Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. januar 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. januar 2019 · Nr. 2 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Við tveimum nýggjum A320neo flogførum verður samlaða CO2 útlátið við óbroyttari rutuflúgving 10 prosent lægri í 2021 enn í 2017, sambært Atlantsflogi Pætur Hjalmar Evensson pature@sosialurin.fo Ein stórur partur av øllum heimsins vakstrarhúsgassum kemur frá CO2 útlátinum hjá flogførum. Hetta er mann í før­oyska flogfelagnum, Atl­ ants­flogi, tilvitaður um, og fel­ agið hevur eisini greið mál um at gerast grønari fyri at minka um egið útlát. Sambært felagnum var saml­aða CO2 útlátið frá rutu­ flúgv­ingini umleið tvey pro­ sent lægri í 2017 í mun til 2010. Og útlátið fyri hvørt flogsetur var næstan helvtina lægri í 2018 í mun til 2010. Ætlanin er at halda fram við hesari um­ hvørvisvinarligu gongdini fyri at fáa enn minni CO2 útlát. Grønari flogfør á veg Grøna broytingin kemur til sjónd­ar í vár, tá nýggja Airbus A320neo flogfarið kemur at flúgva fyri Atlantic Airways. Nýggja flogfarið hevur mun­ andi lægri oljunýtslu og lægri CO2 útlát enn verandi Airbus flogførini, og á vári 2020 kemur enn eitt nýtt flogfar av sama slag. - Vit gera alt, vit kunnu, fyri at vera grøn og burðardygg og eru longu væl á veg. Vit brúka minni CO2 nú, tí vit hava fingið nýggj flogfør, og vit koma at brúka enn minni við hes­um nýggju flogførunum, sig­ur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlants­flogi. Við tveimum nýggjum A32­ 0neo flogførum verður saml­ aða CO2 útlátið við óbroyttari rutu­flúgving 12 prosent lægri í 2021 enn í 2010, og 10 prosent lægri enn í 2017, sambært Atl­ ants­flogi. Atlantsflog hevur í dag trý Airbus flogfør í flotanum – eitt A320 og tvey A319. Av teimum eig­ur felagið A320-flogfarið og eitt A319. Triðja flogfarið av slagn­um A319 er lang­tíð­ar­ leigað, og tað verður latið aft­ ur, tá fyrsta Airbus A320neo flog­farið kemur í flotan í vár. Dálka munandi minni Ongantíð fyrr hava so nógv fólk ferðast um Vága Floghavn fyrr. Heilt neyvt ferðaðust 377,813 ferðafólk umvegis Vága Floghavn í 2018, og tað er ein stórur vøkstur samanborið við 2017, tá talið var gott 341.000. CO2 útlátið pr. flogsetur í flogførunum hjá Atlantsflogi sein­astu árini er lækkað mun­ andi seinastu árini í sambandi við flota-endurnýggjan frá RJ- flogførunum til Airbus flog­ før­ini. Á Keypmanna­havnar­far­ leið­ini var útlátið fyri hvørt flog­setur 46 prosent lægri í 2018 við A320 flogflogførunum í mun til 2010 við RJ-flog­før­un­ um. Í vár, tá Atlantsflog lang­ tíð­ar­leiðar nýggja A320neo flog­farið, skal CO2 útlátið sam­ bært felagnum minka við 18 pro­sent­um aftrat, tí hetta flog­ farið hevur enn lægri útlát enn verandi Airbus flogførini. 1 kilo av brennievni (jetfuel) svar­ar til 3,15 kilo av CO2. (Sí stabba­mynd 1) Tað sama við oljunýtsluni. Brenni­evnisnýtslan er eisini lækkað 46 prosent frá 2010 til 2018. Atlantsflog væntar eisini, at talan verður um eina mink­ ing í litrum pr. flogsetur á 18 pro­sent, tá nýggja flogfarið kem­ur í 2019. (Sí stabbamynd 2) Airbus A320neo flogførini fara at taka 174 ferðafólk, og tað eru fleiri setur enn hini flog­førini, ið rúma ávikavist 144, 144 og 168 ferðafólkum. Altjóða stovnar gera sítt Fyri at taka ábyrgd av nógvu dálkingini í flogferðsluni, avgjørdi heimsflogferðslu­ felags­skapurin ICAO (Inter­ Tvey nýggj flogfør á veg: NÝGGJU FLOGFØR SKULU TRYGGJA MINNI DÁLKING 1) Miðal CO2-útlát á Keypmannahavnarfarleiðini – einvegis. Kilo pr. flogsetur