Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-03, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. januar 2019síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. JANUAR 2019 SOSIALURIN 1 30 Mest lisið í 2018: ÍTRÓTTUR: Mest lisið Dansurin hjá Jákupi á Borg, sum ferðist kring heimin, er mest lisna ítróttarsøgan hjá In.fo í 2018. Navnabroyting, venjarabroyting og ósemjan í TB/FCS/Royn eru millum tær søgurnar, sum hava sett sín dám á farna ár TRÓNDUR ARGE T að er tó ongin ivi um, at lesararnir oftast trýsta á, tá In.fo hevur bein­ leiðis frásøgn, men tá er verri at skilja í millum hvussu nógv ymisk hava lisið. Tí hava vit valt at síggja eitt sind­ur burtur frá beinleiðis frá­søgn­unum til júst hendan listan, men vit kunnu staðfesta at tað er stórur áhugi, tá in.fo hevur bein­leiðis frásøgn. Av 15 teimum grein­un­ um, sum fólk hava trýst oftast á, eru 12 beinleiðis frásagnir. Jákup mest lisin (1) B36 framdi eitt satt bragd, tá lið­ið vann 2-1 á OFK Titograd úr Montenegro. Hetta er í 1. um­fari í undankappingini til Europa League, men er annað umfarið fyri B36, sum tvær vikur frammanundan vinnur á St Joseph’s úr Gibraltar í inn­ leiðandi undanumfarinum. Eftir sigurin ger venjarin hjá B36, Jákup á Borg, ein sigurs­dans við nøkrum rópum. Spælar­ar­nir hjá B36 standa í einum ringi og alt endar við fangar­rópi. Hetta deilir B36 á sosialu miðlun­um. Tað fær fastartøkur í Turka­ landi, har B36 snú skal møta stór­felag­num Besiktas. Atljóða miðar skriva eisini sigursdansin. Stóru áhugi fyri deyðsorsøkini (2) Tíðliga í ár doyði liðskiparin hjá italska fótbóltsfelagnum Fioren­ tina. Davide Astori var bara 31 ára gamal, tá hann bleiv funnin deyður í einum kamari á ein­um gistingarhúsi, har Fioren­tina yvirnáttaði undan úti­dysti­num móti Udinese. Læknarnir kunn­ gera, at hann doyði av blóðtøppi í hjartanum, og tað hevur stóran áhuga millum lesararnar á In.fo. Giza Hoyvík skiftir navn (3) Í november verður nýggj nevnd sett í Giza Hoyvík, sum er nýggja fót­bóltsfelagið í Hoyvík. Felagið er ein samanseting av gamla felag­num Fram, sum síðani bleiv til FC Hoyvík, og Giza. Í eina tíð hevur felagið virkað undir heiti­ num Giza Hoyvík. Nú verður boðað frá, at felagið fer aftur til upprunaliga navnið, ið var ætlað hoyvíkingum – FC Hoy­ vík. Tað hevur óvanliga stóran áhuga millum lesararnar á In.fo. Maurice Ross vakti ans (4) Longu 24. mai verður fyrsti venj­ar­an koyrdur í hesum kapp­ingar­árinum. Eftir tvey ár við FM, so verður litríki skotin, Maurice Ross, settur sum nýggj­ ur venjari, eftir at Sámal Erik Hentze velur at fara til NSÍ. Hann er bersøgin, tá hann slepp­ur framat mikrofonini og tað er stórur áhugi fyri honum. Tað sæst eisini aftur, tá boðini um at Víkingur og Maurice Ross skiljast. Steyparokið vekjur áhuga (5) Tað er satt rok eina løtu, tá B36 og HB spæla steypafinaluna á Tórsvølli í august. Í sjálv­um dystinum fáa bæði Benja­min Heinesen og Robert Heð­in Brockie reytt kort, men eftir­ fylgj­andi kemur kapp­ingar­ nevnd­in til ta niðurstøðu, at Benja­min Heinesen skal hava tveir dystir leikbann. Hartil fáa Fróði Clementsen, hjálpar­venjari hjá B36, og Heðin Weihe, liðleiðari hjá HB, eisini bann í ein dyst. Ósemja í TB/FCS/Royn (6) Eftir tvey ár við einum felagsliði í Suðuroynni, kann In.fo tann 2. november boða frá, at nú er ósemja millum partarnar. FC Suður­oy ynskir at fáa dystir til Vágs, meðan TB ikki ynskir at ganga hesum á møti. Tíðindini hava stóran áhuga millum lesarar­nar á In.fo, sum eisini hava hug at geva sína meining til kennar – meiri um tað seinni á lista­num. Bjarni gevst sum sterkmaður (7) Í fimm ár hevur Bjarni Nielsen verið sterkasti maður í Føroyum, men í november velur hann at gevast. Tað er ein serlig løta, tá hann stendur í kjallarinum og skal hanga eitt spegl upp, at enda­liga avgerðin verður tikin. Hetta hevur stóran áhuga millum lesararnar á In.fo. B36 fær pengar (8) Tað gevur pengar at koma víðari í Europa League kappingini. Eftir sigurin á OFK Titigrad í M o n t e ­n e g r o skrivar In.fo um pengar­ nar, ið B36 fær fyri at koma víðari. Pengar er ein evni, ið mangan hevur stóran áhuga. Soleiðis er í fótbólti. Glenn í øðini um ósemju (9) Venjarin hjá TB/FCS/Royn seinasta árið, svenski Glenn Ståhl, er í øðini um ósemju­ na millum TB og FC Suður­oy. - Einastu innandura fót­bólts­ høll­ina, besta graslíkisvøllin og einki felag nærhendis við somu góðu umstøðum, men so velur man at tveita alt til hel*****. Ein gøla, einki annað! Hvíl í friði, fót­ bólt­ur í Suðuroy, skrivar Glenn Ståhl. Og tað tíma fólk at lesa um. Atli og “fake news” (10) Tað er stórur spenningur undan fyrsta dystinum í Nations League, har Føroyar spæla á heima­vølli móti Malta. í samrøðu við FSF-Varpið sigur Brandur Hendriks­son, at teir yngru hava vunnið flestu innanhýsis dystir­ nir til venjing – hetta dámar als ikki Atla Gregersen, sum kallar tað fyri “fake news”. -Eg havi tvey børn og royni at læra tey, at tú skal siga sann­ leikan. Nú má eg so taka eitt prát við Brand, um at lúgva fyri opnari mikrofon, sigur Atli Greger­sen argandi á málinum. Hetta er alt í skemti, men fólk tíma altíð Atla Gregersen. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Topp tíggju listin: 1. Jákup á Borg ferðast kring heimin 2. Hava funnið deyðsorsøkina 3. Giza Hoyvík skiftir navn 4. Maurice Ross og Víkingur skiljast 5. Tríggir mans fáa leikbann 6. TB/FCS/Royn: Samstarvi heldur helst ikki fram 7. Løtan tá Bjarni valdi at gevast 8. So nógvar pengar fær B36 9. – Hvíl í friði, fótbóltur í Suðuroy 10. Alti Gregersen harmast um “fake news” á landsliðnum JÁKUP ER MEST LISIN Í FJØR