi, ið dró meg. Á hendan hátt kann eg sameina tey tingini eg geri, harímillum at sita í Hesti og skriva eins væl sum í Havn. Tað tiltalar meg nokk so nógv, sigur Óluva Zach­ariasen. Kann ikki vera erkvisin Hóast Óluva Zachariasen fer at taka ymiskar vaktir í Kring­varp­ in­um, tá tørvur er á tí, so er eingin loyna, at tað verður ein munandi øðrvísi tilvera hjá henni, nú hon ikki longur regluliga verður at hoyra og síggja í heimum kring landið. Men tað at fólk kenna hana aftur plagar kortini ikki at vera trupul­leiki, metir tíðindakvinnan. - Tað kemur meira enn so fyri, at eg undrist yvir, at onkur kennir meg, og so mugu tey nærmastu minna meg á, at sjálvandi gera tey tað frá Kringvarpinum. Men tað hevur ikki verið ein trupulleiki, hó­ast tað summar tíðir kann vera troytt­andi. Tí um man er í eini veitslu ella aðrastaðni har fólk savn­ast, so fær man viðmerkingar um sítt arbeiðspláss og skal verja Kring­varpið, greiðir hon frá. Hon er tó skjót at vísa á, at júst hetta er ein partur av arbeið­in­um og avgjørt nakað, ið allir journal­ istar eiga at finna seg í. - Man kann ikki vera viðbrekin og man skal tola eitt sindur av hvørjum. Tá tú setir øðrum spurn­ ing­ar um líkt og ólíkt, so skal man eisini tola eitt sindur sjálv. Man kann ikki vera erkvisin sum kring­ varps­fólk ella journalistur, sigur Óluva Zachariasen. Stórar broytingar í miðlaheiminum Júst tað at fólk hava eina meining um eins arbeiði er eisini nakað, ið Óluva Zachariasen heldur, at journalistar mugu finna seg í nógv meira enn áður. Tá hon - Man skal ikki vera viðbrekin og man skal tola eitt sindur av hvørjum. Tá tú setir øðrum spurningar um líkt og ólíkt, so skal man eisini tola eitt sindur sjálv. Man kann ikki vera erkvisin sum kringvarpsfólk ella journalistur. Tað sigur roynda tíðindakvinnan Óluva Zachariasen, ið aftaná 21 ár í starvi í Kringvarpi Føroya takkar fyri seg. - Hetta er ein avgerð, ið eg havi hugsað um í fleiri mánaðir. Sum starvsfólk í Kringvarpinum er man øgiliga bundin at einum vaktarskema. Eg eri komin hartil, at eg trongdi at koma úr tí og ráða yvir míni egnari arbeiðstíð PERSÓNSØGA Óluva Zachariasen: ÓLUVA ROYNIR NÝGGJAR LEIÐ