Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. januar 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. januar 2019 · Nr. 2 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tilsamans fingu føroysku kommunurnar í fjør stívliga 74,7 miljónir krónur fleiri inn í skatti, enn tær fingu í 2017. Nógv tann størsta partin fekk Tórshavnar kommuna, nevniliga 42 miljónir krónur. Áhugi er fyri leiguveltum - Vit hava fingið fleiri fyrispurningar, og tað eru húski, sum longu nú hava teknað seg til leiguveltu, siga tey í Eiðis kommunu Vilmund Jacobsen Eiðis kommuna er farin í holt við eitt genialt tiltak, har hvørt húski í kommununi kann leiga eitt lendi á 75 fermetrar at velta á. Umframt Eiði, fevnir komm­ unan eisini um Ljósá og Svín­ áir. Talan er um jørð, sum komm­ unan eigur og stykkini, sum kunnu leigast, eru sett til um­ leið 75 fermetrar hvørt. Leigu­ kostn­aðurin er lítil, 100 krón­ur um árið. Lutakast um stykkini Tá freistin at søkja um leigu­ veltu er farin, verður lutakast millum húskini, sum tekna seg um, hvar leigulendið verður. - Eiðis kommuna eigur nakað av lendi, sum komm­un­ an ikki brúkar, og nú ætla vit, at partur av hesum lendi skal gagna borgarunum í komm­un­ uni. Í Eiðis kommunu leggja tey aftrat, at allir borgarar í komm­ununi, sum hava hug at velta eitt hvørt til matna, nú kunnu melda seg til, og freistin er sett til 01.februar í ár. - Tá tilmeldingarfreistin er farin, verður talt upp, og økini verða lutaði út. Økini avmerkjast Í Eiðis kommunu leggja tey aftrat, at tað verður komm­un­ an, sum fer at avmerkja økini, og síðan syrgir leigarin sjálvur fyri tilrigging og velting. - Økini, sum talan er um, eru millum Vatna og uppi á Grind á Eiði, men um eftirspurningur verður stórur, verða økir í Svínáum og við Ljósá eisini ávíst. Áhugin er stórur Sosialurin hevur í morgun verið í samband við Eiðis komm­unu, og har siga tey, at tey longu nú hava fingið nógv­ ar fyrispurningar, og tað eru fleiri húski, sum longu hava teknað seg til leiguveltu. - Øll húski kunnu søkja um leiguveltu, men ivaleyst er hetta mest áhugavert hjá teim­ um, sum frammanundan ikki hava møguleikan at velta. Í Eiðis kommunu siga tey, at húsarhaldini í kommununi liggja um 250 í tali. Tryggari atkoma til skúlaøkið Vilmund Jacobsen Í síðstu viku varð tendrað fyri ferðsluljósunum til nýggju ferðsluloysina við Skúla­trøð í Klaksvík, og har­við varð ferðsluloysnin við Gerðagøtu endaliga tik­in í nýtslu. Hetta merkir, at nú kunnu bæði bilar og fólk til gongu ferðast tryggari um hesar leiðir. Tað var Óli M. Lassen, formaður í teknisku nevnd, sum trýstið á knøtt­in, og børnini í Dr. Mar­grethu Barnagarði vóru tey fyrstu, ið gingu á nýggja gongu­ teiginum. Við løtuna vóru eisini um­boð fyri Klaksvíkar komm­unu, TTS, ið hevur staðið fyri ljósarbeiðnum og umboð fyri løgregluna. Jógvan Skorheim, borg­ ar­stjóri í Klaksvíkar komm­ unu, fegnaðist um góða úrslitið og ikki minst um, at Klaksvíkin nú hev­ur fingið eina góða og trygga farleið til mongu skúla- og barnagarðs­børn­ini. HEIMAFRIÐUR: Nevndin í nýstovnaða felagnum Heimafriður hevði sín fyrsta nevndarfund í síðstu viku, har nevndin skipaði seg við Trinu Eysturoy sum forkvinnu, Theodor E. Johannesen sum næstformanni og Sylviu Thomsen sum kassameistara/ skrivara. Nevndarlimir eru eisini Theresa Jákupsdóttir og Niels Midjord. Kvinnuting í Nesvík Kvinnutingið, sum Kirkjuliga Heimamissiónin skipar fyri í leguhúsinum Nesvík, verður aftur 2. februar í ár Vilmund Jacobsen Kvinnutingið er eitt umtókt tiltak, sum savnar kvinnur úr øllum landinum. - Hetta er eitt tiltak, har allar kvinnur í øllum aldri eru hjartaliga vælkomnar. Til­ meld­ing fer fram um heima­ síðuna www.mission.fo, og freist­in at tekna seg er sett til 28. januar, siga fyrireikararnir. Tiltakið byrjar klokkan 9, og tað varar til klokkan 23. Á skránni verður nógvur tónleikur, felagssangur, sam­ vera, gongutúrarar, bókaborð og bønarløtur. Landsstýriskvinnan, Sirið Stenberg, fer at røða um at varða væl um jørðina. Eisini verður gallaveitsla og døgurði. Sangframførsla verður við Blátt Gras, og Inga Poulsen Dam, prestur, fer at røða um evnið, hvussu vit gera eftir Guðs boðum. - Vit eiga nakað av lendi, sum kommunan ikki brúkar, og nú ætla vit, at partur av hesum skal gagna borgarunum, siga tey í Eiðis kommunu