mánadagur 7. januar 2019síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 7. januar 2019 · Nr. 2
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD
Føroyar hava seinastu dagarnar verið vertir fyri U16 EM í kvinnuflogbólti. Føroysku genturnar
blivu nummar fýra og hava tryggjað sær víðari luttøku. Úti í heimi hevur Jóhan á Plógv Hansen
aftur gjørt um seg, meðan ein hálvføroyskur rugby-spælari hevur vunnið heiður í Danmark
Pætur Albinus
FÓTBÓLTUR
Christian Eriksen (Tottenham)
og Pernille Harder (VfL Wolfs
burg) eru ársins spælarar í
donskum fótbólti 2018. Tað
vórðu tey kosin til av Spiller
foreningen
á
gallaveitslu
leygarkvøldið. Hetta er fimtu
ferð, at 26 ára gamli Christian
Eriksen verður kosin ársins
spælari í Danmark, og yvirhálar
hann harvið Brian Laudrup, ið
hevur vunnið hendan heiðurin
fýra ferðir. Pernille Harder,
sum somuleiðis er 26 ár, hevur
havt eitt framúr kappingarár
við
týska
Bundesliga-felag
num, VfL Wolfsburg, og her
fyri varð hon einans seks
atkvøður frá at verða kosin
heimsins besti spælari. Tann
heiðurin fekk ístaðin norska
Ada Hegerberg. Christian Erik
sen vann heiðurin sum ársins
spælari frammanfyri Kasper
Schmeichel og Thomas Dela
ney, meðan Pernille Harder
vann hann frammanfyri Sanne
Troelsgaard og Janni Arnth.
FLOGBÓLTUR
EM fyri U16-kvinnulandslið
hevur seinastu dagarnar verið
spælt í stórhøllini á Hálsi í
Havn. Tað vóru Finnland og
Danmark, sum hittust í finaluni
í gjár. Henda gjørdist javnari
enn ein hevði roknað við, tí
higartil hevði Finnland víst tað
besta spælið í kappingini, men
Danmark hevði fyrireikað seg
væl, og var í fleiri umførum á
odda í dystinum. Men tá tað
veruliga var avgerandi, so vísti
Finnland, at tær vóru tann
rætti vinnarin. Dysturin endaði
3-0 til Finnland.
Dysurin um 3. plássið var
millum Føroyar og Svøríki.
Svøríki vann dystin 3-0, men
í 3. settið var Svøríki í stórum
trupulleikum, tá Føroyar eitt
skifti førdi 18-14, men eftir
nakrar
smáfeilir,
megnaði
føroyska liðið ikki at halda
fast, og tapti settið 25-22. Hini
settini endaðu 25-17 og 25-20.
Sum væntað, so hevði Svøríki
sterkara liðið, men við tað at
hetta er fyrstu ferð Flogbólts
sambandið
hevur
landslið
í hesum aldurbólkinum, so
verður eitt samlað 4. pláss
mett sum ein góð byrjan. Við
4. plássinum hevur føroyska
liðið eisini vunnið sær rætt til
lutøku í øðrum umfari í kapp
ingini. Henda kappingin verður
í vár.
HONDBÓLTUR
Føroyski høgri vongurin hjá
Bjerringbro-Silkeborg, Jóhan á
Plógv Hansen, varð mikudagin
í síðstu viku innkallaður til
danska A-landsliðið at loysa
ein skaddan Hans Lindberg
av. Á skránni vóru tveir venj
ingardystir ímóti Ungarn fram
ímóti
HM-kappingini,
sum
byrjar hósdagin. Jóhan spældi
við fyrra dystin í 33-19-sigri
mikukvøldið. Hann varð inn
skiftur í seinna hálvleiki og
fekk tvey mál. Í gjár var søgan
tann sama, tá hann aftur varð
innskiftur í seinna hálvleiki
– hesaferð í 28-25-tapi fyri
Ungarn, sum var á odda heil
16-8
í
hálvleikssteðginum.
Jóhan gjørdi sítt til at minka
um munin og skeyt fýra mál.
- Vit hava fingið prógv fyri,
at um Hans Lindberg (37 ár)
og Lasse Svan Hansen (35) ein
dag gevast, so er Jóhan (á Plógv
Hansen, red.) tilreiðar, segði
frásøgumaðurin á TV2, Thomas
Kristensen.Vandi er tó fyri, at
Jóhan á Plógv Hansen hóast alt
ikki sleppur við til HM. Hans
Lindberg er við at koma fyri
seg aftur og byrjar so smátt at
venja við aftur í dag, men hann
sigur við TV2, at hann enn ikki
vil siga nakað, tí at tað er skjótt,
at ein skaði aftur kann versna.
18 mans sleppa við til HM, og í
løtuni er Jóhan á Plógv Hansen
mettur at vera 19. maðurin – tó
tilreiðar at koma inn í hópin,
um tað gerst neyðugt.
18 ára gamla norska risa
talentið, Alexander Blonz, fekk
eina dreymabyrjan á A-lands
liðnum, tá ið hann í gjár skeyt
sjey mál og gjørdist toppskjútti
í norska 36-29-sigrinum á Hol
landi í venjingardysti undan
HM-endaspælinum,
sum
byrjar í Danmark og Týsklandi
nú hósdagin. Blaðungi vong
leikarin
er
viðleikari
við
føroysku Helga H. Hoydal,
Kjartan Johansen og Jónas G.
Djurhuus í Viking í næstbestu
norsku deildini. Tað var feitt,
at tað gekk so væl. Eg var bara
nervøsur í fyrsta skotinum,
sigur Alexander Blonz við
norska blaðið, VG, har norski
landsliðsvenjarin,
Christian
Berge, rósar unga manninum.
- Hann er óttaleysur, er frekur,
hevur eitt ørt venjingarlag og
ein hugburð, ið eg havi leitað
eftir, sigur hann.
RUGBY
Hálvi føroyingurin, Christoffer
Ki Winstrøm, er kosin sum
ársins rugbyspælari í felagi
sínum, Erritsø GIF, í bestu
donsku deildini. Hann vann
atkvøðugreiðsluna púra greitt.
Christoffer er 21 ára gamal, og
hann er eisini partur av danska
A-landsliðnum – bæði í 7-mans
og 11-mans-rugby. - Eg eri errin
av heiðurinum sum ársins
spælari 2018 í felagi okkara.
Rugby er ein fantastiskur
ítróttur. Eg gleði meg til nýggja
kappingarárið, har okkara full
tíðarvenjari, Dennis Graver
sen, skal ganga á odda, sigur
Christoffer við Fredericia Dag
blad. Mamma Christoffer var
Unn Ki Jacobsen úr Havn.
Vunnu 4. pláss og víðari luttøku