Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-07, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. januar 2019síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 7. januar 2019 · Nr. 2 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 AMERIKANSKUR FÓTBÓLTUR HVØR ER FAVORITTUR – OG HVÍ? Saints eru greiðir favorittar ímóti Eagles. Teir hava havt eitt ordiliga væl koyrandi álop í alt ár við Drew Brees, QB, á odda, saman við tveimum sera góðum leikarum í Alvin Kamara, RB og Michael Thomas, WR. Verjan er størsti veikleikin hjá Saints, men um álopið spælir á sama støði, sum teir hava gjørt í alt ár, so vinna teir helst lættliga á Eagles. HVAT VERÐUR AVGERANDI? Hjá Eagles snýr tað seg um hvussu leingi ævintýrið hjá Nick Foles, eyka QB, heldur áfram. Onkursvegna spæla Eagles bara nógv betur bæði í álopi og verju við honum, hóast eingin skilir hví. Hetta verður tó hansara torførastu uppgáva higartil. HVØR ER FAVORITTUR – OG HVÍ? Chiefs eru greiðir favorittar ímóti Colts, tí teir hava so nógvar góðar offensivar spælarar. Patrick Mahomes, QB, hevur verið besti leikarin í NFL í ár, og eg haldi, at Tyreek Hill, WR, er tann farligasti WR í NFL, og Travis Kelce er besti TE. Um álopið hjá Chiefs spælir sítt besta, so vinna teir allarhelst stórt. Hvat verður avgerandi? Colts hava tikið øll á bólið í ár, og Andrew Luck hevur spælt ordiliga væl í ár. Colts domineraði dystin ímóti Texans offensivt við flottum spæli frá Luck og gott playcalling frá Frank Reich, so um teirra álop er líka flótandi ímóti Chiefs, so kunna vit fáa ein sera undirhaldandi og spennandi dyst. HVØR ER FAVORITTUR – OG HVÍ? Cowboys hava spælt betur og betur ímóti endanum av árinum, meðan Rams ikki hava hildið eitt líka høgt støði í alt ár. Tó mugu Rams sigast at vera favorittar, tí teir hava heimavøll og eitt sterkari lið. HVAT VERÐUR AVGERANDI? Hjá RAMS verður tað avgerandi at Jared Goff, QB, spælir ein góðan dyst, tí tá eru teir torførir at steðga. Hjá Cowboys snýr tað seg um at teirra bestu verjuleikarar, DeMarcus Lawrance, Jaylon Smith og Leighton Vander- Esch, leggja trýst á Goff og steðga sterka rennispælinum hjá Rams við Todd Gurley. Um Cowboys ikki megna at halda Rams undir 20-25 stig, so trúgvi eg ikki, at teir megna at vinna. HVØR ER FAVORITTUR – OG HVÍ? Patriots eru helst lítlir favorittar, tí teir eru á heimavølli, har teir søguliga hava verið sterkir. Men hetta er veikasta Patriots-liðið vit hava sæð í nógv ár, og Tom Brady, sum er 41 ára gamal, byrjar fyri fyrstu ferð at síggja eldri út og ikki líka skarpur. Men man skal ongantíð seta spurnartekin við Brady og venjaran, Bill Belichick, tí teir hava verið so ótrúliga góðir í playoffs síðstu 10 árini. HVAT VERÐUR AVGERANDI? Verjan hjá Chargers verður avgerandi. Um Joey Bosa og Melvin Ingram megna at pressa Brady, so verður tað ein trupul dystur hjá honum. Phillip Rivers vísti ójavnt spæl ímóti Ravens, men um hann spælir ein góðan dyst, samstundis sum Chargers-verjan megnar at avmarka Brady, so er tað væl møguligt, at Chargers sleppa víðari. New Orleans Saints – Philadelphia Eagles Mercedes-Benz Superdome, sunnudagin 13. januar kl.21.40 Kansas City Chiefs – Indianapolis Colts Arrowhead Stadium, Kansas City, leygardagin 12. januar kl.21.35 Los Angeles Rams – Dallas Cowboys LA Memorial Coliseum, Los Angeles, sunnudagin 13. januar kl.01.15 New England Patriots – LA Chargers Gillette Stadium, Foxborough, sunnudagin 13. januar kl.18.05 NFC - Aksel K. Berg metir: AFC - Aksel K. Berg metir: 15 á Chicago Bears eftir at Bears við fáum sekundum eftir av dystinum misnýtti eitt møguligt gamewinning field goal, ið sera óheppið rakti bæði stong og undirliggjara. Aksel Kambsskarð Berg metir, at tað nú neyvan koma fleiri óvæntað úrslit, og at favorittarnir fara at seta seg á kappingina. - Eftir eitt undirhaldandi fyrsta umfar í wildcard-um­fari­ num, har nøkur undirtippaði lið vunnu, so vænti eg, at favorittarnir vinna sínar heima­dystir í divisional round, og vit hareftir fáa tveir super dystir í Conference Finals millum Rams-Saints og Patriots-Chiefs, sigur Aksel og leggur afturat: - Men eftir tað verður ilt at spáa, eg rokni bara við, at vit kunnu vænta okkum nakrar góðar dystir við nógvum stigum og flottum álopsspæli. albinus@sosialurin.fo QB hjá Ravens, Lamar Jackson (t.h.), gjørdist ov stuttur ímóti LA Chargers QB hjá Dallas Cowboys, Dak Prescott, toygdi seg og vann á Seattle Seahawks