mánadagur 7. januar 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. januar 2019 · Nr. 2
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
Hóast dagarnir hjá Kristini
Michelsen í Javnaðarflokk
inum eru taldir, so kann
hann saktans halda fram í
politikki fyri tað.
Kristin Michelsen hevur
drúgvar politiskar royndir.
Tað eru góð 30 síðani hann
fyri fyrstu ferð varð valdur
í býráðið á Tvøroyri – tá
fyri Tjóðveldisflokkinum og
felags listan millum annað
javnaðarfelagið á Tvøroyri,
Fólkaflokkin og Tjóðveldis
flokkin.
Eftir býráðsvalið í 2000
varð
Kristin
Michelsen
fyrstu ferð valdur til borgar
stjóra. Ta ferðina eisini fyri
samgongulistan.
Í 2004 skift Kristin Mich
elsen flokk og gjørdist nú
javnaðarmaður. Hann stillaði
upp fyri Javnaðarflokkin
– sum varð samansjóðaður
aftur. Síðani 1984 høvdu ver
ið tvey javnaðarfeløg á Tvør
oyri.
Kristin Michelsen varð
hesaferð valdur fyri Javnað
arflokkin og helt fram sum
borgarstjóri.
Somuleiðis gekk á bý
ráðsvalunum í 2008 og í 2012.
Men í 2016 var aftur ósemja,
sum hevði við sær, at Kristin
Michelsen ikki stillaði upp
fyri javnaðarfelagið.
Í síðstu løtu gjørdi hann
ein nýggjan lista, Komm
unulistan, og varð valdur.
Kommunulistin fekk 449
atkvøður, 7 fleiri enn Javnað
arlistin. Við at kasta saman
við Borgaralistanum fekk
Kristin Michelsen meiriluta
og kundi halda Javnaðar
flokkin uttanfyri í Tvøroyr
ar býráð.
Men í fjør fór eitt av
umboðunum á Kommunu
listanum, Kristina Roest, av
listanum hjá Kristini Mich
elsen og í samstarv við Javn
aðarlistan.
Tí kundi nýggi meirilut
in í Tvøroyrar býráð taka
aftur tilsøgnina, sum Krist
in Michelnsen fekk um,
at hann kann virka sum
løgtingsmaður og borgar
stjóri í senn.
Nøkur
for
dømi
eru
Eirikur Lindenskov
Tað eru fordømi um, at
borgarstjórar ikki eru
slopnir at røkja løgtings
starvið samstundis sum
borgarstjórastarvið.
Tað hendi tiltømis, tá
Jógvan Skorheim, borg
arstjóri í Klaksvík, varð
valdur á ting fyri Sjálv
stýri í 2015.
Tá sat hann í sam
gongu
í
Klaksvíkar
býráð saman við Tjóð
veldinum og Javnaðar
flokkinum.
Tá Klaksvíkar býráð
atkvøddi um at geva
honum undantaksloyvi,
atkvøddu Fólkaflokkur
in og Tjóðveldið ímóti,
meðan
Sjálvstýri
og
Javnaðarflokkurin
at
kvøddu. fyri. Málið fall,
og Jógvan Skorheim
fekk onga tilsøgn.
Í 2016 varð nýtt bý
ráð valt. Nú skipaðu
Sjálvstýri og Javnað
arflokkurin samgongu
einsamallir, og nú bar
til. Jógvan Skorheim
fekk sína tilsøgn og
situr tí á tingi.
Tað er eisini fordømi
um, at borgarstjóri er
farin í farloyvi fyri at
røkja annað politiskt
starv. Tað hendi til døm
is, tá Páll á Reynatúgvu
í 2002 gjørdist lands
stýrismaður. Tá skeiðið
var av, tók hann við
aftur sum borgarstjóri
á Sandi.
Páll á Reynatúgvi er
eisini dømi um borgar
stjóra, sum hevur lagt
frá sær, tá hann misti
meirilutan. Tað gjørdi
Páll á Reynatúgvu í
2009, tá støðan var sum
á Tvøroyri nú, at minni
lutin gjørdist meiriluti.
Páll á Reynatúgvu
kundi
gjørst
sum
Kristin Michelsen og
hildið fram. Men hann
valdi sjálvur at leggja
kongin.
KRISTIN FYRSTU FERÐ VALDUR Í 1988
Eirikur Lindenskov
– Tað er arbeiðslagið hjá
Kristini Michelsen, sum ger,
at hann ikki longur kann
vera partur av Javnaðar
flokkinum á tingi.
Tað segði Aksel V. Johann
esen, løgmaður við sjónvarp
ið.
Løgmaður segði eisini, at
Kristin Michelsen beinleiðis
hevði hótt seg í sambandi við
misálitisuppskotið á Rigmor
Dam.
– Tá gekk hann á meg at
fáa meg at skriva undir uppá,
at hann slapp at stilla upp
aftur fyri Javnaðarflokkin til
løgtingsvalið. Gjørdi eg ikki
tað, so fór hann at atkvøða
fyri misálitisuppskotinum á
Rigmor Dam, segði lømgðuar.
Løgmaður vísti eisini á
avbjóðingarnar í býráðnum
á Tvøroyri.
– Hann segði, at um eg ikki
fekk Javnaðarflokkin í Tvør
oyrar býráð at makka rætt,
so vildi hann lata privat sam
skifti millum okkum báðar
til miðlarnar. Hetta er ein
arbeiðsháttur, sum eg ikki
haldi hoyrir heima í einum
flokki – tað at tú roynir at
hótta teg til ávis ting. Tað
eigur ikki at góðtast, go tað
verður ikki góðtikið í Javn
aðarflokkinum, segði Aksel
V. Johannesen, løgmaður.
– Onnur skulu kunna hava
álit á Javnaðarflokkinum.
Og kunnu tey ikki hava álit
á okkum við sjey tingfólkum,
so er betri, at vit eru seks
tingfólk, sum onnur kunnu
líta á, segði løgmaður.
Hótti løgmann fyri at sleppa at stilla upp
2011:
Kristin Michelsen valdur á ting fyri
Javnaðarflokkin.
Við Kringvarpið segði hann
valkvøldið, at hann tók Suðuroy
fram um Javnaðarflokkin. Um ikki
stórmál fyri Suðuroy komu á skrá,
so fór hann heldur at sita uttan fyri
samgongu.
Kaj Leo Holm Johannesen nýtti
millum annað hesa útsøgn sum
orsøk til ikki at tosa við Javnaðar
flokkin um samgongumøguleikar.
2015:
Kristin Michelsen afturvaldur á
ting fyri Javnaðarflokkin.
2016
Stríð millum javnaðarfólk á Tvør
oyri, sum ber í sær, at Kristin Mich
elsen ikki stillar upp fyri Javnað
arflokkin og ger sín egna lista til
kommunuvalið.
Vinnur býráðsvalið og heldur
fram sum borgarstjóri.
2017:
Tekur ikki undir við uppskotinum
um fiskivinnunýskapan. Uppskotið
ger seg inn á vinnuna í Suðuroy,
segði hann. Løgtingið ger fleiri
broytingar, so Kristin Michelsen
og Bjarni Hammer kunnu verða
nøgdir.
Desember 2017:
Kristin Michelsen missir meiri
lutan í býráðnum. Hóvar borgar
stjóranum illa. Hann hóttir við, at
trætan í býráðnum fer at ávirka
tingarbeiðið.
Desember 2018:
Kristin Michelsen atkøvður blankt
– og ikki ímóti einum misálitis
uppskoti á Rigmor Dam, landsstýr
iskvinnu Javnaðarfloksins.
Januar 2019:
Kristin Michelsen verður koyrd
ur úr tingbólkinum hjá Javnaðar
flokkinum á tingi.
Kristin Michelsen hevur
verið borgarstjóri á Tvøroyi
í 18 ár
Nøkur stríðsmál á leiðini
Góðan dagin
Soljóðandi teldupostur er sendur Løgmanni og
Helenu Dam á Neystabø, tingbólkaforkvinnu í dag:
Takk fyri løgmaður fyri nýggjársheilsuna, og
gott nýggjár, sjálvt um tú ikki ynskir mær gott
nýggjár. Sum limur í tingbólkinum undrar tað
meg, at tú sum løgmaður skrivar vegna tingbólkin,
kann undirritaði fáa orsøkina til tað?
Løgmaður sigur, at tingbólkurin hevur tikið
avgerð um, at jeg ikki eri partur av tingbólkinum.
Kann undirritaði fáa hesa avgerðina frá
tingbólkinum, um nær og hvar tingbólkurin
hevur tikið hesa avgerð, undirritaði hevur so ongi
fundarboð fingið.
Tú sum formaður og løgmaður kann ikki
góðtaka t.d. við, at jeg eri farin uttan at boða frá,
tá fleiri atkvøðugreiðslur hava verið á skrá. Kann
løgmaður greiða nærri frá, nær hetta eri fari fram?
Løgmaður boðar eisini frá, at starvsnevndin
hevur tikið avgerð um, at undirritaði ikki sleppur
at stilla upp til næsta løgtingsval. Kann undirritaði
fáa hesa avgerð frá starvsnevndini?
Hvør er orsøkin, at starvsnevndin gongur ímóti
avgerðini, ið landsfundurin samtykti við 118 fyri og
bert 21 ímóti tann 1. Apríl 1017?
Harra løgmaður, hvat er broytt okkara millum,
síðan tú sum løgmaður sendi mær soljóðandi SMS
18. Oktobur 2016:
“-havi ringt har. Hann tosar nokk við nevndina.
Eg hevdi fyrireika listan, so tú ert klarur í so Fall!”
Hetta eru orðini frá løgmanni í SMS boðunum
til undirritaða. Hetta var eftir at undirritaði var
koyrdur av javnaðarlistanum til kommunuvalið
2016. 7. november 2016 fekk undirritaði aftur
SMS boð frá løgmanni, aftaná at undirritaði
hevði spurt um, um hann framvegis var limur í
javnaðarflokkinum: “tú er sjálvandi framvegis
ynsktur í flokkinum”.
At enda vil undirritaði spyrja løgmann og
formann í javnaðarflokkinum “Eri jeg framvegis
limur í Javnaðarflokkinum“?
Við javnaðarkvøðu
Kristin Michelsen
Kunning
Kristin Michelsen, tingmaður, boðaði í januar 2018 alment frá, at hann ikki kennir seg bundnan til
at atkvøða saman við Javnaðarflokkinum, men tekur persónliga støðu frá máli til mál.
Henda støða ikki er haldgóð.
Harumframt hevur Kristin Michelsen eitt arbeiðslag, ið eg sum formaður í Javnaðarflokkinum ikki
kann góðtaka.
Tískil skal eg við hesum boða frá, at tingbólkurin hevur tikið ta støðu, at Kristin Michelsen ikki
longur er partur av tingbólki floksins í Løgtinginum.
Hartil hevur starvsnevndin hjá Javnaðarflokkinum tikið ta støðu, at Kristin Michelsen ikki verður á
listanum hjá Javnaðarflokkinum til komandi løgtingsval.
Aksel V. Johannesen
Formaður í Javnaðarflokkinum
Kristin í brævi til løgmann:
Uppsagnarbrævið frá Javnaðarflokkinum til Kristin Michelsen, sum hann fekk hósdagin