Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-03, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. januar 2019síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. JANUAR 2019 SOSIALURIN 1 25 Komandi partur Í komandi parti greiðir Valdimar m.a. frá um skiparan, sum virkaði sum tannlækni. dagin, eg hjálpti pápa í smiðjuni í 1941. Ein bretskur tangabátur lá yviri við kirkjuna á Skála. Petur Hans, giftur við Ester dóttir Nikolinu og Jóan Petur í Skálabotni, var akkurát komin út í smiðjuna. Vit hoyra flúgvaran og leypa oman um smiðjuna. Tá kemur flogfarið út eftir. Hann var sunnan í ættini. Vit høvdu ongantíð sæð so stóran flúgvara fyrr. Av tí, at hann var sunnan, vendi reyvin á tangabátinum inn eftir. Eg hoyri Petur Hans enn fyri mær. Hann rópaði á pápa: “Pína­ doy Tummas. Hann bumbar". Tað bleiv eitt øgiligt rok. Allur aftur­ end­in stóð undir í sjóroki. Hann slepti eitt brot av einum sekundi ov tíðliga, so hann rakti ikki. Hann fór so úteftir og snarar niðan inn yvir Toftavatn og yvir Lambavík. Ein hermaður, sum æt Peter, tók eina maskinbyrsu og skeyt eftir hon­um og rakti í annan motorin, sum steðgar. Hann snaraði inn yvir Gøtuvíkina, og har lendir hann á sjónum. Hann fleyt eina góða løtu. Syðrugøtumenn fóru við báti yvir og bjargaðu monn­ un­um, sum ensku hermenninir síð­ani tóku sær av. Eg hitti Petur Hans fimti ár aft­an á hendingina. Tá segði eg tað við hann, at eg hoyri rópið enn fyri mær, tá ið hann rópti á pápa. Pápi helt teir raka ov illa Men eftir hetta var eingin flúgvari skotin niður. Tað var pápi so argur um, at eingilskmenninir raktu so illa. Tá ið so ein eingilskmaður er í smiðjuni, fer pápi at skelda hann. Pápi var illur og orðnaði honum at koma og seta eina kanón norð­ an fyri smiðjuna, so skuldi hann skjóta teimum flúgvararnar nið­ ur! Pápi segði fyri honum, at hann hevði verið úti og skotið fugl. Tá var tað við forladara. Ein mátti løða hvørja ferð, ið skotið var, og tað vóru eini høgl eftir. Hann tók so tiljurnar úr, og har fann hann eina ferð fýra høgl, og hann løddi við teimum fýra og fekk tveir lundar fyri skotið. Fuglurin mundi verða tættur tá. Hermaðurin segði ikki eitt orð. Seinni um dagin kemur John inn til okkara. John var gift­ur við Jørginu úr Søldarfirði. Hon var mamma John, Óluvu og Sofus Poulsen. Sofus var kendur frá sínum virki sum føroyskur um­boðs­maður í Aberdeen í ein mans­aldur. John var ein róligur og siðiligur maður. Pápi sigur so fyri honum, hvat hann hevði sagt við eingilsk­ mann­in um lundarnar og kan­ ón­ina. Tá sigur John: “Tygum Tumm­ as. Tað blívur ikki tað sama at leggja eina kanón at kjálkanum og so ein forladara. Tí kanónin leyp­ur langt aftur, tá ið skotið verður." Eftir hetta talaði pápi ikki eitt orð aftur um tað. Pápi reisti víða í Føroyum og setti fortoyningskongar niður í fjør­urnar at binda skip í. Hann var víða um við Skálafjørðin, í Kolla­firði, norðan fyri Streymin og í Fuglafirði. Mathias, pápi Jens Kjeld, sum búði í Íslandi og Viggo Kjeld, sum búði í Havn, hjálpti pápa við hes­ um arbeiðinum. Strúkijørnini vóru farin í skúla! Man skuldi ofta tola mangar glós­ ur, og einki kundi man siga. Eina ferð kemur Tummas í Bartals­ stovu úr Syðrugøtu eftir nøkr­um strúkijørnum. Vit vóru trí­menn­ ing­ar. Kona hansara var Johanna, ættað av Húsum. Hon gjørdist 100 ár, og tað sama gjørdist Mia á Støðini, dóttir hennara. Tað hendi eisini ein menning av strúkijørnum. Tey vórðu gjørd opin innan, so ein kundi seta eitt heitt jarnpetti inn í holrúmið, og so hildu tey hitanum longri. Johanna hevði sum arbeiði at stíva flippur. Tá vóru flippurnar leysar. Hon brúkti nógv strúki­ jørn. Eg haldi, at tey mundu onk­ un­tíð hava verið nóg so leingi í smiðj­uni. Pápi sendi meg oman eftir strúki­jørninum. Tá minnist eg, at Tummas segði, at nú høvdu tey verið so leingi her úti, at nú vóru tey farin at ganga í skúla í Søldar­ firði! Soleiðis kundi gangast, tá nógv var at gera. Kalt í smiðjuni Esbern Zachariassen, systkina­ barnið, pápi var mammubeiggi hans­ara, hevði roknskapin fyri pápa í fleir ár. Hann kom seinni at arbeiða í landsstýrinum í Tinga­ nesi. Frá honum fekk eg nógv at vita. Um veturin kundi vera kalt at koma í smiðjuna um morgnarnar, tí har var so nógv jarn. Tað køldi um, og ein hevði ikki altíð so heit klæðir. So tað fyrsta, ið var at gera, var at kynda upp í essuni. Rikard bróður segði altíð, at nú kynda vit ein stóran eld til at verma okk­um við. So stóðu vit eina løtu yvir eldinum. Rikard stóð altíð við øðrum beininum á kantinum á einum vatnkari, sum stóð við síð­una av essuni, so nær eldinum sum møguligt. Ein íslendingur, sum æt Sveinn Ólafsson, sum arbeiddi saman við okkum øllum, fortaldi um ein morgun, tá tað var øgiliga kalt. Rikard hevði stillað seg við øðrum beininum uppi á kantinum á vatn­karinum at verma seg við eldin. Tá kom Sveinn aftanífrá og skumpaði undir beinið, so Rikard reyk niður í karið. Tað bleiv eitt øgiligt skil. Hann tordi ikki í smiðjuna aftur fyri dagin, tí hann roknaði við, at Rikard fór at blaka hann sjálvan niður í karið. Síðsta Hjemmet áðrenn kríggið Tað eru ymiskar myndir, sum ikki ganga frá mær. Tað var í 1940 og kríggið var byrjað. Tá kom Thomas Jacob Thomsen, á Geila­bø úr Norðragøtu saman son­in­um Súna út í smiðjuna at selja donsk bløð. Tað vóru fýra bløð: Hjemmet, Familie Journal, Billedbladet og eitt annað. Eg síggi enn, tá ið pápi betalti bløðini. Tað vóru tey síðstu donsku bløð­ ini, sum komu til Føroyar, áðrenn kríggið. Tummas Jakku var úr Blása­stovu í Norðragøtu, har sum pápi vaks upp. Súni flutti til Havnar. Tá í tíðini var ikki nógv at lesa, so bløðini fóru næstan í hvørt hús, bæði á Skipanesi og í Søldar­firði. Húðaskøðið Eitt annað minni var um Kinna Jákup úr Lamba, sum kom inn í smiðj­una at keypa eitt húðaskøði. Vit drupu eina kúgv, sum bleiv seld til Havnar. Tað gingu nakrir dagar, tá hoyra vit róp. Tað bleiv nógv rópt tá í tíðini, tí telefon var eingin í nærheitini. Tað bleiv rópt líka úr Søldarfirði og inn til okkara, at vit áttu okkurt á brúnni í Søldarfirði. Eg og Ingvard bróður fara so út. Tá er tað húðin av kúnni, sum er send heimaftur. Eg minnist enn, hvussu væl hon var løgd saman og saltað. Pápi tók so og virkaði hana. Hon bleiv síðani løgd á snikkara­ bonkin á loftinum í smiðjuni. Tað frættist so víða, at vit áttu eina neytahúð. Tá var tað, at Kinna Jákup kemur inn at keypa sær eitt skøði. Eg síggi teir enn standa við snikk­arabonkin, har húðin lá útbreidd. Kinna Jákup keypti lenda­skøðini, sum vóru tey tjúkk­astu og dýrastu. Hann fekk skøð­ini og pápi eina danska tvey­ krónu. Vit skulu minnast til, at tá var tíma­lønin kanska ein króna um tím­an, so hetta var ein fittliga stór upp­hædd. Agnas og Jacob Olsen. Lastbilurin hjá Jakku. Eitt systkinabarn Valdimar var Elspa Sofía, dóttir pápabeiggja hansara Peter Jacob. Hon giftist við Óla Jákup í Tjørnustovu í Norðragøtu. Men hon doyði longu í 1917, 24 ára gomul, beint eftir at hava átt seinna sonin, Albert. Hann vaks upp hjá abbasystrini, Marin í Mortanstovu, sum búði í sama túni. Eldri sonurin, Vilhelm, bleiv verandi í Tjørnustovu hjá pápanum og foreldrum hansara, Petru og Absalon.