Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. januar 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. JANUAR 2019 SOSIALURIN 1 6 Byggja bingjubý at hýsa útlendingum í Skipasmiðjan MEST fer nú sjálv at hýsa útlendinguum, sum arbeiða á skipasmiðjuni á Skála ÁRNI GREGERSEN S kipasmiðjan Mest hevur eina stóra verkætlan fyri framman. Í summar kemur skrokkurin til nýggja havrann­ sókn­arskipið til Føroyar og tá verð­ur tað so uppgávan hjá før­ oysku skipasmiðjuni at gera skipið liðugt. Verkætlanin er rættuligsa stór, tí havrannsóknarskipið fer at kosta á leið 286 milljónir krónur at byggja. Mest hevur ikki nóg mikið av før­oyskum skipsbyggjarum at loysa hesa uppgávuna og tískil fara teir eisini at hava útlendingar sum part av verkætlanini. Skipið verð­ur gjørt liðugt á Skála Skipa­ smiðju og tí verður nú gjørt klárt at hýsa hesum fólkum. - Ja, tað er ein partur av tí, men vit hava í løtuni einar 40-50 útlend­ingar í arbeiði hjá okkum, sigur Mourits Mohr, stjóri í Mest. Nýggjur bingjubýur Ein partur av fyrireikingunum til stóru verkætlanina er at finna støð at hýsa útlendingunum. Vanliga leigar Mest seg inn í hús, men hesi seinnu árini hevur tað verið meira torført at finna innivist. -Tí hava vit valt at seta hendan bingjubýin upp, sigur stjórin á Mest. Talan er um bingjur, sum eru settar upp sunnan fyri turkihúsið á Skála. Tað eru eini um 45 bú­pláss, fyrist og fremst ætlað út­lendsku handverkarunum. Bingjurnar eru settar upp og vænt­andi kunnu tey fyrstu flyta inn har, tá ið hesin mánaðurin er farin afturum. - Vit hava í gerandisdegnum brúkt nógva orku uppá at finna inni­vist til handverkararnar. Tí halda vit hetta er ein rættuliga góð loysn. Har eru smávegis ting eft­ir at gera, men fyrst í februar rokni eg við, at teir fyrstu flyta inn, sigur Mourits Mohr. Í summar Skrokkurin til nýggja havrann­ sóknarskipið verður bygdur í Klejpeda í Littava. Tá ið hann so er liðugur verður hann sleipaður til Føroyar, har Mest so skal gera restina liðugt. Nýggja havrannsóknarskipið kemur í staðin fyri Magnus Heinason, sum hevur verið rann­ sóknarskip hjá Havstovuni í mong ár. Nú er fyrrverandi trolarin so gamal, at hann krevur nógv við­ líkahald og hann er ikki tíð­ar­ hóskandi longur. Havrannsóknarskip hevur staðið á politisku dagsskránni í mong ár, men tað er ikki fyrr enn nú, at ferð er komin á verk­ætl­an­ ina. Skipið verður væl útgjørt og skal millum annað eisini kunna gera seismiskar kanningar. Stórt viðlíkahald Skipasmiðjan Mest hevur havt javnt nógv at gera í farna árinum. Umframt havrann­sóknar­ skipið, so verður nú farið und­ir at skifta maskinurnar á rækju­ trol­aranum Artic Vik­ing, ein­asta før­oyska rækju­trol­ar­an­um, sum er heima­hoyr­andi í Kollafirði. - Ja, vti fara at skifta mask­ in­urnar á trolaranum út, sigur Mourits Mohr. - Talan verður bæði um høv­ uðs­motorin og báðar hjálpi­mot­ or­arnar, so her er tal­an um eitt rættuliga stórt viðlíka­halds­ar­ beiðið, leggur hann afturat. Tíðarætlanin sigur, at tað fer at taka einar 10 vikur at skifta motorarnar á Artic Viking. Bingjubýurin liggur her sunan fyri turkihúsið á Skála. Talan er um 45 búpláss, sum eru ætlað útlendsku handverkarunum hjá Mest. Mourits Mohr er stjóri á Mest.