Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-08, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. januar 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. januar 2019 · Nr. 3 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Vilmund Jacobsen Jólini eru løgd afturum, og tað merkir, at nógv inn­flutt granntrø hava staðið kring um í før­ oysk­um heimum sein­ astu tíðina. Tað er slett ikki óvan­ ligt, at okkurt livandi, sum ikki hoyrir heima í føroysku náttúruni, kann vera á innfluttu jóla­trøunum. Tað eru eisini tey, sum siga frá, tá tey finna onkur smákykt, og so­ leiðis veit heimasíðan – Jenskjeld@info – eina søgu at siga nú í byrjan­ ini av árinum. Fyrsta skráseting Á heimasíðuni undir ”smá­kykt og flogkykt” verður sagt, at tey hin 29. desember í fjør fingu eina fimm-og eina sjey­ plettu­na mariuhønu frá Guðrið Hentze á Hvíta­ nesi. - Haraftrat fingu vit eisini eina teku (Elas­mucha grisea) – á donskum rópt ”al­minde­ lig birketæge”, sum ikki er skrásett í Føroyum áð­ur. Á heimasíðuni hjá Jens-Kjeld Jensen verður sagt, at bæði mariu­høn­ur­ nar og tekan vórðu funn­ ar á innflutta jóla­træn­um hjá Guðrið Hentze. - Elasmucha gri­ sea  kann nørast í Før­ oy­um, tí hon livir norð­ ar­laga í Skandi­navia, legg­ur Jens-Kjeld Jensen aftrat. Ongantíð áður skrásett í Føroyum - Tekan, sum fyri fyrstu ferð er skrásett í Før­ oyum, kann nørast her, tí hon livir norðarlaga í Skandinavia, sigur Jens-Kjeld Jensen Vilmund Jacobsen Í ár byrjar toska­fiski­ skapurin á Flemish Kap hin 10. januar og tey fyrstu fýra frysti­línu­ skipini, Klakk­ur, Eivind, Kambur og Stapin, eru á veg yvir. Klakk­ur er komin longst á leiðini, og í gjár høvdu teir stívliga eitt samdøgur eftir at sigla. Tað merkir, at teir koma á fiskileið á Flemish Kap í dag. Frystilínuskipið Ågot, sum eisini plagar at søkja leiðirnar á Flemish Kap, er ikki farin yvir hagar, sum undanfarin ár. Teir fara fyrst undir Føroyar at fiska, her teir gjørdu ein góðan túr í endanum av farna ári. Ågot kemur seinni Hóast talan er um felags­ kvotu á Flemish Kap, hava teir, sum nú eru á veg yvir hagar, sagt, at teir fara ikki at fiska tann partin, sum Ågot plagar at fiska har yviri, og tí nýtast teir á Ågot ikki neyðturviliga at skunda sær so nógv. Formaðurin í Felagnum Línuskipum, Hálv­dan Gudmundsen, sum eisini er reiðari á Eivindi, váttar fyri Sosialinum, at hetta er ein innanhýsis avtala mill­um frystilínuskipini. - Men, hetta er sjálv­ sagt ikki nøkur endalig trygd hjá Ågot, tí ís­fiska­ línuskip eiga eisini lut í felagskvotuni, tó at tað er ivasamt, um nakað ís­ fiskalínuskip fyri yvir hagar í vetur. Hálvdan Gudmundsen vísir á, at teir, sum eiga frystilínuskipini, sum í løtuni eru á veg yvir á Flemish Kap, hava sagt, at teir fara at fiska, soleiðis sum teir hava gjørt hini árini. - Teir fara soleiðis at lata partin hjá Ågot liggja eftir, so Ågot hevur nakað at koma eftir seinni, sigur hann. Dýrt at frakta Formaðurin í Felagnum Línuskipum sigur, at tað eru nógvar útreiðslur knýtt­ar at royndini á Flemish Kap, og nú fiski­ skapurin undir Føroyum hevur roynst so væl – og januarmánaði helst skuldi verið uppaftur betri enn desember – skilir hann væl, at teir á Ågot hava hug at bíða nakað við Flemish Kap. - Tey fýra frysti­línu­ skip­ini, sum nú eru ávegis yvir á Flemish Kap, taka øll millum 70 og 100 tons meira enn Ågot, og tí kann tað skjótt gerast ivasamt, hvat í løtuni loysir seg best hjá teimum, sum eiga og reka Ågot. Hálvdan Gudmundsen sigur, at tað er rættiliga kostnaðarmikið at frak­ ta frysta fiskin heim til Føroya, og roknast kann við, at hvør lastin kost­ ar millum 500.000 og 600.000 krónur. Bedrøviligt Samlaða føroyska toska­ kvotan á Flemish Kap í ár er 3.911 tons, men her verða bara 2.635 tons latin línuskipunum at fiska. Tey eftirverandi 1.276 tons­ini skulu sambært lands­stýrismanninum í fiski­vinnumálum, Høgna Hoy­dal, seljast á uppboði. Her hevur verið bíðað eftir einari kunngerð sum eitt nú greinar, hvussu hesi tonsini skulu seljast, og hvør sleppur at keypa og fiska og soleiðis, sum Sosialurin skilir, fer Fiskivinnuráðið at við­ gera kunngerðina nú fríggja­dagin. - Eg fekk uppskotið til hesa kunngerð mána­ kvøld­ið, og mær dámar hana slett ikki. Lands­ stýris­maðurin ætlar, at talan verður um eina lukk­aða uppboðssølu av hes­um rættindum, har øll kun­nu bjóða, og har selt verður fyri hægsta boð. Formaðurin í Felag­ num Línuskipum vísir á, at einasta treyt er, at keypta kvotan á Flemish Kap verður veiddi við húki. - Tað verður lands­ stýris­maðurin, sum ger av, hvussu kvotan verður seld – um hon verður seld undir einum ella í pørt­ um. Hálvdan Gudmundsen heldur tað vera bedrøvi­ ligt, sum hann tekur til, at línuskipini skulu vera viðfarin soleiðis. - Nú vit skulu til at rinda aftur til kreditorar, sum hava hjálpt okkum í trongum tíðum, meðan vit bløddu, tekur lands­ stýris­maðurin og selur kvotuna á uppboði – og enntá á ein slíkan hátt, at alt verður eitt reint lottarí. Bankatrygd Formaðurin í Felagnum Línuskipum vísir á, at tey, sum fara at bjóða upp á hesi 1.276 tonsini, skulu frammanundan reisa bankatrygd fyri keyps­ upp­hæddini, og síðan skal gjaldast fyri keypta kvotu í seinasta lagi hin 31. desember 2019. - Vit hava fiskað á Flemish Kap seinastu vetr­arnar – eisini fyri at spara føroysku grunn­ ar­nar – og tað er harmi­ ligt, at línuflotin ikki skal fáa ein kjans at reisa seg aftur, nú útlit ann­ars vóru til tess, sigur Hálv­ dan Gudmundsen. Kunngerðin um sølu av Flemish Kap bedrøvilig - Eg fekk uppskotið kunngerð mánakvøldið, og mær dámar slett ikki uppskotið. Landsstýrismaðurin ætlar, at talan verður um eina lukkaða uppboðssølu av hesum rættindum, har øll kunnu bjóða, og har selt verður fyri hægsta boð, sigur formaðurin í Felagnum Línuskipum Jens-Kjeld Jensen, sum eisini eigur viðheftu mynd, sigur, at henda tekan (Elasmucha grisea) er ikki skrásett í Føroyum áður Frystilínuskipið Klakkur kemur á fiskileið á Flemish Kap í dag