Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-07, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. januar 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. januar 2019 · Nr. 2 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR Sjúrður Hildarson Hoydal Í Vestmanna tók VÍF móti Kyndli, og tað vóru tvey týdn­ ingarmikil stig at spæla um. Undan dystinum lógu bæði lið­ ini eittans stig aftanfyri Neist­ an á fremsta plássinum. Alt fyri eitt tóktist VÍF at vilja tey bæði stigini mest, tí eftir lítlari løtu var støðan 5-1 til VÍF. Men kyndilsmenn ressaðust aftur, og sum fyrri hálv­leikur leið, so gjørdist talan um ein javnan dyst. Líkt var til at VÍF fór at sleppa til hálvleiks á odda við einum máli, men dagsins uppliving, Filip Jojic, setti eitt beinleiðis fríkast í málið, so at hálvleiksstøðan gjørd­ist 17-15, eftir ein hálvleik, ið fór fram í einari øgiligari leik­ferð. Vanligt vilja vestmenningar gjarna seta leikferðina upp, og hesaferð høvdu kyndils­ menn hug at spæla við í hesari ferðini. Hetta førdi til ein dyst við nógvum vill­um frá báðum liðum, men eisini flott hondbóltsspæl í nógv­um løt­ um, tá ið skjótu spæl­ing­ar­nar og renningarnar hóskaðu til hvørt annað. Filip Jojic helt fram at skjóta mál eftir vild, og hann gjørdi við 16 málum greitt, at hann er ikki samdur í, at hann ikki er valdur á ársins lið hjá Sosialinum. Dysturin tóktist avgjørdur nakað fyri leiklok, tá ið VÍF kom á odda við fýra málum við fýra minuttum eftir at leika. Hetta fekk Kyndil ikki gjørt nakað við. Endin var at VÍF setti seg á annað plássið í Okkaradeildini eftir sigurin upp á 29-24. H71 misti aftur í Kollafirði Eftir ósigurin í Vestmanna datt Kyndil niður aftur á fjórða plássi, og hesum skal KÍF royna at stjala, hóast støðan sá nakað trupul út áðrenn dystin. Við einum sigri á H71 kundi KÍF tó fáa vónina aftur. Júst H71 hava kollfirðingar góð minnir av hetta kapp­ingar­ árið. Hóast H71 hevur víst seg millum fremstu liðini, hava hoy­víkingar ikki megna at fáa stig í teimum báðum fyrstu innan­hýsis dystunum millum liðini. H71 ætlaði avgjørt ikki at hetta skuldi henda aftur, og kom eisini á odda við trimum mál­um tíðliga í dystinum. Men dyst­ urin javnaði seg aftur og í hálv­ leikinum var støðan 9-10 til H71. Í seinna hálvleiki tóktist søgan at endurtaka seg. Verj­ ur­nar báðar settu allan dám á dystin, men tað eydnaðist kort­ini H71 at fáa eina trýmáls­ leiðslu. Aftur svaraði KÍF aftur, og so fóru liðini at fylgjast. Tá ið einir tríggir minuttir vóru eftir at leika tóktist Teitur Joen­sen at hava avgjørt dystin, tá ið hann legði KÍF á odda við tveim­um. Bæði liðini royndu seg hesa løtuna við einum eyka áleypara, og fleiri royndir vóru tí móti tómu málunum. Tí eyd­ naðist tað hoyvíkingum at taka tvey mál aftur seinasta minuttin – hetta seinasta í tómt mál. Sostatt endaði dyst­ ur­in 20-20, og bæði liðini mistu týdn­ingarmikil stig. KÍF er nú fimm stig frá avgerandi fjórða plássinum, men bert fýra dystir eru eftir at leika í grund­spæli­ num, so tað sær sera torført út hjá kollfirðingum nú. H71 misti møguleikan at hótta fyrsta plássi í hesum um­ fari, men tykist at liggja trygt millum tey fýra fremstu kort­ ini. Neistin staðfesti oddasessin Í Klaksvík er ongin vón long­ur um at røkka nøkrum í lands­ kapp­ingini, og málið hjá Team Klaks­vík er nú bert at vita um lið­ið kann fáa okkurt stig aftur­ at. Í Neistanum er støðan púra øðrvísi. Neistin spælir um fremsta plássið, og hetta sást eisini aftur sunnudagin. Neist­ in fór at renna undan móti endanum av fyrra hálv­leiki, og tað var ongantíð ivi um, at Neistin fór at fara við sigrinum. At enda vunnu bláu havnar­ menninir 22-33, og stað­festi seg á fremsta plássi í Okkara­ deildini. Sunnudagin fór Okkaradeildin í gongd aftur, og tað var serliga ein maður, ið tóktist at hava brúkt jólafrítíðina skilagott. Filip Jojic skeyt mál eftir vild í oddadystinum móti Kyndli VÍF – Kyndil 29- 24 (17-25) Sosialurin hevur tíverri ikki málskjúttarnir við prenting. KÍF – H71 20-20 (9-10) KÍF: Borko Cupara 6, Teitur Joensen 4, Hans Eli Sigurbjørnsson 4, Ási Dam 3, Poul F. Egholm 2, Rúni Joensen 1 H71: Peter Krogh 5, Leivur Mortensen 4, Vilhelm Poulsen 4, Andrias Fríðuson Gaard 1, Brandur Halgirsson 1, Ári Dam 1 Team Klaksvík – Neistin 22-33 (11-16) Team Klaksvík: Hørður F. Sigthórsson 6, Christoffer Madsen 5, Beinir Johannesen 4, Sámal á Tjaldrafløtti 2, Petur Martin Eliasen 2, Vilhelm Vilhelmssen 2, Finnur Hansson 1 Neistin: Høgni Zachariassen 9, Tróndur Kragesteen 6, Rasmus Søby 5, Tróndur Mikkelsen 3, Pætur Mikkjalson 3, Karl Martin Olsen 2, Jónsvein Dulavík 2, Pál Niclassen 1, Johannes Bjørgvin 1, Nicholas Satchwell 1 Okkaradeildin: Okkaradeildin støðan NR LIÐ DYSTIR V.M. T.M. MUNUR STIG 1 Neistin 14 368 319 49 20 2 VÍF 14 380 350 30 19 3 H71 13 326 290 36 18 4 Kyndil 14 364 316 48 17 5 KÍF 14 340 344 -4 12 6 StÍF 13 297 349 -52 8 7 Team Klaksvík 14 321 428 -107 2 FILIP ER LIÐUGUR VIÐ JÓLA­FRÍTÍÐINA