Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. januar 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 7. januar 2019 · Nr. 2 Eitt bakkast fyri føroyskt vinnulív - At siga upp handilssáttmálan við Ísland verður eitt bakkast fyri føroyskt vinnulív, og serliga fyri ávísar partar av okkara vinnulívi, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag Vilmund Jacobsen - Landsstýrið hevur nú uppsagt ein av teimum fimm fríhandilssátt­mál­ un­um, sum Føroyar hava. Tað skal ikki vera ivi um, at Føroya Arbeiðs­ gev­arafelag heldur, at hetta er skeiv leið at ganga. Landsstýrið eigur tí bein­anvegin at seta seg í sam­band við íslendskar myndug­leikar við tí enda­máli at fáa ein handils­sáttmála. Tað sigur Føroya Ar­ beiðs­gevarafelag á sínari heima­síðu í dag. - Vit hava í fleiri ár ar­ beitt við at sannføra før­ oysku myndugleikarnar um at seta meira orku av til at fáa í lag handils­ sátt­málar við onnur lond ella bú­skaparøki, sum geva føroyskum fyri­tøk­ um betri møguleikar fyri at innflyta og útflyta, og sum harvið stimbra sam­ felagsbúskapin. Føroya Arbeiðs­gevara­ felag kundi tí fegnast, tá tað eftir millumlanda sam­ ráðingar í áravís loks­ins eydnaðist at gera frí­ handis­sáttmála við Turka­ land. - Nú hevur landsstýrið tó valt at siga upp Hoy­ víkssáttmálan, sum hev­ ur við sær, at eingin handils­avtala er millum Før­oyar og Ísland eftir 1. janu­ar 2020, um eingin onn­ur avtala kemur í stað­in. Føroya Arbeiðsgevara­ felag hevur víst á, at tá Hoyvíkssáttmálin fer úr gildi - uttan at annar sátt­máli ella avtala kem­ ur ístaðin - verður støðan á handilspolitiska økin­ um millum Føroyar og Ís­ land í besta føri, sum hon var fyri 1992, tá fyrsti handils­sáttmálin land­ anna millum varð gjørd­ ur. - Hetta verður eitt bakk­ast fyri føroyskt vinnu­lív, og serliga fyri á­vís­ar partar av før­oysk­ um vinnulívi. Sum dømi kann nevnast, at før­ oyskt fiskafóður fær ein toll á 55 prosent, um eing­in handilsavtala er gald­andi, og tí verður ís­ lendski vakstr­ar­markn­ að­ur­in reelt stongdur fyri føroyskum fiska­fóð­ uri. Eisini innflutn­ing­ur­ in av ávísum íslendskum vørum fær toll álagdan, og vørurnar verða tí dýr­ ari, eins og úrvalið kann væntast at minka, siga tey í Føroya Arbeiðs­gev­ ara­felagnum í dag. Øll greinin, sum um­ røður hetta evnið, kann lesast á www.industry.fo Einfaldasta loysnin at hjálpa kann vera at hjálpa teimum, sum longu hjálpa. Grannakaffi 2019, sum verður vikuskiftið 15.-17. mars, er ein møguleiki. Bussleið koyrir eftir nýggjari ferðaætlan Bussleiðin er ókeypis tænasta til borgararnar í Sunda kommunu, og koyrt verður allar gerandisdagar frá klokkan 16-22 Vilmund Jacobsen Bussleiðin í Sunda komm­ unu er komin fyri at vera. Tølini yvir ferðandi í 2018 vísa, at 6033 ferð­ andi hava koyrt við buss­ leið­ini. Hetta er ein munandi hækking í mun til 2017, tá 5686 ferðandi brúktu leiðina.  - Bussleiðin í Sunda komm­unu hevur koyrt síðan 2. januar 2017, og sein­ast í 2018 samtykti bý­ráðið, at bussleiðin skal halda fram í fimm ár, og koyringin varð boð­in út. Nakrar broytingar eru gjørdar í ferðaætlanini, og nýggj ferðaætlan kem­ur í gildi í dag, 7. janu­ar. - Ferðaætlanin verður borin í hvørt hús í Sunda kommunu hesa vikuna, og nýggja ferðaætlanin er eisini tøk um heima­ síðuna hjá kommununi – www.sunda.fo Bussleiðin er ókeypis tænasta til borgararnar í Sunda kommunu, og koyrt verður allar ger­ andis­dagar frá klokkan 16-22. Draga gjald frá óbýttum Vilmund Jacobsen Á ársaðalfundi í Føroya Skipara-og Navigatørfelag (FSN) hin 28. desember nam formaður felagsins, Annfinnur Garðalíð við, hvussu felagið metir, at uppboðssølan av fiskirættindum higartil hevur eydnast. - Tann 26. apríl 2018 var fyrsta almenna upp­ boðs­sølan av svartkjafti. 25.000 tons vórðu seld fyri 0,39 krónur fyri kilo. Her kom eingin nýggjur aktørur inn í vinnuna. Aftur tann 2. mai vórðu 25.000 tons seld fyri 0,55 krónur fyri kilo. Her vóru sjey keyparar og allir verandi aktørar í vinnuni.  Formaðurin vísti á, at eftirfylgjandi hava verið uppboðssølur og lukkaðar uppboðssølur, men talan er ikki um, at nýggir aktørar komu inn í vinnuna, sum ætlanin hjá landsstýrismanninum, Høgna Hoydal, var.  - So, her er einki at taka feil av, skipanin virkaði ikki sum ætlað at fáa nýggjar aktørar inn í vinnuna, men skipanin virkaði bert til hetta eina - at skaffa landskassanun meiri pening upp á sjómansins rokning, sum hann tók til. Ann­finnur Garðalíð helt á aðalfundinum fyri, at uppboðssølan bæði hevur verið og er ein vannlukka fyri fiskivinnuna. Hann segði, at FSN veit dømir um manningar, sum hava mist umleið 25 prosent í inntøku einstakar túrar, tí uppboðssøluavgjaldið er trekt av óbýttum. Í fleiri førum hevur FSN sæð, at avreiðingar­ prís­urin er nærum tann sami, sum keypsprísurin var á uppboðssøluni.  - So, hetta hevur ikki verið nakað kvetti fyri skip ella manningar, men heldur ein vannlukka, segði formaðurin í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Annfinnur Garðalíð. TOFTIR: Seinastu tíðina er stórt arbeiði lagt í at hampa og dagføra økið vestan fyri bátahylin á Toftum. Tað eru Falkon og EM Asfalt, sum hava gjørt arbeiðið saman við teknisku deild hjá Nes kommunu. Marita Rasmussen er stjóri í Vinnuhúsinum