Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. januar 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. JANUAR 2019 SOSIALURIN 1 7 HAPPING Umhugsin Nærverandi Ítøkiligur MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI hvørt vikuskifti í Sosialinum www.midflokkurin.fo MIÐFLOKKURIN Vangamynd Navn: Charlotta á Váli Olsen Búðstaður: Tórshavn Útbúgving/Yrki: Námsfrøðingur Hví Miðflokkin: Tí flokkurin hevur tey kristnu og etisku virðini sum grundarlag undir øllum arbeiði floksins. Hjartamál: - At yngstu og veikastu borgarar okkara hava bestu kor at vaksa upp í, í okkara skjótt mennandi og stressandi samfelag. - at okkara eldru borgarar hava eitt virðiligt lív sum pensiónistar og gomul, eins og vit sjálvi ynskja okkum, tá okkara tíð kemur Álopini á kristna Frælsið kunnu steðgast í 2019! Ágangurin, sum politiska valdið í mongum londum loyvir og fremur á kristna grundarstøðið, hevur longu sett djúp spor í samfelag okkara. Kritik leyst hava ráðandi politisku flokkanir slóða undan, tí er umráð- andi, at tú til komandi val gjølliga umhugsar, hvussu tú verður við at forða framhaldi av førda politikkinum. Niðanfyri endurgeva vit brot úr tí veruleika kristin aðrastaðir stríðast við. Gloym ikki, at hetta skjótt, um vit ikki vakja, kann gerast veruleiki her heima! * Barronelle Stutzman og maður hennara, ið eiga ein blómuhandil í Washington, skulu í rættin, vegna kristnu trúgv sína. Saksøkt, tí tey ikki vilja gera brúðar­ blóm ur til eitt sokallað brúdleyp millum tvey av sama kyni. * Kvinnuhús í Anchorage í Alaska hevur fingið kravboð frá almennu myndug­ leik unum um at geva monnum, sum halda fast við, at teir eru kvinnur, loyvi at sova millum hesar illa viðfarnu kvinnur, sum leita sær friðskjól á miðstøð teirra. Gera tey tað ikki, verður stuðul og loyvið til virksemið tikið frá teimum. * New Hope er familjumiðstøð, ið drívur virksemi sítt í New York. Tey samskipa ætt leiðing av børnum, hvørs foreldur ikki meta seg førð at ala tey upp. Men eis ini her røkkur kalda hondin, tí staturin New York hevur givið kravboð, at skipa tey ikki fyri ættleiðingum til tvey av sama kyni eisini, so verður miðstøðin stongd. * Fyri aðru ferð saksøkir staturin Colorado Jack Phillips, sum fyri góðum mánaði síðani varð fríkendur av hægstarætti fyri ikki at vilja baka eina kaku til sokallað brúd leyp millum tvey av sama kyni. Nýggja ákæran er íkomin, tí at hann ikki vildi baka kaku til mann, sum sigur seg vera kvinna, eina kaku, sum symbolskt skal vera litað pink innan og blá uttan. * Joanna Duka and Breanna Koski eiga Brush & Nib Studio. Tey eru serkøn í m.ø. kalli grafi, sum tey brúka til t.d. brúðarveitslur. Tey eru saksøkt í Arizona, kravt verð ur, at tey eisini brúka síni evni í sambandi við”vígslur” av tveimum av sama kyni. * Í Minnesota eru Carl og Angel Larsen, professionellir søgusigarar, saksøkt av statin um, tí tey nokta at siga søgur um­ og fyri fólkum av sama kyni, í sambandi við sokallað hjúnaband. ..... umframt hesar frásagnir kunnu nevnast ótaldar aðrar forð ing ar, ið verða lagdar kristnum. Dømi eru um serliga høg gjøld, ið verða áløgd fyri nýtslu av felags høl um, ella hvussu tey verða víst til smá og avsíðis økir at hava kunn andi fundir o.l. Alt hetta, tí tey, vegna trúgv sína, ikki vilja fylgja tí fyri tíðina politiskt korrektu kósini, sum er stýrd av berum ótta fyri LGBTQiogrestiniavalfabetinum. Kom leggið íðin eftir, at verja mikilsverd mál (úr sanginum ”Føroyingar) SÓLVA LINDENSKOV RÓADÓTTIR 1. januar klokkan 21.15 fingu Gunnleyg Danielsen og Jóan Pauli Juul ein son. Hann er fyrsti føddi føroyingur í 2019. Gunnleyg Danielsen og Jóan Pauli Juul eiga fyrsta barnið, sum er føtt í 2019. Tey búgva á Toftum og eiga framman­ undan trý børn. Sostatt gjørdist fyrsti føddi føroyingur í 2019 fjórða barnið hjá Gunn­leyg Danielsen og Jóan Pauli Juul.  – Eg var sett til 9. januar, so eg átti fyri tíð. Eg slapp at verða saman við familju­ ni nýggjársaftan, tí eg fekk ikki verk­ir fyrenn aftan á nýggjárið, sigur Gunn­ leyg Danielsen við einum smíli. – Tað er ein serlig kensla at eiga fyrsta barn­ið, sum er føtt í ár, siga Gunnleyg Daniel­sen og Jóan Pauli Juul. – Tað er altíð ein stór gleði at eiga eitt barn, sama um tað er fyrst í árinum ella ikki, men tað er stuttligt at hann gjørd­ ist fyrsti føddi í 2019.  Fyrsti føddi føroyingur í 2019 gjørdist ein drongur. Hann vigaði 3660 gramm og var 52 cm langur. Hann er raskur og prát­ingarsamur, hann hevur trý systkin at hyggja upp til og er av Toftum. Í 2018 vóru umleið 680 børn fødd. Hetta svarar til at áleið 30 fleiri børn eru fødd í 2018 enn árið fyri, í 2017. Gunnleyg og Jóan Pauli fingu ársins fyrsta barn DREYMASTARVIÐ FINNUR TÚ Á