mánadagur 7. januar 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. januar 2019 · Nr. 2
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
AMERIKANSKUR FÓTBÓLTUR
Pætur Albinus
Kappingarárið í amerikanskum
fótbólti er nú komið somikið
væl áleiðis, at klárt er at spæla
hálvfinalur í teimum báðum
konferansunum, NFC og AFC
– eisini kent sum divisional
round.
Um vikuskiftið vórðu fýra
lið varpað úr tí sokallaða
wildcard-umfarinum, soleiðis
at tað nú einans eru átta lið
eftir – fýra í NFC og fýra í AFC
– ið dystast um at koma við
í stóru finaluna, Super Bowl,
sum í ár verður 3. februar í
Atlanta.
Bjørt framtíð
Ein av føroyingunum, sum
fylgir væl við í amerikanskum
fótbólti, er Aksel Kambsskarð
Berg. Hann heldur, at árið í ár
hevur givið okkum boð um, at
NFL hevur eina bjarta framtíð
hvat viðvíkur spælaratilfeingi.
- Eitt sum sermerkt hetta
kappingarárið er, at vit hava
nógvar ungar quarterbacks, ið
hava spælt sera væl, og NFL
sær út til at hava eina bjarta
framtíð.
Patrick
Mahomes,
Jared Goff og Deshaun Watson
eru millum teir bestu í NFL,
og so hava fleiri rookies eisini
spælt
væl,
serliga
Baker
Mayfield og Lamar Jackson,
sigur Aksel.
Sum so mangan, so hevur
ikki gingið júst sum ætlað hjá
øllum liðum, meðan onnur
hinvegin hava verið óvæntað
stinn. Aksel heldur, at tað
serliga er eitt lið, sum hevur
tikið hyggjarar og onnur á bóli
í ár.
-
Eg
haldi,
at
Patrick
Mahomes
og
Kansas
City
Chiefs eru størsta yvirraskilsið.
Man
væntaði
eitt
ár
við
endurbygging av liðnum, men
tvørturímóti hevur Mahomes
verið besti leikarin í NFL í ár, og
Chiefs líkist einum liði, ið kann
liggja á toppinum í nógv ár. Eg
haldi eisini, at tað var óvæntað,
at Chicago Bears skuldi klára
seg so væl, metir Aksel.
Favorittarnir
Teir báðir seinastu dystirnir
í wildcard-umfarinum vórðu
spældir í gjár, og her sermerkti
tað dystirnar, at tey undirmettu
liðini vunnu í evstu løtu. Fyrst
vann Los Angeles Chargers 23-
17 á Baltimore Ravens í einum
dramatiskum dysti, og síðani
vann Philadelphia Eagles 16-
Super Bowl nærkast:
RB hjá Colts, Marlon Mack (t.h.), rann heili 148 yards í sigrinum á Houston Texans
Nú er minni enn ein mánaði til Super Bowl, og um vikuskiftið vórðu fýra lið afturat varpað úr playoffs í NFL. - Eg
haldi, at Patrick Mahomes og Kansas City Chiefs eru størsta yvirraskilsið í ár, sigur føroyski NFL-hyggjarin, Aksel
Kambsskarð Berg, sum ikki væntar fleiri óvæntað úrslit, og at favorittarnir nú seta seg á restina av kappingini
NÚ ERU BARA
ÁTTA LIÐ EFTIR