hósdagur 3. januar 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. JANUAR 2019
SOSIALURIN 1
23
B
æði Jákup Suni Berg,
leiðari í Burn, og Jákup
Jacobsen, leiðari í
Yndi Fitness, eru á
einum máli um, at antidoping
samstarvið og eftirlit á hesum
øki avgjørt eru av tí góða. Og
báðir siga teir seg hava verið
jaligir um at fara í samstarvið
hjá ÍSF, tó at teir báðir hava
havt spurningar til støðið á tí
eftirlitsvirksemi, sum kemur
við slíkari avtalu.
- Tað er lítið ,tey kunnu læra
okkum um antidoping, men vit
skriva undir avtalu nú fyrsta
dagin, sigur Jákup Jacobsen,
sum rekur Yndi Fitness. Og úr
Burn eru boðini tey somu.
- Vit arbeiða sjálvandi ímóti
doping. Tað er als ikki tað, hesin
spurningur snýr seg um, sigur
Jákup Suni Berg, leiðari í Burn.
Hava havt fleiri fundir
Hóast Petur Mittún, aðalskrivari
í ÍSF ikki vil nevna nakrar
venjingarmiðstøðir við navni, so
eru tað serliga tvær, sum koma
til hugs, tá ið ein sær áheitanina
frá ÍSF. Og tað eru Yndi Fitness
og Burn.
Báðar venjingarmiðstøðirnar
siga í dag, at tær hava havt fleiri
fundir við ÍSF um antidoping
avtaluna, og spurningar hava
verið reistir um, hvussu limirnir
í venjingarmiðstøðunum fara at
uppliva hesa avtalu.
- Hjá okkum hevur tað
verið so, at vit hava verið sera
jalig um hesa avtalu, men teir
spurningar vit hava havt,
hava verið umráðandi at fáa
upp á pláss fyrst. Og tað snýr
seg um, at vit vilja tryggja
okkum, at okkara limir kenna
seg væl inni hjá okkum, og at
eftirlitið, sum verður gjørt, er
á einum professionellum og
rættvísum støði. Vit vilja hava,
at tað stendur upp á skrift,
hvussu mann tryggjar rættvísi
í eftirlitsarbeiðnum, tí Føroyar
eru eitt lítið land, og tað er skjótt,
at fólk, sum venja hjá okkum,
kenna seg órættvíst viðfarnan,
um tað ikki er púra klokkuklárt,
hvussu eftirlitsarbeiðið verður
gjørt, sigur Jákup Súni Berg.
Hann vísir millum annað á, at
tað verður sagt, at tað bert eru
tey, sum eru undir illgruna fyri
at taka ólóglig evni, sum verða
kannað.
- Men hvussu tryggjar mann
sær, at eingin vanligur íðkari,
sum gongur á rennibandi nakrar
ferðir um vikuna, fer at verða
biðin um at pissa í eitt glas og
lata seg kannað, sigur Jákup
Suni Berg og vísir á, at tað eru
hesi viðurskifti, sum skulu fáast
upp á pláss.
- Vit hava verið partur av
heimsins størsta antidoping
felagsskapi WNBF síðani 2013,
so hetta er eitt øki við arbeiða
nógv við. Vit hava bert havt
nakar spurningar, og teir eru nú
svaraðir, sigur Jákup Jacobsen.
Yndi fer tí at skriva undir
fyrsta dagin, og í næstum fer
Burn at biðja um enn ein fund við
ÍSF fyri at fáa greiðu á seinastu
snøklunum í spurninginum um
antidoping-avtaluna.
ÍSF:
Leiðararnir í Burn og Yndi:
- Vit eru avgjørt jalig um antidoping samstarvið,
men vit hava havt nakrar spurningar til,
hvussu professionelt hetta fer fram, siga
leiðararnir í Burn og Yndi Fitness
- Vit ákæra ongan fyri nakað, men man kann spyrja hví summar venjingarmiðstøðir
ikki eru við í antidoping avtaluni, sigur Petur Mittún, aðalskrivari í ÍSF
Hesi hava samstarvsavtalu:
Átta venjingarmiðstøðir
í Føroyum hava gjørt
samstarvsavtalu við Antidoping
Danmark/Føroyar. Tær eru:
Vælvera í Tórshavn, Vælvera
í Saltangangará , Vælvera í
Vági, Vælvera í Vestmanna,
Tvørmegi í Tórshavn, Fullpower
í Klaksvík, Fullpower í Runavík
og Íðka í Klaksvík
ÍSF sendi stutt fyri jól út eitt
tíðindaskriv, har tey heita á
ítróttarfeløg og ítróttarsam
bond um at velja tær fýra venj
ingarmiðstøðirnar til, sum eru
við í antidoping avtaluni hjá
ÍSF – og harvið velja aðrar
venjingarmiðstøðir sum Burn
og Yndi Fitness til dømis frá.
- Hetta eru ikki harraboð,
hetta er bara ein áheitan til
tey feløg og sambond, sum
senda síni ungu út í miðstøðir
at venja, um at hugsa seg væl
um, sigur Petur Mittún, tá
ið hann verður spurdur, um
hetta ikki er at leggja seg
út í vinnuligu kappingina
millum venjingarmiðstøðir í
landinum.
Yndi og Burn
Petur Mittún vil helst ikki siga
nakað um tær venjingarmið
støðir, sum ikki eru við í anti
doping avtaluni, men tað eru
í øllum førum tvær, sum púra
vist eru á svartalista hjá ÍSF
í hesum høpi, og tað eru tær
báðar stóru Yndi og Burn.
Men hvat er tað ÍSF
við hesari áheitan ákærir
venjingarmiðstøðirnar fyri?
- Vit ákæra ongan fyri
nakað, men man kann seta
spurnartekin við, hví summar
venjingarmiðstøðir ikki vilja
vera við, sigur Petur Mittún.
Leggja tit ikki ávísar
venjingarmiðstøðir undir
ólógligt virksemi við hesari
áheitan?
- Nei vit kunnu sjálvandi ikki
siga, at nøkur venjingarmiðstøð
við vilja góðtekur ella fremur
doping. Tað vita vit einki um.
Vit síggja bert hesa áheitan
sum eitt natúrligt næsta stig
í okkara antidoping arbeiði.
Hetta skal ikki tulkast sum
nakað krav ella nøkur ákæra.
Hetta er bert ein áheitan og ein
áminning um at vísa varsemi,
sigur Petur Mittún.
Tað kostar 3500 krónur
at vera partur av antidoping
avtaluni, og tað viðførir millum
annað tillagar limatreytir,
skeltið, har tað stendur man
er partur av AntiDoping
Danmark/Føroyar. Somuleiðis
viðførir tað, at ÍSF kann gera
kanningar á miðstøðunum
og annars vera á staðnum
og upplýsa um doping og
avleiðingarnar av hesum.
- Man kann spyrja
hví tey ikki eru við
BURN OG YNDI FARA
VIÐ Í ANTIDOPING
AVTALUNA