Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-03, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. januar 2019síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. JANUAR 2019 SOSIALURIN 1 31 ÍTRÓTTUR: Føroyski hondbóltsspælarin, Jóhan á Plógv Hansen, er úttikin til til danska landsliðshópin undan HM-endaspælinum SJÚRÐUR H. HOYDAL/TRÓNDUR ARGE 10. januar verður HM-enda­ spælið í manshondbólti í Dan­ mark og Týsklandi. Føroyski hond­bólts­spælarin, Jóhan á Plógv Hansen, sum hevur valt at um­boða danska landsliðið í hond­bólts­samanhangi, hevur verið runda­num danska lands­ lið­ið í eina tíð, men nú er ein møgu­leiki fyri, at hann sleppur at vísa seg í teimum báðum sein­ astu venjingardystunum undan HM-endaspælinum. Ein skaði til roynda danska høgra vongin hjá danska hond­ bólts­landsliðnum, Hans Lind­ berg, ger at ivi er um, hvør skal spæla á høgra vonginum. Undan kapp­ingini skal Danmark spæla venj­ingardyst móti Ungarn, og til hetta høvið er Jóhan á Plógv Han­sen nú úttikin. Tað er tó ikki vist, at føroysku vongurin sleppur við til sjálvt HM-enda­ spælið. Danski landsliðsvenjarin sig­ ur við danska TV2, at hann setur einki í váða við skaðanum hjá Hans Lindberg, og tí skal Jóhan á Plógv Hansen hjálpa til á høgra vongi restina av vikuni. Eftir hetta verður ein nýggj met­ing gjørd, um tað verður Hans Lindberg ella Jóhan á Plógv, ið skal spæla á danska høgra vonginum til HM. HM í mans­hond­bólti byrjar 10. januar. Dystirnir verða spældir í bæði Danmark og Týsklandi. Jóhan á Plógv Hansen: Sjokk í KÍ: ÚTTIKIN TIL DANSKA HÓPI­NUM UNDAN HM Málmenn: Niklas Landin, THW Kiel Jannick Green, SC Magdeburg Strikuspælarar: René Toft Hansen, Vészprem Henrik Toft Hansen, PSG Paris Anders Zachariassen, Flensburg-Handewitt Simon Hald, Flensburg- Handewitt Vengur: Casper U. Mortensen, FC Barcelona Magnus Landin, THW Kiel Lasse Svan, Flensburg- Handewitt Jóhan á Plógv Hansen, Bjerringbo-Silkeborg Bakkar: Mikkel Hansen, PSG Paris Nikolaj Markussen, Bjerringbro- Silkeborg Henrik Møllgaard, Aalborg Håndbold Mads Mensah, Rhein-Neckar Löwen Rasmus Lauge, Flensburg- Handewitt Morten Olsen, TSV Hannover- Burgdorf Niclas Kirkeløkke, GOG Nikolaj Øris, Bjerringbro- Silkeborg JÓANNES HANSEN/TRÓNDUR ARGE S ætta september fegn­að­ ust tey í KÍ, tá ið Semir Hadzi­bulic skrivaði undir nýggjan sáttmála, sum bant hann at KÍ í 2019. Í gjár­ kvøldið visti nordlysid.fo at siga, at Semir Hadzibulic ikki kemur aftur úr Serbia, og í gjárkvøldið heils­aði væl umtókti og sentrali mið­vallarin KÍ viðhaldsfjøldini: -Tað er torført hjá mær at finna røttu orðini at lýsa kenslur­nar akkurát nú, tí nú er dagurin her, tá ið eg skal siga farvæl við bestu fjeppararnar í heiminum. Tað er við tárum í eygunum, at eg nú gevist í felag­num og á liðnum. Takk fyri trý góð ár, var heilsan á facebook vanga­num hjá KÍ fjepparunum. Finna ein annan Mikkjal Thomassen, venjari, segði í gjárkvøldið við nordlysid.fo, at tað er av persónligum ávum, at 32 ára gamli Semir hev­ur gjørt av at gevast í Klaksvík. -Vit eru farin undir at finna ein annan spælara, segði KÍ venj­arin í gjár við Norðlýsið. Sambært faroesoccer.com hevur Semir Hadzibulic trý tey sein­astu árini spælt 86 dystir fyri KÍ – 70 í Betri deildini, 9 í steypa­ kapp­ingini, ein stór­steypa­dyst og seks dystir í Europa League. Sjálvandi er tað dyggur smeitur hjá KÍ, at nú eisini Sem­ir gevst í Klaksvík. Síða­ni kappingarenda í fjør hevur KÍ mist tríggjar av týdn­ingar­miklastu spælar­un­um. Teir eru Hørður Askham og Páll A. Klett­skarð, sum vóru við í øllum 27 lands­kappingardystunum, og nú Semir Hadzibulic, sum spældi 25 lands­kapp­ingardystir í fjør. Nýggir spælarar eru komnir til Klaks­víkar – verjuspælarin Jes­per Brinck, miðvallarin Takuya Mat­ sun­aga og álops­spælar­ar­nir Patrik Johannesen og Torbjørn Grytten. Takið verður nú at fáa hesar og nýggja miðvallaran, sum tað nú verður leitað eftir, saman­spældar við hinar á KÍ liðnum. Fyrsti venjingardysturin hjá KÍ verður leygardagin 12. januar ímóti Skála á heimavølli. Fyrsti landskapp­ingar­dyst­ur­in verður sunnudagin 10. mars, tá ið HB verður gestur í Klaksvík. Víkingur leitar sær styrk í Serbia Víkingur er av álvara við at styrk­ ja liðið. Í gjár boðaði felagið frá, at sáttmáli er skrivaður við tveir spælarar úr Serbia. Annar er verju­spælari, og hin er mið­vall­ari. Verjuspælarin er 31 ára gamli Vukasin Tomic, sum er 198 cm høgur. Hann plagar at vera miðverji. Síðsta felagið, sum hann royndi seg í, var Grand­zas­ar Kapan í armenska høvuðs­staðar­ felagnum Jerevan. Miðvallarin er 33 ára gamli Milan Svojic, sum er 180 cm høgur. Síðsta felagið, sum hann hevur roynt seg í, er Shan United FC í Myanmar ella Burma, sum tað fyrr varð nevnt. Sámal Erik Hentze, sum var ábyrgd­ar­maður, tá ið Víkingur vann FM í 2016 og 2017, er aftur við róðrið í Víkingi. Fyrsta umfar í lands­kapp­ ingini verður 10. mars. Tá verður granna­uppgerð í Sarpugerði, har Víkingur verður vertur fyri ÍF, sum í heyst tryggjaði sær upp­ flyting í bestu deildina. ÍF tilgongd av málverjum ÍF er av álvara í holt við at brynja seg til komandi kappingarár. Um árs­skiftið eru tveir málverjar kom­n­ir til felagið. Ein, sum skal kappast um plássið millum steng­ ur­nar, og ein fyrrverandi mál­verji, ið skal tryggja at teir blíva betri. 28 ára gamli Petur Meinhard Magnus­sen er komin til felagið frá B68. Hann spældi allar 27 dystirnar fyri toftamann í farna kapp­ingarári. Undan tí vardi hann málið hjá Giza Hoyvík í trý ár. Felagið hevur boðað frá, at Jógvan Hendrik ”Hegga” Samuel­ sen heldur fram sum høvðus­ venjari, meðan Hanus Eliasen verð­ur kropsligur venjari hjá besta liðnum. Nú er eisini greitt, at 35 ára gamli Ólavur Larsen heldur fram í venjaratoyminum, meðan Jákup Mikkelsen vendir aftur til felagið, har hann hevur eina fortíð sum mál­verji, mál­ mans­venjari og høvðus­venjari. Hartil eru spælarar sum Karl Løkin og Høgni Madsen aft­ur í felagnum, meðan Henry Heine­ sen er komin til úr næstbesta lið­ n­um hjá KÍ. Fyrrverandi venjari aftur til TB Bolt.fo skrivar, at serbiski Zoran Pavlovic verður nýggjur venjari hjá TB. Zoran Pavlovic, sum er pápi KÍ-miðverjan Deni Pavlovic, var eitt skifti í 1998 eisini venjari hjá júst TB. Bolt.fo skrivar víðari at helst verður upp til tríggir útlendskir spælar­ar á veg til felagið. Talan er um ein spælara í hvørja rekkju, frá verjuni og fram til álopið. TB hevur longu gjørt sáttmála við væl lýdda málverjan frá í ár, Milos Budakovic. Tað er greitt at spælarar sum Denn­is Nielsen og Ibrahim Ari­ fo­vic ikki halda fram í felagnum, með­an Salmundur Bech hevur verið í samráðingum við HB. TB hevur fyrr boðað frá, at felag­ið er í holt við at gera fleiri sátt­málar. Sonny heldur ikki fram í 07 Vestur Sonny Jakobsen hevur skift til Jammerbugt. Danski áleyparin hevur seinasta hálva árið spælt við 07 Vestur og skoraði ikki færri enn 11 mál í 12 dystum, siga tølini hjá faroesoccer.com. Hóast 28 ára gamli áleyparin skoraði eitt mál fyri hvørjar 90 minuttir hann var á vøllinum, so var tað ikki nokk til at bjarga 07 Vestur, sum endaði aftast í deildini og flutti niður. Síðani hevur Sonny Jakobsen verið settur í samband við onnur føroysk feløg, men við tíðini eru tær søgurnar tagnaðar. Í dag boðar Jammerbugt frá, at felagið hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við áleyparan. 07 Vestur skal í komandi kappingarári spæla í 1.deild. Felagið hevur gjørt sáttmála við fleiri av lokalu spælarunum, umframt at navnframi Ken Fagerberg eisini hevur longt sáttmálan. Semir kemur ikki aftur til KÍ KÍ verður uttan ein tann týdningarmiklasta spælaran seinastu trý árini, tá komandi kappingarár byrjar. - Tað er við tárum í eygunum, at eg nú gevist í felagnum, sigur serbiski miðvallarin, Semir Hadzibulic