Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-07, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. januar 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. januar 2019 · Nr. 2 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tórður S. Guttesen – Høgni Zachariassen – Hans Eli Sigur­bjørnsson – Tróndur Kragesteen – Rasmus Søby – Pætur Thomsen – Rógvi Dal Christiansen - Jón Müller Málverji: Tórður S. Guttesen - Kyndil Er kanska tann á liðinum, ið flest verða ósamd í. Mál­verjarnir í Okkaradeildini hava sum heild verið eyð­sýndir fyrstu helvtina av kapp­ingar­árinum, har teir eisini hava verið hjálptir av sera góð­um verjuspæli. Menn sum Mladen Mjerimacka, Nicholas Satch­well og fleiri aðrir eru eisini í spæl til hetta plássið. Men ungi kyndilsmálverjin, Tórður S. Guttesen, hevur í ár havt ein risastóran leiklut í, at Kyndil hevur latið óvanliga fá mál ígjøgnum. Hetta tænti liði­ num sera væl teir fyrstu dyst­ irnar, tá ið trupult var at skjóta mál í álopinum. Tað er altíð ein spurningur um hvørt verjan ella málverjin eigur størsta heiðurin fyri at forða fyri málum, men tað er einki at ivast í, at í Kyndli riggar sam­starvið millum hesi bæði fram­úr væl. Vinstri vongur: Høgni Zachariassen - Neistin Enn ein ungur spælari á ársins liði. Høgni Zachariassen fekk sítt veruliga gjøgnumbrot í far­na kappingarárið, har hann vísti seg sum ein sera tryggan vong og brotskastsskjútta, eins og hann er serliga kvikur í skjót­álop­unum. Hetta kapp­ ingar­árið hevur hann bæði hild­ið fram við góðu gongdini, eins og hann spakuliga hevur lagt afturat spælinum og ment skotførleikarnar enn meira. Mótstøðuliðini ansa hon­um meira í ár, men ungi neista­ vong­urin tykist at duga sera væl at bíða eftir sínum møgu­ leikum. Vinstri bakkur: Hans Eli Sigurbjørnsson – KÍF KÍF hevur havt eitt trupult kapp­ingarár, har tað mesta at fegnast um hevur verið eitt óvan­liga gott tak á H71. KÍF hevur kortini ikki megnað at fingið nóg nógv stig móti liðum, ið ikki eru Føroyameistarar, og koll­firðingar mugu ásanna at teir neyvan náa endaspælinum. Stóð tað til Hans Eli Sigur­ bjørns­son, so var tað ikki so. Hann hevur spælt hvønn dyst við einum hugburði, ið ber boð um at hann vil teljast millum teir bestu í Føroyum. Seinastu árini hevur stórskjúttin borið álopið á herum sínum, og í ár er einki undantak. Hansara avrik í fyrru helvtini av kappingarárinum gevur hon­um pláss á hesum liði framman fyri eitt nú Filip Jojic. Spælskipari: Tróndur Kragesteen – Neistin Tá ið Tróndur Kragesteen sein­asta kappingarár kom aftur til Neistan eftir nógv ár í út­búgv­ingarørindum, var stór­ur spenningar um hvus­ su støðið fór at vera hjá spæl­ skipara­num. Tað var heilt gott og hann førdi Neist­an til eitt finalupláss í lands­kapp­ing­ini. Í ár hevur lands­liðs­lið­skip­arin kanska funnið eitt enn betri stev í álopinum. Avrikini vóru serliga góð teir fyrstu dyst­ ir­nar í kappingarárinum, og neista­maðurin hevur síða­ni við stórum hugflogi og fjøl­broyttum spælið ført Neistan upp á fyrsta plássið í Okkara­kapp­ingini. Høgri Bakkur: Rasmus Søby – Neistin Undir liðini á Tróndi Kragesteen stendur vanliga Rasmus Søby, ið er tórførur at koma uttanum, tá ið besti høgri bakkur skal veljast. Danin spælir sítt annað kappingarár í Føroyum, og hann heldur fram við góða spælinum, ið gjørdi hann til ársins leikara farna kappingarár. Ein nýtist bert at hyggja eftir teimum 15 málinum, sum neistabakkurin skeyt í toppdystinum móti H71 í november, fyri at síggja hvør dugur er í honum. Høgri vongur: Pætur Thomsen – H71 Pætur Thomsen hevur verið millum kvikastu leikararnir í landinum seinastu árini, men hetta fekk hann ikki víst teir fyrstu dystirnar í kapp­ingar­ árinum, vegna skaðar. Hann spældi lítið teir fyrstu dyst­ irnar, men nú tykist hann at vera komin fyri seg. Seinastu dyst­ir­nar fyri jól tóktist hann aftur at vera komin á sítt toppstøði, og hetta sæst eisini aftur í teimum mongu mál­ unum, ið hann hevur fingið. Strika: Rógvi Dal Christiansen - Kyndil Kanska ein hin kropssterkasti leikarin í deildini tykist sjálv­ skriv­aður á hetta liðið. Øll mót­støðuliðini fyrireika seg eyka upp á at verja strikuspælaran, tá ið spælast skal móti Kyndli. Tað snýr seg um at hann ikki má fáa bóltin, tí hann er ógjørligur at halda, og tykist at gerast tryggari og tryggari í skotunum fyri hvønn dyst. Tað er óhugnaligt hjá mótstøðuliðunum at vita, at hann í roynd og veru kann gerast enn betri. Verjuleikari: Jón Müller – VÍF Skal ein gera hetta ársins lið fullkomið, so er neyðugt við einum verjuserfrøðingi afturat. Hetta er tó ikki ein vanligur verju­skansi, men kortini kanska hin mest umráðandi leik­arin í deildini. VÍF-liðið hevur eina serliga verju, ið verjir høgt á vølli­ num. Her er Jón Müller lykil­ in við sínum leikluti sum frems­ti verjuleikarin mitt fyri, har hann órógvar spælið hjá mótstøðuni, og skapar skjót­ álops­møguleikar til VÍF. Í einari sera váðamiklari verju­ skipan vísir hann stórt skyn­ semi, hugflog og styrki. Øðr­ vísi spælið ger kanska at hann fær hetta plássið á lið­num frammanfyri eitt nú Brand Halgirsson hjá H71, ið eisini telist millum frægastu verju­ leikar­ar­nar. HONDBÓLTUR NEISTIN OG VÍF MYNDA Tróndur Kragesteen roynir seg móti Jón Müller Okkaradeildin Rógvi Dal Christiansen er besti strikuleikari higartil