Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-03, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. januar 2019síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. JANUAR 2019 SOSIALURIN 1 24 Óli Jacobsen Óli Jacobsen 4. partur H ans Didriksen úr Vest­ manna var giftur við mostur míni Annu av Lignesi í Søldarfirði. Hans var sonur Jóanes Didriksen, kallaður Hvítanes Jóanes. Gjørdi nýggjar vísarar til klokkuna Hann brúkti smiðjuna nokkso nógv, tí hann hevði onga essu sjálv­ur. Hjá honum var tað mest til motorar. Hann hevði ein verk­ stað í kjallaranum hjá ommu og abba og var inngiftur hjá teimum í nøkur ár. Hann var ein ómetaliga góður smiður. Seinni flutti hann aftur til Vestmanna, har hann hevði smiðju á Deild. Alt, sum hevði við motorar og fínmekanik at gera, tók hann sær av. Eg minnist, at eg átti eina gamla vekjaraklokka, har vísarnir vóru burturblivnir. Rikard, bróður, fór út til Hans við klokkuni. Hann gjørdi mær nýggjar vísarar úr blýggi. Teir vóru so penir, penari enn teir upprunaligu. Eg var so glaður fyri teir, at eg svav við klokk­uni í songini. Ringu tríatiárini Eg minnist tey ringu tríatiárini, tá ið fiskaprísirnir fóru í botn. Teir, sum áttu skipini, sluppu ikki av við fiskin. Eg sat einaferð og lurtaði eftir Andreas í Dalinum í Lamba, sum átti sluppina “Lítlu Emmu”. Av tí, at tað gekk so illa at sleppa av við fiskin, mátti teir vaska fiskin fleiri ferðir fyri pink. Pink var nakað, sum kom í saltfiskin, tá ið hann lá leingi, og saltið hevði hetta stoffið í sær. Pinkur litti fiskin reyðan, og gjørdi hann ónýtiligan sum søluvøru. Tí mátti roynast at vaska hann hvítan aftur. Í smiðjuni bleiv smíðað til nógv skip. Vit smíðaðu til “Gun­ hild” á Toftum. Tað vóru teir brøð­urnir Óli og Sámal, niðri við Rætt, sum áttu hana. Nógv skip skiftu eigara, men teir kláraðu at behalda “Gunhild”. Í 1937sendir Óli Foldbo, sum hevði handil á Toftum, uppgerð til pápa, sum vísir, at pápi eigur 161,73 oyru á hjá honum. Tað, sum sær eitt sindur løgið út, er, at á uppgerðini stendur eisini nakað um mjølsekkir. Tað skuldi nógvur matur til, tí tað vóru nógv fólk, sum ótu hjá okkum. Onkuntíð keypti pápi mjøl, sum var eftir umborð á skipunum um heystið. Tað hevði ikki so stóran týdning, um mjølið hevði ligið einar 6 til 8 mánaðir umborð. Tað smakkaði líka væl fyri tað. Jákup Olsen var heiðursmaður og "altmuligmand" Pápi og smiðjan hjá Poul Jó­hann­ us Petersen og Sønner í Fuglafirði høvdu nokk so nógv samskifti. Pápi keypti ofta blokkar og annað til skip frá honum. Tað var ikki gott samband tá millum bygdir. Víst var vegur, men hann var smal­ur og kronglutur. Her var vóru eisini nógv hagaportur, har neyðugt var at fara út fyrst at opna og síðan at lata aftur hvørja ferð. Ein túrur til Fuglafjarðar, sum í dag tekur einar 10 minuttur, kundi taka drúgva tíð tá í tíðini. Tá kundi tað vera ein fragd hjá dreingjum at sleppa við bilinum uppá at fara út at opna portrini, tá komið varð at teimum og síðan at lata tey aftur, tá komið varð gjøgnum portrið. Pápi og Poul Jó­hann­ us brúktu nógv Jákup Olsen, kall­að­ur Jakku hjá Hans bónda í Søld­ ar­firði. Hann er eisini kendur frá brøðra­sam­ kom­uni sum prædiku­ mað­ur og sálmayrkjari. Ein systir hans­ara, Rikka, var gift við Victor Daniel­sen. Jakku koyrdi lastbil hjá Petur Weihe, keyp­ manni í bygdini. Pápi sendi pengar við Jakku til Fugla­fjarðar til Pól Johannus, og hann sendi kvittan út aftur til okkara “ved bilfører Jacob Olsen, Solmundefjord”. Jakku var ein heiðurligur mað­ur og eisini skilamaður. Eg trúgvi ikki, at nakar hevði nakað at siga um hann. Jakku var giftur við Agnas úr Toft í Søld­arfirði. Mamma og hon vóru systkinabørn. Eg havi eina frá­ søgn um Jakku, sum ikki kemur smiðj­uni við. Í 1941 doyði ein genta í bestu árum á Sanatoriinum - Edel Øst­ er­ø á Skipanesi, 16 ára gomul. Líkið kom inn á brúnna í Søldarfirði. "Tróndur" sigldi sunnudagar ein túr inn til Søldarfjarðar, og bør­an var við. Mamman, Jo­ hanna, kom út til okkara at biðja pápa fáa okkum at bera. Pápi var pápabeiggi Jóhonnu. Teir á "Tróndi" settu kistuna upp á brúnna, so bóru vit kistuna nið­an frá. Síðani kom Jakku við last­bil­ in­um og koyrdi hana inn á vendi­ plássið á Skipanesi, so bóru vit hana oman. Nógv ár seinni hugsi eg nú aftur um Jakku í hesum sam­bandi. Jakku hevði avbera gott og kraft­mikið mál, og hann hevði eisini eina andakt í hesum sam­ bandi. So hann var bæði sjaførur, ber­ari, sangari og talari við somu jarð­arferð. Eg havi hugleitt um tað seinni, at soleiðis ornaði alt seg fyrr. Tað ljóðar kanska løgið at skriva um hetta í samband við smiðj­una. Men tað var tí, at alt end­aði í smiðjuni. Har var man all­an dagin, og alt annað gekk út frá henni. Bumbing undir krígnum Vit smíðaðu nógv til eingilsk­ menn­irnar undir krígnum. Vit smíð­aðu einaferð ein haldara til eina stóra maskinbyrsu. Maskin­ byrs­an var løgd í haldaran, og hann kundi snarast í allar ættir. Ofta stóðu hermenninir allan dag­in í smiðjuni og søgdu okkum, hvussu tað skuldi verða smíðað. Tann fyrsta týska flúgvarin, sum kom at bumba, sóu vit ein Valdimar hevur eisini eina serliga frásøgn um Jákup Olsen, sum var ein kendur maður í Brøðrasamkomuni. JÁKUP OLSEN KUNDI ALT Valdimar Tómasson: SIÐSØGA Hans og Anna Didriksen. Drongurin er sonurin Oven. Áhugaverd mynd av Skipanesi, har teir skera grind upp. Frá vinstru síggja vit: Niklasa Jákup, systkinabarn Tummas, pápa Valdimar, Joen Frederik Skibenæs, Michael, sonur hansara, Petur í Ytstahúsi, Óli hjá Dánjal Paula, ein fuglfirðingur, Dánjal Pauli, Sámal í Grótinum, Peter Jacob í Ytstahúsi, Rasmus í Grótinum, ókendur.