Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. januar 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 9. januar 2019 · Nr. 3 TÍÐINDI Árni Gregersen Nýgj vælferðarlóg er á veg í tingi. Landsstýriskvinnan við almannamálum hev­ ur gjørt eitt uppskot, sum skal savna allar al­ man­naveitingar og evsta fíggjar­ligu ábyrgdina hjá teim­um, sum ikki klára seg sjálvi í samfelagnum. Ein partur av nýggju væl­ferðarlógin er, at royna at so fáir borgarar sum yvirhøvur møguligt, missa sambandið við arbeiðsmarknaðin. Ein nýggjur liður í hesum er ein áset­ing, sum heimilar við­líka­ halds­venjing til borgarar, sum orsakað av breki ella sjúku hava skert virkis­ føri, ið munandi víkir frá aldurssvarandi virkisføri og hevur týðandi ávirkan á sjálvhjálpni. Viðlíkahaldsvenjing sambært hesi áseting er málrættað venjing, sum skal forða fyri før­ leika­missi, og sum skal fast­halda ella betra um verandi førleika. Tað sum hendan viðlíka­halds­ venjing snýr seg um, er likamlig venj­ing, meðan onnur við­líka­halds­venj­ ing kemur undir aðrar partar í ógini. Hendan skipanin, sum er í nýggju lógini, er ætlað persónum, sum hava umfatandi opg var­ andi tørv og sum ikki fáa viðlíkahaldsvenjing í dag. Tey, sum eeru fevnd av nýggju ásetingini eru: • Seinheilaskaða, orsakað av vanlukku, apoplexi ella heilatumor • Kroniska sjúku, eitt nú Parkinson, Sclerosu, ALS ella giktasjúku • Hjartasjúku ella lungnasjúku • Mistan kropsligan førleika, vegna skaða og/ ella slit • Viðføddan heilaskaða, kropsligt og/ella kognitivt brek Viðlíkahaldsvenjing sam­ bært hesi áseting er ætlað persóni, sum er 18 ár ella eldri og undir fólka­pen­ sjóns­aldri. Persónur, sum er fólka­pensjónistur, fær ikki viðlíkahaldsvenjing sam­bært hesi lóg, men hevur sambært lóg um heima­tænastu, eldrarøkt v.m. møguleika fyri at fáa við­líkahaldsvenjing frá kommunu. Borgarar, sum fáa búpláss frá Al­manna­ verkinum, eru ikki fevnd­ir av ásetingini, tí viðlíkahaldsvenjing verð­ ur partur av grund­tæn­ astuni í bútilboðnum. Børn eru heldur ikki fevnd av ásetingini, tí hesi fáa viðlíkahaldsvenjing frá privatum veitarum við stuðli frá Heilsutrygd, og kunnu foreldur sam­ bært § 24 í hesi lóg fáa endurgoldið egin­ gjald­ið fyri viðgerð hjá ergoterapeuti ella fysio­ tera­peuti eftir nærri ásettum treytum. Ætlanin er, at við­ líka­haldsvenjingin er mál­rættað, soleiðis at við­kom­andi persónur kann klára seg sjálvur ella við minni hjálp frá almannaverkinum. Við øðrum orðum skal við­ kom­andi varð­veita til­ knýt­ið til arbeiðs­mark­ naðin. Støðan hjá borgarum, sum hava tørv á við­líka­ halds­venjing, er varandi, og tørvurin á við­líka­ halds­venjing verður aloftast eisini varandi. Hinvegin so kann støðan eisini broytast mun­andi, og tá er gott, at støðan hjá borgaranum verður tikin upp, millum annað fyri at fáa staðfest, um viðlíkahaldsvenjing fram­haldandi tænir sínum endamáli. Almannaverkið hevur skyldu til at taka nýgg­ja avgerð um við­líka­halds­ venjing, áðrenn játtan­ ar­skeiðið endar, fyri at fyribyrgja, at borg­ari stendur uttan til­boð, orsakað av langari svar­tíð. Nýggja vælferðarlógin hevur verið til hoyringar og almannaráðið hevur fingið nógvar við­merk­ ingar. Tær verða nú gjøgnum­ ging­nar og so verður lógin tillagað. Ætlan­ in er, at lógin um væl­ ferð, sum altso av­loys­ir forsorgarlógina og gomlu broytingnar og verður evsta lógin á hes­um øki, verður løgd fram, so skjótt tingið aftur kem­ur saman. Venjing tryggjar tilknýti til arbeiðsmarknaðin Nýggja vælferðarlógin ger nógv fyri at borgararnir varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin Almnannastovan fær eina heilt nýggja lóg at arbeiða eftir Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, hevur latið uppskotið gjørt og tað verður hon, sum leggur tað fram