mánadagur 7. januar 2019síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 7. januar 2019 · Nr. 2
TÍÐINDI
Miðvíst arbeitt við at
gera eina nýggja og
nýmótans vælferðarlóg
Nýggja vælferðarlógin tekur atlit
til viðurskiftini hjá fólki, sum bera
brek og til nútíðar hugsjónir
Árni Gregersen
Seinnu árini hevur almanna
málaráðið arbeitt stig- og mið
víst við at dagføra lóggávuna
soleiðis, at lóggávan er meira í
samsvari við nútíðar hugsjón
við atliti at viðurskiftum hjá
fólki, ið bera brek.
Eitt annað, sum eisini hevur
ligið frammarlaga er, at arbeitt
hevur verið fram ímóti at fáa
eina greiðari rættarsrtøðu og
bøta um løgfrøðiligu og umsit
ingarligu
karmarnar
hjá
myndugleikunum, sum umsita
tænastur og veitingar, sum nú
eru skipaðar eftir forsorgar
lógini.
Arbeiðið at dagføra verandi
reglugrundarlag tók dik á seg í
2010 við reglunum um stuðul
til hjálparráð, har rætturin til
stuðul til hjálparráð varð ná
greinaður í lóggávuni.
Síðani er skipanin við at
veita búfólki á bústovni og
ellis- og røktarheimi niðursetta
pensjón strikað, og bústaðar
politikkur tilevnaður.
Í 2013 var lóg um arbeiðs
fremjandi tiltøk sett í gildi, og
síðani eru reglurnar í forsorg
arlógini um vardar bústaðir,
virknistænastur og endurvenj
ing dagførdar, eins og heima
tænasta og eldrarøkt eru løgd
til kommunurnar at umsita.
Verandi
forsorgarlóg
er
merkt av nógvu broytingun
um, sum eru framdar.
Umframt, at lóggávan part
víst er orðað á føroyskum og
partvíst á donskum, so hevur
lógin ásetingar sum ikki long
ur hava nakað veruligt inni
hald.
Borgarin í fokus
Í januar 2017 fekk landsstýris
maðurin handað tilmæli til
tænastupolitikk við heitinum
“Borgarin takast uppá ráð” og
frágreiðing til tilmæli.
Tilmælið er tilevnað av
einum breitt fevnandi arbeiðs
bólki við umboðum frá áhuga
feløgum, fakfeløgum, Almanna
verkinum og Almannamála-
ráðnum.
Í tilmælinum og frágreið
ingini er sjóneykan sett á ver
andi sosialar tænastur, og
hvussu vit eiga at skipað tæn
astur til fólk, sum bera brek
frameftir.
Løgtingið hevur í hesum
sambandi havt frágreiðing um
tænastur til aðalorðaskiftis í
apríl 2017, har landsstýrismað
urin legði fram sína ætlan fyri,
hvørjar tænastur skulu veitast
frameftir, og hvussu hesar
skulu veitast.
Landsstýriskvinnan við al
mannamálum, Eyðgunn Sam
uelsen, er nú komin á mál við
arbeiðinum.
Hon setir við uppskotinum
til løgtingslóg um almanna
trygd og vælferð kós fyri,
hvussu partar av føroysku
vælferðarskipanini skulu skip
ast soleiðis, at borgarar, sum
ikki megna at uppihalda sær
og sínum, og borgarar, sum
bera brek og varandi sjúku, fáa
neyðugar veitingar og tænast
ur til tess at virka á jøvnum
føti við aðrar føroyingar.
Saman við uppskotinum til
løgtingslóg um vælferð leggur
landsstýrismaðurin
eisini
fram uppskot til løgtingslóg
um tvingsil, uppskot til løg
tingslóg um broyting í løg
tingslóg um barnavernd, upp
skot til løgtingslóg um broyting
í løgtingslóg um heimatæn
astu og eldrarøkt v.m. og upp
skot til løgtingslóg um broyt
ing í løgtingslóg um kærunevnd
í almanna-, familju og heilsu
málum.
Samstundis verður verandi
forsorgarlóg sett úr gildi.
Uppsdkotið til nýggju væl
ferðarlógina hevur verið til
hoyringar og nógv hoyrings
svar eru komin til almanna
málaráðið.
Í hesum døgum verða hoyr
ingssvarini gjøgnumgingin og
ávísar tillagingar gjørdar í
uppskotinum.
- Men sum tað sær út nú, so
bendir alt á, at vit kunnu
leggja uppskotið fyri tingið, tá
ið tingið kemur samanaftur,
sigur landsstýriskvinnan við
almannamálum,
Eyðgunn
Samuelsen.
Lógin miðar eftir, at fólk, sjálvt um tey bera bredk, ikki missa sambandið við arbeiðsmarknaðin.