Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. januar 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. januar 2019 · Nr. 3 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Pætur Hjalmar Evensson Fríggjadagin varð nýggja kringvarpsstýrið sett, sum komandi fýra árini skal stjórna Kringvarpi Føroya. Nýggja for­ kvinn­an í stýrinum er 51 ára gamla Elin Winther Poul­sen, sum er gamal kenn­ingur í Kringvarpi Før­oya. Hon er útbúgvin journalistur og hevur í fleiri ár starvast í Kringvarpi Føroya, har hon bæði hevur verið á tíðinda­deildini og gjørt mentanar­sendingar av alskyns slag. Í sínum dag­ liga yrki starvast hon í Almannamálaráðnum sum samskipari og ar­ beið­ir við heildar­ætlan­ um um harðskap og kyns­ ligan ágang. Elin Winther Poulsen ivaðist onga løtu, tá hon fekk tilboðið um at standa á odda fyri nýggja kring­varpsstýrinum, og hon gleðir seg at koma í gongd við nýggju upp­ gávuna. - Fyrst og fremst haldi eg, at hetta er ein stór og spennandi avbjóðing, sum eg gleði meg sera nógv at fara í holt við. Eg eri góð við Kringvarpið - bæði sum brúkari og sum fyrr­verandi starvsfólk. Eg elskaði at arbeiða har, og har eru nøkur sera dugna­lig, røsk og íðin starvs­fólk, sum arbeiða hart hvønn dag fyri at fram­leiða dygdargott til­ far, sigur Elin Winther Poul­sen. KVF ein týdningarmikil mentanarstovnur Kringvarpsstýrið er ovasta leiðslan í Kring­ varpi Føroya og hevur yvir­skip­aðu ábyrgdina av, at áset­ingarnar í lógini og fyri­skipanum fyri stovn­in verða fylgdar. Stýr­ið hevur ikki ábyrgd ella beinleiðis ávirkan á dag­liga raksturin, send­ ing­ar o.a. Nýggja kring­ varps­stýrið hevur ikki havt fyrsta fundin enn, so Elin Winther Poulsen kann ikki koma inn á nakr­ar konkretar ætlanir hjá stýrinum enn. Men hon sær fyri sær eitt tætt sam­starv millum stýrið og leiðsluna. - Eg hugsi, at vit koma at vera ein viðspælari og mót­spælari hjá leiðsluni. Tað fara vit at gera við reglu­ligum fundum við leiðsluna, har mann við kjaki og sparring fær møgu­leika at ávirka og fylgja við gongdini í Kring­varpinum. Fyri Elina Winther Poul­sen hevur tað stóran týdn­ing at liva upp til Public service-skyldurnar hjá almenna stovninum. - Kringvarp Føroya skal halda fram við at vera ein týdningarmikil mentan­ar­stovnur í føroyska sam­felag­num - kanska tann týdn­ingar­ mesti mentan­ar­stovn­ur­ in í landinum, um tú spyrt meg. Eg havi eitt stórt hjarta fyri føroyskari mentan í breiðastu merk­ ing - og serliga fyri før­ oyska málinum, sigur Elin Winther Poulsen. Vil tryggja kritiskan tíðindaflutning Sum útbúgvin journal­ ist­ur vónar Elin Winther Poul­sen, at hon hevur nakrar viðkomandi roynd­ir, sum kunnu koma stýrinum og henni sum forkvinnu til góðar. - Eg kann í øllum førum seta meg inn í gerandisdagin hjá starvs­ fólkunum á stovninum, og eg kann seta meg inn í avbjóðingarnar, mann sum journalistur hevur í lítla føroyska sam­felag­ num, vísir hon á. Við hesum meinar hon við, at mann sum tíðindafólk er tað fjórða stats­valdið og tí er týdn­ ingar­mikið at fram­leiða kritiskan tíðinda­flutning. - Kringvarpið hevur ser­liga stóra ábyrgd at halda eyga við makt­ havar­un­um í Føroyum. Eg raðfesti góðan, kritisk­ an og sakligan tíðinda­ flutn­ing, og hetta skal Kring­varp Føroya halda fram við at veita. Allar - Kringvarp Føroya er fyri allar føroyingar, sigur Elin Winther Poulsen, sum er sett sum nýggj forkvinna í kringvarpsstýrinum - Allar søgur skulu hava tvey bein at standa á ELIN WINTHER POULSEN: