Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. januar 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 7. januar 2019 · Nr.2 NÚ ER 37.280 AKFØR Í FØROYUM Á ársins fyrsta degi vóru 37.280 akfør skrásett í Føroyum. Tað vísir uppgerð hjá Akstovuni. Nógv teir flestu bilarnir eru persónbilar, sum í dag eru 24.852 í tali. Næsti bólkurin eru vøruvognarnir, sum eru 4.059 í tali. Síðani eru viðfestisvognarnir triðji størsti bólkurin. Teir eru 3.273 í tali. Talið av bilum í Føroyum er støðugt vaksið seinastu árini. Bera vit saman tølini í dag við tølini fyri 10 árum síðani, so vóru 1. januar í 2009 skrásett tilsamans 30.431 akfør í Føroyum. Tað er ein munur upp á 6.849 akfør ella ein vøkstur upp á 22,5 prosent. Ró og Jógvan Eli, fingu 24. desember 2018 ein fittan jóladrong. Hann vigaði 3580 gr og var 52 cm langur. Gleđilig Jól Tann 30. desember, blivu Ata Maria og Garfield (Jimmy) Blair foreldur til eina fitta lítla gentu. Gentan vigadi 4670g og var 56 cm long Føddur 18 dec 2018, ein drongur var 50 cm og vekt vat 3170g foreldur eri Judith og Allan jacobsen 900 Vágur Jacob Jacobsen, Sumba, andaðist á Suðuroyar sjúkrahúsi leygardagin 5. januar, 80 ára gamal. Anna Helena Husgaard, Tórshavn, ættað úr Syðru­gøtu andaðist á Lands­sjúkrahúsinum fríggjakvøldið 4. jan­ uar 92 ára gomul. Judith Nielsen, ættað úr Vestmanna, bú­sitandi í Greve, andaðist mikudagin 2. januar, 72 ára gomul. Leivur Petersen, ætt­að­ ur úr Heygstrøðni heim­ an av Sandi, búsitandi í Tórshavn, andaðist á Tjarna­garði, mikudagin 2. januar, 97 ára gamal Anne Ellebye Olsen, Rituvík, andaðist í heim­inum mikudagin 2. jan­uar, 53 ára gomul. Fríborg Niclasen, ættað úr Sørvági, andaðist ann­að­ jólakvøld á Køge sjúkrahúsi, 77 ára gomul. Hansina Thomsen, Strendur, andaðist á Landssjúkrahúsinum týsdagin 1. januar 91 ára gomul. Elisabeth Marie Samuelsen, vanliga nevnd Betta, ættað úr Klaksvík, andaðist 1. januar, 63 ára gomul, á Herlev sjúkrahúsið. Brynhild Hovgaard, Hoyvík, andaðist á Rík­issjúkrahúsinum mán­adagin 31. desember, 57 ára gomul. Elsa Nielsen, Sanda­ vág­ur ættað úr Klaks­ vík andaðist á Sýnini sunnudagin 30. des­ ember 84 ára gomul. Mira Pauletta Olsen, Hvalba, andaðist í heim­inum hósdagin 27. desembur, 79 ára gomul. Solveig Nielsen, ættað úr Vestmanna, búsitandi í Havn, andaðist á Um­ lætt­ing­arheiminum 2. jóladag, 92 ára gomul. Hargin Joensen, Sumba, andaðist á Lands­ sjúkrahúsinum fríggj­ a­dagin 28. desember, 78 ára gamal. Heri Kragesteen, Tórshavn, andaðist 27. desembur, 68 ára gamal. Neana Henriksen, ættað úr Sumba, bú­sitandi í Skúgvi, andaðist á Áargarði 2. jóla­dag, 87 ára gomul. ANDLÁT Árant fyribilsstjóri á Landsverki Lansstýrismaðurin í samferðslumálum, Heðin Mortensen, hevur gjørt av fyribils at seta Árant Andriasson í starv sum landsverkfrøðingur, til nýggjur landsverkfrøðingur er settur og tekur við starvinum. Stjórin hevur evstu ábyrgd av Landsverki. Saman við leiðsluni á stovninum leggur fyribilsstjórin virksemið til rættis, og setur yvirskipað mál fyri øll arbeiðsøki. Bygnaðurin á Landsverki er óbroyttur, sum hann var undir undanfarna stjóra. Harumframt hevur setti stjórin evstu ábyrgd av, at øll verklagsarbeiði hjá landinum verða væl frágingin, av fíggjarstýring, og at játtanir verða hildnar. Umleið 1 30 starvsfólk eru á Landsverki, og hetta er ein av størstu landsstovnunum í Føroyum. Landsverk er undir Samferðalumálaráðnum og h­e­v­ur um hendi vega- og havn­ar­mynd­ug­leik­a­upp­gáv­ ur og byggiharrauppgávur. Elin er nú ovast í Kringvarpinum Rigmor Dam, lands­stýr­ is­kvinna, hevur sett nýtt kringvarpsstýri Tað eru sjey limir og vara­ lim­ir í kring­varps­stýr­i­num. Av hesum hava pol­it­isku flokkarnir í Løg­tingi­num tilmælt fýra, lands­stýr­is­ kvinnan hevur valt tveir meðan 1 er starvs­fólka­um­ boð. Landsstýriskvinnan hev­ ur gjørt av, hvussu nýggja stýr­ið verður skipað millum lim­ir­nar. Nýggja kringvarpsstýrið sit­ur til 31. desember 2022. Limir: Elin Winther Poulsen, for­ kvinna, løgfrøðingur/journ­ a­li­stur, Hoyvík Katrin Petersen, næst­for­ kvinna, journalistur, Sandur Ragnar Joensen, stjór­n­ mál­a­frøðingur, Klaksvík Theodor Eli Dam Olsen, prest­ur, Hoyvík Gunvá við Keldu, gra­f­o­n­ om, Klaksvík Jóhan Petersen, skips­ verk­frøð­ingur, Glyvrar Beinta Løwe, journalistur, starvs­ fólkaumboð, Tórshavn Varalimir: Dorit Hansen, ritstjóri, Hoy­ vík - fyri Elina Winther Poul­sen Beinta Gregersen, sam­ fela­gs­frøð­ingur, Klaksvík - fyri Katr­ina Petersen Hanus Toftheyggj, BA í alm. fyr­i­siting, MA í løgfrøði, Hvalba - fyri Ragnar Joensen Annika Eidesgaard, lærari, Tvør­oyri - fyri Theodor Eli Dam Olsen Ólavur í Geil, BA (hons) Events Management, Tórs­ havn - fyri Gunvá við Keldu Otto Gram, lærari, Tvør­ oyri - fyri Jóhan Petersen Carsten M. Arn­skov, tøkningur, starv­s­fólk­a­um­ boð, Tórshavn - fyri Beintu Løwe Elin Winther Poulsen hev­ur fyrr starvast sum tíðindafólk í Kring­var­p­i­ num og á Rás2. Í løt­uni er hon leiðari fyri verk­ætl­anini Sig Frá undir Al­mann­a­mál­a­ ráð­num. VÆLKOMIÐ LÍTLA BARN Vælkomið lítla barn