Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-07, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. januar 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 7. januar 2019 · Nr. 2 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Um vikuskiftið hevur Flog­bólts­ sam­bandið skipað fyri EM- kapp­ ingin í flogbólti fyri U16 landslið. Kapp­ingin bleiv spæld í høllini á Hálsi. Føroysku genturnar endaðu á fjórða plássi av seks. Tað vóru Finnland og Danmark, sum spældu seinasta dystin – finalu­na. Henda gjørdist javnari enn ein hevði roknað við, tí higartil hevði Finnland víst tað besta spælið í kappingini, men Danmark hevði fyrireikað seg væl, og var í fleiri umførum á odda í dystinum. Men tá tað veruliga var avgerandi, so vísti Finnland, at tær vóru tann rætti vinnarin. Dysturin endaði 3-0 til Finnland. Føroyar vunnu 4. plássið Dysturin um triðja plássið var millum Føroyar og Svøríki. - Svøríki vann dystin 3-0, men í triðja setti var Svøríki í stórum trupulleikum, tá Føroyar eitt skifti førdi 18-14, men eftir nakrar smáfeilir, megn­ aði føroyska liðið ikki at halda fast, og tapti settið 25-22. Hini settini endaður 25-17 og 25-20, skrivar Flog­ bólts­sambandið og leggur afturat: -Sum væntað, so hevði Svøríki sterkara liðið, men við tað at hetta er fyrstu ferð Flog­bólts­ sam­bandið hevur landslið í hes­ um aldurbólkinum, so verður eitt samlað fjórða pláss mett sum ein góð byrjan, skrivar Flog­bólts­sam­ bandið í tíðindaskrivi. Við fjórða plássinum hevur føroyska liðið eisini vunnið sær rætt til lutøku í øðrum umfari í kapp­ingini. Henda kapping verður í vár. Fyrr í gjár spældu Írland og Ísland, og henda dystin vann Írland óvæntað 3-1, við settúrslitunum 25- 13, 7-25, 25-23 og 25-18. trondur@sosialurin.fo Tróndur Arge Føroyar endaði á 4. plássi Tveir spælarar velja AB frá Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð t Eitt ár við altjóða avbjóð­ ingum So er eitt nýtt ár byrjað, og rákið tykist verða altjóða avbjóðingar. Í at kalla øllum ítróttargreinum er málið farið frá at verða best í Føroyum, til at kunna kappast á al­ tjóða stigi. Vit síggja tað í lið-ítrótti og ein­ stak­linga-ítrótti. Vit spæla fleiri altjóða- og lands­dystir, og vit luttaka í altsamt fleiri kapp­ingum við einstaklingum. Fótbólturin hevur síðani 1990 verið partur av altjóða pallinum. Tó hava tað ongantíð verið so nógvar uppgávur, sum tað eru nú. Manslandsliðið hevur luttikið í Nations League, sum merkir at teir tíggju dystirnir í EM-undankappingini verða avgreittir í ár. Í fjør spældu feløgini fleiri dystir enn nakran­ tíð í Evropa – helst verður tað talið áleið tað sama í ár. Kvinnulandsliðið hevur fingið at vita, at landsliðið í framtíðini kemur at lutaka í undankappingunum í framtíðini. Hetta merkir, at vit hava fingið tryggjað lands­ liðs­arbeiðið í framtíðini, har tað fyrr hevur verið avgerandi, um tær vinna innleiðandi um­fari. Ungdómslandsliðið spæla eisini í fleiri kappingum. Hondbólturin hevur fingið nýtt lív, eftir at bæði manslandsliðið og kvinnulandsliðið eru farin at luttaka EM og HM-undankappingum. Hetta hevur mangan verið orsøkin til, at spælarar hava slept hondbóltinum. Nú eru altjóða uppgávurnar nógvar og avbera spenn­andi. So sum at spæla móti Danmark. Bestu hondbóltsspælararnir blíva eisini betri og royna seg uttanlands. Flogbólturin heldur fram við at menna seg, hóast tað sær eitt sindur illa út, at SÍ b vinnur steypakappingingina. Flogbólturin hevur júst havt eina EM-undankapping fyri U16-landslið í Føroyum, og ungir flog­bólts­ spælarar fáa nógvar avbjóðingar. Í ár er oyggjaleika ár. Hetta er hæddarpunktið fyri fleiri smærri ítróttargreinar og ein­ stak­lingar. Tað kemur heilt víst eisini at síggjast aftur, tá kappingarnar her í Før­ oyum skulu avgreiðast. Tó hava onkrar av ítróttargreinunum nærmast yvirhálað oyggja­leikirnar, so at hetta ikki er sterkasta kapp­ingini, ið tey luttaka í. 2019 er eitt ár, har vit skulu vísa okkum fram á altjóða pallinum! Gott nýggjár! trondur@sosialurin.fo EM-kappingin: Órógv á Argjum: Støðan í EM-kappingini: 1 Finnland 2 Danmark 3 Svøríki 4 Føroyar 5 Írland 6 Ísland 2019: Tróndur Arge EB/Streymur boðaði í gjár frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við Árna G. Olsen. Talan er um ein gamlan kenning í felagnum. 25 ára gamli miðverjin er víkarmaður og fótbóltsuppvøksturin er í júst EB/ Streymi, har hann eisini hevur spælt 101 dystir fyri besta liðið, sambært Faroesoccer.com. EB/ Steymur hevur havt rímiliga stóra frágongd til komandi kappingarár, har millum annað miðverjin Oddur Højgaard hevur skift til NSÍ. Argjamenn mangla nú ein miðverja. Í løtuni venur Leivur Holm Joensen við argjamonnum og kundi verið ein avloysari. Hann hevur fyrr spælt í felagnum, men spældi í fjør við Giza Hoyvík, sum nú eitur FC Hoyvík. Bárður gevst í AB Bolt.fo skrivaði í gjár, at Bárður Olsen er givin í AB. 33 ára gamli miðvallarin hevur spælt við AB síðani 2014, og var ein stórur partur av liðnum í fjør. Tí kemur tað óvart á, at hann brádliga er givin í felagnum. Sum skilst er orsøkin ein ósemja millum Bárð og AB. AB ynskir ikki at geva hann leysan frá sáttmálanum, sum hann hevur fyri 2019, og har liggur málið í løtuni. Bárður sigur, at hann følir seg í sínum besta formi kanska nakrantíð og ongar ætlanir hevur um at gevast við fótbóltinum á hægsta støði, skrivar bolt.fo. Argjamenn hava annars fingið tilgongd av Hans Jákup Arnfinsson, sum eisini var útleigaður til AB frá HB í fjør, Hera H. Mohr og Rógva Poulsen. Árni G. Olsen er farin aftur til EB/Streym, meðan Bárður Olsen hevur boðað frá, at hann ikki heldur fram í felagnum orsaka av ósemju