Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-07, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. januar 2019síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 7. januar 2019 · Nr. 2 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÁRSINS LIÐ HIGARTIL Jovana Stranjanac – Tóra Eliasen – Marita Mortensen – Agnas Olsen – Durita C. Jojic – Halla Midjord – Durita T. Joensen Málverji: Jovana Stranjanac – Kyndil Kyndil fekk eina út av lagi ringa byrjan á kappingarárið, har tað ikki var til at siga hvaðani stigini skuldu koma. Har var ov lítil breidd og góðska í bæði álopi og verju. Tí var tað ikki ein mál­verji, ið fólk væntaðu fór at vera loysnin á trupulleikarnar, men so varð. Kyndil fekk fatur í Jovanu Stranjanac úr Serbia, og alt fyri eitt sóust færri mál koma ígjøgnum grøna málið, tá ið serbiski málverjin ferð eftir ferð framdi stórbjargingar. So við og við fekk verjan betri fatur, og tá ið eisini álopið varð styrkt seinni, er Kyndil nú millum tey bestu liðini í deild­ ini aftur. Vinstri vongur: Tóra Eliasen – Stjørnan Ein leikari úr Kyndli hevur verið sjálvskrivað á vinstra vongi­num á øllum ársins liðum sein­astu árini, men hendan var uttanlands fyrru helvt av kapp­ingini. Tí skal ein vinstri vong­ur finnast, og Tóra Eliasen mann vera hin í deildini. Hetta hóast hon eisini spælir bakkur í Stjørnuni tá ið tørvur er á tí, men tað er á vonginum at eitt nú landsliðsvenjarin sær Tóru Eliasen spæla best. Hevur í ár ging­ið undan í álopi og verju hjá Stjørnuni, ið hevur havt tað trupult. Vinstri bakkur – Marita Mortensen – H71 17 ára gamla Marita Mortensen spælir sítt fyrsta kappingarár í fremstu føroysku deildini, og longu frá fyrsta dysti gjørdist greitt at hon var millum tær heilt frægu. Síðani hevur hon hildið fram at sýna kropsliga før­leikan fram við sínum longu lop­um og hørðu beinraknu skot­um. Hon eigur ein stóran leik­lut í at H71 spælir við um finalu­plássini. Var eisini úttikin til landsliðið í heyst, men mátti geva avboð vegna skaða. Her var hon avloyst av Marionnu G. Eystberg, ið eisini hevði verið eitt boð til besta vinstra bakk saman við Liljuni Djurhuus. Spælskipari : Agnas Olsen - VÍF Er kanska leikarin í føroysku deild­ini við størsta hugflognum í spælinum. Aftur í ár hevur tað hildið lív í álopinum hjá sterka VÍF, tá ið hon annaðhvørt spæl­ir bakkarnar, Liljuna Djurhuus og Duritu C. Jojic upp til skot, ella tá ið hon sjálv fer ígjøgnum við kvika fótskiftinum. Gjørd­ ist ársins leikari farna kapp­ ingarár, og tykist at vera á minst sama støði í ár. Fær tí plássi á liðinum í stórari kapp­ ing við eitt nú Mariu H. Weyhe, Báru K. Hansen og Súnu K. Hansen. Høgri Bakkur: Durita C. Jojic - VÍF Tað tykist sum fáir høgri bakk­ar eru at velja millum í SMS-deildini í ár. Flestu liðini spæla ikki við lámum leikar­ um á høgra bakki, men tað er ikki bert orsakað av hes­um at Durita C. Jojic fær pláss­ið. Hon er ein bakkur við risa­stórari góðsku í skotunum, og krops­ liga brúkar hon sínar fyri­ treyt­ir á besta hátt, tá ið hon langar skot í málið úr stórari fjarstøðu. Í verjuni er hon kanska eisini best í deildini, og tí er Durita C. Jojic helst tryggasta valið á hesum liði. Høgri vongur: Halla Midjord – VÍF. Á høgra vongi er sama skil sum á bakkinum. Har eru ov fáir lámir leikarar í deildini. Men bæði á bakki og í vongi verður hetta loyst best í VÌF, har Halla Midjord spælir. Her skorar hon bæði vongskot og skjótálop við sínum trygga vinstra armi, og var hetta eisini afturlønt við einum plássi á landsliðnum í heyst. Strika: Durita T. Joensen – H71 Enn ein ljósglotti frá unga liði­ num í H71. Durita T. Joensen hevur í ár ment samanspælið hjá sær við Mariu H. Weyhe enn meira, og onkuntíð tykist tað sum at strikuspælarin er ein­asta fólkið í høllini sum er til reið­ar, tá ið sendingarnar koma frá spælskiparanum. Tá fangar Durita T. Joensen bóltarnar og sendir teir aloftast í málið. Er har­afturat eisini sera sterk í verjuni. sjurdur@sosialurin.fo HONDBÓLTUR SMS-deildin Jovana Stranjanac hevur fingið framúr byrjan í Kyndli Durita C. Jojic sveiggjar besta vinstra armin í landinum