Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. januar 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. januar 2019 · Nr. 2 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Lóg um vælferð verður evsta trygd hjá fólki sum ikki klára seg sjálvi Uppskotið um almannatrygd og vælferð verður lagt fyri tingið í vetur Árni Gregersen Eins og forsorgarlógin hevur verið, verður løgtingslóg um almannatrygd og vælferð evsta fíggjarliga trygdarnetið fyri teir borgarar, ið ikki sjálvir megna at uppihalda sær sjálv­ um og sínum, og fyri teir borg­ arar, ið hava tørv á tænastum, verður lógin karmur um teirra gerandisdag og virki. Eyðgunn Samuelsen, lands­ stýris­kvinna við almanna­mál­ um, hevur havt eina nýggja lóg um almannatrygd og vælferð til hoyringar. Hoyringsfreistin er farin og nú verður seinasta hond løgd á lógina, sum í manna­munni verður nevnd væl­ferð­arlógin. Landsstýriskvinnan sigur, at uppskotið verður lagt fram í hesum mánaðinum ella fyrst í februar. Higartil hava vit havt eina forsorgfarlóg, sum hevur verið grundarlagið undir, hvussu samfelagið hevur hjálpt teim­ um,m sum hava hjálp fyri neyð­ini, tí tey av einari ella aðr­ari orsøk ikki klára at for­ syrgja sær og sínum. Endamálið við uppskot­in­ um er at fáa eina føroyska løg­ tingslóg um vælferð, ið lagað er til føroysk viðurskifti í ein­ um. Uppskotið setir kós fyri, hvussu stórur partur av før­ oysku vælferðartænastunum verður skipaður frameftir. Ætlanin er, at nýggja væl­ ferð­arlógin skal brynja før­ oyska vælferðarsamfelagið til tær avbjóðingar, sum longu eru, men ikki minst til tær av­ bjóð­ingar, sum eru fyri framm­ an. Millum annað tekur nýggja lógin hæddd fyri, at vit liva longur og at viðerðarhættirnir fyri nógvar álvarsligar sjúkur eru vorðnir munandi betri. Hetta saman við einari al­ menn­ari fatan av, at fólk skulu liggja so stutt sum møguligt á sjúkra­húsi, setir krøv til nógv­ ar nýggjar vælferðartænastur. Sjálvhjálpni Ein avgerandi táttur í nýggju lógini er, at hon hevur til enda­ máls at gera fólk sjálvhjálpin. Hettta verður millum annað gjørt við, at so mong sum møgu­ligt hava eitt tilknýti til arbeiðs­marknaðin, sjálvt um av­bjóðingar eru á vegnum. Lógin leggur eisini upp til, at familjur, sum hava barn, sum ber brek, ella ein maki hjá ein­um, sum hevur fingið nið­ ur­sett virkisføri, skulu stuðlast í at varðveita tilknýtið til ar­ beiðs­marknaðin og fáa neyð­ uga hjálp at taka sær av sínum so leingi, sum gjørligt. Eitt annað, sum lógin leggur upp til er, at fólk skulu fáa við­ líkahaldsvenjing fyri at fyri­ byrgja, at tey noyðast av ar­ beiðs­markn­aðinum. Hetta er eisini fyri, at slepp­ ast kann undan stórum krøv­ um um tænastur frá almanna­ verkinum. Í uppskotinum er ein røð av møguligum amboðum, sum Al­manna­verkið kann velja at brúka fyri at hjálpa persónum, sum hava tørv á antin fíggjar­ ligari hjálp ella tænastu, fyri at virka á jøvnum føti við onnur í samfelagnum. Dagførir verandi lóg Uppskotið fevnir eisini um nógv­ar av tænastunum, sum eru í galdandi lóg og talan er um eina røð av dagføringum í mun til verandi lóggávu, eins og uppskotið gevur lands­ stýris­manninum heimild til at skipa nýggjar tænastur, sum tørv­ur er á, fyri at borg­ar­ar, sum bera brek kunnu virka á jøvn­um føti við onnur í sam­ felagnum. Vælferðartænasturnar skulu leggja størri dent á tann fyri­ bygjandi tættin, og veitingar og tænastur skulu í størri mun virka og eggja til størri sjálv­ hjálpni. Lógin kemur í stóran mun fyri forsorgarlógina. Fyrstu ferð heitið “for­sorg­ arlóg” varð nýtt fyri sosiallóg, gald­andi í Føroyum, var í 1960, men nýggj lóg kom í 1967. Síð­ an er lógin vorðin broytt mun­ andi í fleiri umførum. Í 1988 vórðu allar broyt­ing­ ar­nar savnaðar í eini sokallaða lóg­arkunngerð, men fram­hald­ andi er tað lógin frá 1967 við seinni broytingum, sum er heimild­argrundarlagið. Forsorgarlógin er smíðað í eini tíð, har vælferð­ar­tæn­ast­ ur­nar vórðu skipaðar á annan hátt enn í dag, og sum í stóran mun bygdu á eina stovnsgerð (institutionalisering) av borg­ ar­um, ið bóru brek. Eyðgunn Samuelsen er landsstýriskvinna við almannamálum. Kommununar hava yvirtikið eldrazøkið og umsita tað.