Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. januar 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 9. januar 2019 · Nr. 3 TÍÐINDI søgur skulu hava tvey bein at standa á og skulu altíð verða lýstar frá yms­ um vinklum. Í einum so lítlum samfelag sum tí føroyska krevur hetta stórt dirvi og dugnaskap frá starvsfólkunum, sigur Elin Winther Poulsen, sum fyri seks árum síðan gavst í starvinum á tíðindadeildini hjá Kring­ varpi Føroya. Gleðir seg til at koma í gongd Aftaná at fyrrverandi stjórin í Kringvarpi Før­ oya, Johnny í Grótinum, var farin frá í juni, varð stjórastarvið lýst leyst góð­ar tveir mánaðir sein­ ni. Í oktober varð tað al­ ment, at Ivan Niclasen, sum hevur arbeitt í Kringvarpi Føroya í fleiri ár, tók við sum nýggjur stjóri. Nýggja forkvinnan í kringvarpsstýrinum sær fram til samstarvið við kring­varpsstjóran. - Eg eri spent uppá at tosa við Ivan Niclasen um, hvat hann hevur sett út í kortið fyri sítt virk­ semi. Eg veit, at hann eisini hevur stórt hjarta fyri føroyskari mentan og góð­um tíðindaflutningi. Tá hann varð settur, varð eg glað at hoyra, at Kring­ varpið skuldi vera meira úti um landið. Hesum taki eg fult undir við, tí so kunnu allir føroyingar føla, at teir kunnu spegla sær í tí, sum Kringvarpið ger. Allir føroyingar skulu kunna vera góðir við stovnin, tí Kringvarp Før­ oya er fyri allar før­oy­ing­ar. Í løtuni er Elin Winther Poul­sen uttanlands, og hon sigur, at hon er spent uppá at hitta nýggja stýr­ ið og er til reiðar at fara til verka longu í næstu viku, tá hon kemur heim til Føroya aftur. Soleiðis sær nýggja kring­ varps­stýrið út Tíðin hjá gamla kringvarpsstýrinum var úti 31. desember 2018, og tað er Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, sum hevur sett nýggja kringvarpsstýrið. Tað eru sjey limir og sjey varalimir í kringvarpsstýrinum. Av hesum hava politisku flokkarnir í løgtinginum tilmælt fýra limir. Landsstýriskvinnan hevur valt tveir, meðan ein limur er starvsfólkaumboð. Landsstýriskvinnan hevur gjørt av, hvussu nýggja stýrið verður skipað millum limirnar. Tríggir av limunum frá undanfarna stýri fram, og fýra av limunum eru nýggir. Elin Winther Poulsen tekur við sum nýggj forkvinna eftir Rúna Heinesen, sum hevur sitið sum formaður seinasta skeið. Umframt Rúna Heinesen fara Petur Elias Petersen, Per Højgaard og Carsten A. Arnskov úr stýrinum. Í teirra stað koma Ragnar Joensen, Jóhan Petersen og Beinta Løwe. Næstforkvinna seinasta skeið var Katrin Petersen, journalistur, og hon heldur fram í sessinum. Limir: Elin Winther Poulsen, forkvinna, løgfrøðingur/journalistur, Hoyvík Katrin Petersen, næstforkvinna, journalistur, Sandur Ragnar Joensen, stjórnmálafrøðingur, Klaksvík Theodor Eli Dam Olsen, prestur, Hoyvík Gunvá við Keldu, grafonom, Klaksvík Jóhan Petersen, skipsverkfrøðingur, Glyvrar Beinta Løwe, journalistur, starvsfólkaumboð, Tórshavn   Varalimir: Dorit Hansen, ritstjóri, Hoyvík - fyri Elina Winther Poulsen Beinta Gregersen, samfelagsfrøðingur, Klaksvík - fyri Katrina Petersen Hanus Toftheyggj, BA í alm. fyrisiting, MA í løgfrøði, Hvalba - fyri Ragnar Joensen Annika Eidesgaard, lærari, Tvøroyri - fyri Theodor Eli Dam Olsen Ólavur í Geil, BA (hons) Events Management, Tórshavn - fyri Gunvá við Keldu Otto Gram, lærari, Tvøroyri - fyri Jóhan Petersen Carsten M. Arnskov, tøkningur, starvsfólkaumboð, Tórshavn - fyri Beintu Løwe  Eftir tilmæli stjórans staðfestir stýrið virksemi stovnsins sum heild og yvirskipaðu meginreglurnar fyri programmpolitikkin í fíggjarárinum, eins og stýrið skal góðkenna og hava eftirlit við stovnsins rakstrarætlan og roknskapi. Stýrið ger starvsskipan fyri virksemið hjá Kringvarpi Føroya, sum landsstýriskvinnan góðkennir. Nýggja kringvarpsstýrið situr til 31. desember 2022.