Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. januar 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. januar 2019 · Nr. 3 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Áki Bertholdsen – Tað er ógvuliga positivt, at Landsstýrið er sinnað at arbeiða víðari við ætlanini um at gera undir­sjóvar­tunnil til Suður­oyar. Tað sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági Borgarstjórarnir í Suð­ ur­oy hava aftur nú ver­ið á fundi við lands­stýr­ið um støðuna í Suð­ur­oy, og á tí fundinum varð rætti­liga nógv tosað um ferðasambandið ímill­um Suðuroynna og Havni­na. Tað eru longu 14 ár síðani Smyril kom, so tað verður ikki leingi, so fer aldur at merkjast á honum. Sostatt verður tað heilt skjótt at tað verður neyðugt at taka støðu til, hvussu ferðasambandi til Suðuroyar skal verða í framtíðini, um tað skal vera ein nýggjur Smyril, ella um talan skal vera um undirsjóvartunnil, sig­ur Dennis Holm. Suðuroyartunnilin er eitt høvuðsmál Í fjør løgdu kom­mun­ur­ nar í Suðuroynni eina ætlan fyri, hvussu Suður­ oyggin kann mennast og í tí sambandi handaðu tær eisini landsstýrinum eitt tilmæli um, hvørji tiltøk tað eru neyðug at seta í verk. Og Dennis Holm sigur, at høvuðsmálið er at virka fyri at undirsjóvartunnil verður gjørdur ímillum Suðuroynna og meginøki. Og hann sigur, at fundurin, sum nú hevur verið, var rætti­liga positivur, tí at lands­ stýrið hevur enn eina ferð váttað, at arbeið­ið at fyri­reika undir­sjóvar­ tunnil ímillum Suður­ oyn­na og Sandoynna, um­vegis Skúgvoynna, held­ur fram. Eftir ætlan verður koyr­andi ígjøgnum Sand­ oyar­tunnilin í 2023.  – Vit fingu at vita frá Lands­stýrinum, at tey eru sinnað at halda fram við fyrireikingunum og at miða eftir at gongd kann setast á arbeiðið at gera Suðuroyatunnil, tá ið Sandoyartunnilin er liðugur, sigur Dennis Holm. Allir undirsjóvartunlar í eitt felag Men Dennis Holm ásann­ ar, at fíggingin verður ein avbjóðing. – Tað er neyvan veru­ leika­kent, at Suður­oyar­ tunnil­in kann fíggjast upp á sama máta sum hinir undir­sjóvar­tunl­ar­ nir, har ein stór upp­hædd verður sett av á fíggjar­ lógini í eitt langt áramál, sigur hann. Tí verður neyðugt at finna aðrar fíggjarhættir og hann sigur, at eftir hansara tykki er tann mest veruleikakenda loysn­in, at allir undir­ sjóvar­tunlarnir verða lagdir saman í eitt felag, har allir bilar rinda bumm­g­jald fyri at koyra ígjøgn­um. Í hesum sambandi vísir hann á, at tveir av tunlunum, Vágatunnilin og Norðoyartunnilin, eru skuldafríir, ella mestsum skuldafríir. Harafturat heldur hann, at vit eiga at hava eina samhaldsfasta skip­ an, har ein prísur verður galdandi fyri at koyra ígjøgnum teir styttru tunlarnar og ein annar prísur verður galdandi fyri at koyra ígjøgnum Suður­oyartunnilin, sum verður nógv longri. Men hann sigur, at sam­stundis skal tað takast við í fíggingina, at Smyril og Teistin kosta kanska 100 milliónir um árið at reka um árið, um­ framt, at ein nýggjur Smyril fer at kosta út ímóti einari milliard at byggja. Hann vísir eisini á, at sum støðan er nú, er Sandoyartunnilin gjørd­ ur til eitt fólkagrundarlag upp á góð 1.200 fólk á Sandi, men verður Suður­ oyggin knýtt upp í, veks­ ur fólkagrundarlagið stív­liga 4.600 fólk, og so­ statt fer tað eisini at bøta munandi um sam­felags­ nyttuna av Sandoy­ar­ tunlinum. – Hetta var ein fígging­ ar­leistur, vit reistu á fundinum við lands­stýrið og eg haldi, at tað varð tikið væl ímóti tanka­num um ein slíkan fígging­ar­ leist, sigur Dennis Holm. Borgarstjórin í Vági sigur, at nú fara kommunurnar í Suður­ oy kanna hendan fígg­ ingar­leistin gjølligri, men hann heldur eisini, at serkunnleikin, eitt nú leiðsl­an í felagnum, sum ger Eysturoyartunnilin og Sandoy­artunnilin, verður tikin upp í arbeiðið. Og Hann sigur, at hetta er ein spurningur, tey fara at arbeiða við hesar næstu mánaðirnar. ALLIR UNDIR­SJÓVA­ TUNLARN­IR LEGGJAST SAMAN Í EITT FELAG SUÐUROYARTUNNIL Soleiðis verður tað nógv lættari at fíggja undirsjóvartunnil til Suðuroyar HEILT SKJÓTT Tað verður heilt skjótt at tað verður neyðugt at taka støðu til, hvussu ferðasambandi til Suðuroyar skal verða í framtíðini, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági Tí verður neyðugt at finna aðrar fíggjar­ hættir Vit eiga at hava eina sam­ halds­fasta skipan