týsdagur 25. januar 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 16 - 25. januar 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Niclas Johannesen
Yngd: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Mugu blása lív í
Norðurlendska samstarvið
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá góði
bróður okkara
HERMAN JACOBSEN
doyði og varð jarðaður.
Tøkk til tykkum, sum vóru um hann í sambýlinum
og á Landssjúkrahúsinum. Tøkk til Berg D. Joensen,
prest. Tøkk til tykkum sum vóru í kapellinum og
tykkum sum fylgdu. Tøkk til sangarar, berarar og
gravarar. Tøkk fyri blómur og kransar.
Eina serliga tøkk senda vit Asfríð og Kirstin.
Daniel Johan og Hilmar Jacobsen
Víkarbyrgi
Tøkk
– áðrenn tað brotnar av um tvøran
Mikukvøldið klokkan 19:30
skipar Norrønafelagið í Før-
oyum fyri almennum fyri-
lestri í Losjuni á Tinghús-
vegi 18 í Havn. Høgni Hoy-
dal, landsstýrismaður í norð-
urlandamálum, fer at halda
fyrilestur umnorrønt sam-
starv.
Norðurlandaráðið verður
ofta skírt ein »kaffiklubbur«,
har nógv verður tosað, men
lítið kemur á skaftið. Men
norðurlendskt samstarv hev-
ur ávirkan á nógv fleiri økj-
um, enn vit geva okkum far
um. Stórar broytingar eru tó
hendar og fara at henda í
norðurlendksum samstarvi.
Gongdin í ES, í Baltalondum
og Russlandi tykist at fáa alt
størri pláss í politiska huga-
num hjá teimum størru
Norðurlondunum.
Sam-
stundis eru tekin um, at Út-
norðursamstarvið millum Ís-
land, Grønland og Føroyar
veksur, og Norrønt Atlants-
samstarv, har Strandanoreg
samstarvar við londini í út-
norði, tykist eisini at styrkna.
Vandi er fyri at norður-
lendsk samstarv brotnar av
um tvøran, har ES-londini
draga ein veg, meðan út-
norðurlondini draga annan
veg. Tí er neyðugt at útnorð-
urlondini
geva
norður-
lendska samstarvinum eina
saltvatnsinnspræning, og har
eiga Føroyar at ganga á
odda. At Føroyar stevna móti
fullveldi fer eisini at geva
Føroyum møguleika fyri
sjálvstøðugum limaskapi í
Norðurlandaráðnum, og har-
við eisini nýggjari ábyrgd og
ávirkan.
Í fyrilestrinum greiðir
landsstýrismaðurin í norður-
landamálum frá søguligu
gongdini, og hvørji stig
verða tikin í landsstýrinum
til at styrkja samstarvið
frameftir og geva Føroyum
ein størri og sjálvstøðugan
leiklut í norðurlendskum
samstarvi.
Hvar bleiv breiða
semjan av
LÍKA síðani spurningurin um fullveldi kom
fram í dagsins ljós hevur løgmaður havt
eina greiða linju: hann hevur ikki viljað
úttalað seg konsekvent um málið men
hevur brúkt sera diplomatiskar vendingar.
Áðrenn Hvítbókin kom vísti løgmaður á,
at hann fór ikki at siga nakað um málið,
fyrr enn Hvítbókin fyrilá. Síðani kom Hvít-
bókin, men løgmaður var framvegis fá-
orðaður. Hann vísti til, at tað ráddi um ikki
at fastlæsa støðuna. Vending løgmans
„Breið semja“ gjørdist til eitt hugtak. Og
ein eigur kann eisini væl skilja løgmann,
at hann hevur roynt at vera varin í hesum
máli, tí tað er og verður hansara uppgáva
at fáa ymsu sjónarmiðini sjóvað saman.
Løgmaður hevur gjørt púra greitt, at hann
fer ikki til Danmarkar at samráðast, um
hann ikki frammanundan hevur fingið vátt-
an frá flokkunum á tingi um, at talan er
um eina breiða semju í málinum. Hetta
merkir í veruleikanum, at løgmaður í
hvussu er má hava Javnaðarflokkin við í
eina semju. Her hevur løgmaður fingið at
vita ferð eftir ferð frá formanni Javnað-
arfloksins, at ein breið semja má vera
innan fyri Ríkisfelagsskapin, nakað, sum
Tjóðveldisflokkurin ikki vil hoyra talan um.
SPURNINGUR okkara til løgmann er: hvar
bleiv tann breiða semjan av, sum m.a. tú
skuldi rudda slóð fyri? Eru royndirnar
miseydnaðar og er tað orsøkin til, at málið
nú verður latið upp í hendurnar á
Uttanlandsnevndini, har Tjóðveldisflokk-
urin eigur formannin? Um so er, at tað er
rætt, sum er komið fram, at uppskotið
landsstýrið fer í Uttanlandsnevndina við,
avmarkar seg til at vera upprunaliga
ætlanin hjá Tjóðveldisflokkinum, so má
sigast, at løgmaður hevur givið skarvin
yvir sum semingsmaður.
SPURNINGURIN í dag er kanska eisini
tann, hvussu landsstýrið - fyri at fáa eina
breiða semju - fær Javnaðarflokkin við.
Kann tað hugsast, at løgmaður hevur
innsæð, at tað er neyðugt at taka Javn-
aðarflokkin við í landsstýrið fyri har at
tvinga hann til at vera við til at taka eina
avgerð í hesum álvarsmáli. Og er tað so,
at ónøgdin við leiklutin hjá Sjálvstýris-
flokkinum í pensións- og sjúkrahúsmálin-
um er so stór, at løgmaður rætt og slætt
ger av at skifta út Sjálvstýrisflokkin við
Javnaðarflokkin? Rumbuli í hesum málum
hevur avgjørt skatt fullveldissakina. Men
kanska er upphavsmaðurin til hetta í veru-
leikanum fíggjarmálaráðharrin, sum vit
sínum stívrenda fíggjarpolitikki hevur rakt
við eitt sera eymt punkt hjá veljarunum.
Krevur at fáa
sannleikan fram
Jákup Mørkøre hevur sett løgmanni krav um kanna leiklutin hjá Almanna- og
Heilsumálastýrinum í sambandi við, at hann fyri viku síðani varð sagdur úr
starvi sum sjúkrahúsleiðari
JOHN JOHANNESSEN
– Við hesum fari eg at heita
á løgmann, um at veita mær
ta sømd at kanna leiklutin
hjá Almanna- og Heislu-
málastýrinum í málinum,
sum førdi til, at eg varð
sagdur úr starvi sum leiðari
av Landssjúkrahúsinum.
Fyrrverandi sjúkrahús-
leiðarin, Jákup Mørkøre,
sendi sunnudagin løgmanni
bræv, har hann krevur at fáa
málið um uppsøgnina av
sær kannað.
Jákup Mørkøre metir seg
nevniliga einki skeivt hava
gjørt í sambandi við spar-
ingarnar á Landssjúkrahús-
inum, og tí metir hann upp-
søgnina ógrundaða.
– Tann órættur, sum her
er gjørdur móti mær, verður
óivað skjótt gloymdur, men
fyri tey, sum kenna sann-
leikan í málinum, er hetta
við at máa støðið undan
trúgv teirra uppá, at rættvísi
valdar í føroysku umsiting-
ini.
– Eg havi ta tiltrúgv til
tygum, sum stjórnarleiðara,
at tygum vilja kanna málið,
sigur Jákup Mørkøre og vís-
ir á, at hann einki hevur at
missa við, at sannleikin
kemur fram allur sum hann
er, og tí hevur hann loyvt
sær at senda fjølmiðlunum
avrit av brævinum.
Jákup Mørkøre sigur mál-
ið um uppsøgn hansara vera
púra greitt fyri honum.
Hann vísir á, at hann setti
lønarsparingar í verk eftir
beinleiðis boðum úr Al-
manna- og Heilsumálastýr-
inum, og at Almanna- og
Heilsumálastýrið var í øll-
um smálutum vitandi um,
hvat skuldi fara fram, áðr-
enn nakað varð sett í verk.
Orsøkina til, at Jákup
Mørkøre nú heitir á løg-
mann um at kanna málið,
sigur hann vera, at løgmað-
ur undan uppsøgnini segði
við Internetsosialin, at mál-
ið um uppsagnirnar á
Landssjúkrahúsinum átti at
fáa avleiðingar fyri ráðharr-
an ella stovnsleiðaran.
– Við tað, at málið endaði
við at fáa avleiðingar fyri
meg, eri eg komin til ta nið-
urstøðu, at Almanna- og
Heilsumálastýrið ikki kann
hava greitt løgmanni frá,
hvussu leiklutur tess hevur
verið í hesum máli.
Við í brævinum til løg-
mans hevur Jákup Mørkøre
eisini sent frágreiðingina,
hann skrivaði um málið, eft-
ir at hava lisið samrøðuna
við løgmann í Internetsosi-
alinum sunnudagin áðrenn
uppsøgnina. í hesi frágreið-
ing greiðir Jákup Mørkøre
frá, at hann allatíðina hevur
kunnað aðalstjóran í Al-
manna- og Heilsumálastýr-
inum um avleiðingarnar,
sparingarnar á Landssjúkra-
húsinum fóru at hava við
sær.
Í frágreiðingini skrivar
Jákup Mørkøre eisini, at
hann fleiri ferðir bað um
fund við landsstýriskvinn-
una, so hon kundi verða
kunnað um málið, men fekk
at vita frá aðalstjóranum, at
landsstýriskvinnan var fult
kunnað um málið, og tískil
var ikki neyðugt við fundi
millum sjúkrahúsleiðaran
og landsstýriskvinnuna.
Landsstýriskvinnan í al-
manna- og heilsumálum
sigur tó, at hon aldri varð
kunnað um, at talan var um
27 uppsagnir á Lands-
sjúkrahúsinum.
Annars
hava hvørki Helena Dam á
Neystabø ella Høgni Joen-
sen higartil vilja gjørt aðrar
viðmerkingar til málið. Tey
hava nevniliga mett málið
sum eitt persónsmál.
Hvat nú hendir í málin-
um, eftir brævið frá Jákupi
Mørkøre til løgmans, er ilt
at siga, men greiðar ábend-
ingar eru um, at útmelding-
arnar hjá onkrum av pørt-
unum ikki eru sannar.
Tað eydnaðist tíverri ikki
at fáa fatur á løgmanni
áðrenn
blaðið
fór
til
prentingar.
Olofson flytir til Klaksvíkar
Peter O. K. Olofson er vælkomin í Christianskirkjuna at prædika, siga
sóknarprestarnir í Klaksvík
EYÐUN KLAKSTEIN
Umstríddi presturin, Peter
O. K. Olofson, flytir til
Klaksvíkar, tá hann fer úr
starvinum í Fuglafirði 1.
mars.
Og tað er einki í vegin
fyri, at hann kann prædika í
Christianskirkjuni,
siga
sóknarprestarnir í Klaksvík,
sum hava verið millum
stuðlarnar hjá Olofson í
kirkjustríðnum.
Peter O. K. Olofsson vátt-
ar fyri Sosialinum, at hann
flytir til Klaksvíkar 1. mars,
men hann veit lítið at siga
um, hvat hann fer at takast
við har.
– Orsøkin til at eg og fam-
iljan flyta til Klaksvíkar er,
at vit hava fingið eina íbúð
har. Eg dugi ikki at siga,
hvat eg fari at gera eftir 1.
mars, tí tað er eingin avgerð
tikin um tað, sigur Olofson.
– Eg eri trúgvandi fyri
tað, um eg flyti til Klaks-
víkar, men hvør mín leik-
lutur verður har, veit eg
einki um, sigur hann.
Hava tú og familjan um-
hugsað at flyta av landi-
num?
– Nei, tað hevur ongantíð
rættiliga verið uppi og vent.
Føroyar er eitt gott land at
búgva í.
Hurðarnar standa
opnar
Sóknarprestarnir í Klaksvík
bjóða Olofson at vera væl-
komnan til teirra presta-
gjald.
– Kirkjurnar í prestagjald-
inum eru opnar fyri Olof-
son, sigur Niels Pauli Dan-
ielsen, sóknarprestur.
Starvsfelagin hjá honum,
Hans Eiler Hammer, sigur
tað sama, og hann heldur
einki forða fyri, at Olofson
sleppur at prædika í Christ-
ianskirkjuni, um hann hevur
hug til tað.
– Olofsson hevur ikki
mist kragan, hann hevur
sjálvur sagt seg úr starv-
inum, og tí er einki í vegin
fyri, at hann kann prædika í
Klaksvík, siga sóknarprest-
arnir í Klaksvík.
– Olofson hevur nógvan
kunnleika og er trúgvur
ímóti Bíbliuni. Tað ivast vit
ikki í, at vit fara at njóta gott
av. Hann hevur nógva sálar-
røkt, eisini í norðoyggjum,
og eisini fólk úr øðrum sam-
komum leita sær sálarliga
hjálp hjá honum.
Sama leiklut
sum onnur
– Olofson fær sama leiklut,
sum onnur hava í Christ-
ianskirkjuni. Aðrir prestar
hava havt havt gudstænastu
í Klaksvík, og onkur lesa-
ndi eru eisini sloppin fram
at. Um hann hevur hug til
tað og brúk er fyri honum,
sleppur Olofson eisini at
hava gudstænastu, sigur
Hans Eiler Hammer, sókn-
arprestur.
Hann heldur eisini, at ein
møguleiki er, at lata Olof-
son hava onkra føstugud-
stænastu á smærru pláss-
unum í prestagjaldinum.
Niels Pauli Danielsen sig-
ur, at prestarnir í Klaksvík
sambært lóg um brúk av
kirkjunum kunnu avgera,
hvør kann sleppa at halda
gudstænastu í Christians-
kirkjuni.
– Vit hava als einki ímóti,
at Olofson kann sleppa fram
at, tá brúk er fyri honum,
eins og hann er vælkomin í
øðrum kirkjum og presta-
gjøldum í landinum við sín-
um greiða boðskapi og stóra
gudfrøðisliga kunnleika,
sigur hann.
Segði seg úr
stravinum
Orsøkin til, at Petur O. K.
Olofson segði seg úr starv-
inum í Fuglafirði, er at finna
í kirkjustríðnum, sum leik-
aði á í fjør.
Alt byrjaði við, at Olof-
son ikki vildi góðtaka, at
bispur loyvdi kvinnuligum
presti at prædika í kirkjuni
í Fuglafirði, meðan hann var
í aðrari kirkju í presta-
gjaldinum.
Eftir nógv samskifti mill-
um bisp og Olofson endaði
tað við, at Olofson kærdi
bisp fyri Kirkjumálaráðið.
Eftir hetta kom rættilig ferð
á hendingarnar, tí fleiri
prestar stuðlaðu Olofson í
hansara stríði við bisp, og
danska
Kirkjumálaráðið
fekk nógvar kærur úr Før-
oyum.
Eftir langa viðgerð vísti
Kirkjumálaráðið allar kær-
urnar frá sær, og hetta fekk
Olofson at siga seg úr starv-
inum. Tað hevði hann lovað
frammanundan.
Olofson
segði, at bispur loyvdi rang-
læru í kirkjuni, men tað vísti
bispur frá sær.
1. mars fer Olofson so úr
starvinum í Fuglafirði, og
tá leggur hann leiðina um
Lorvíksfjørð, til Klaksvíkar,
har hann fer at búseta seg.
Uttan P/F Vágatunnil - einki hol
- Tað er rætt og slætt ógjørligt at gjøgnumføra Vestmannasuund uttan P/F
Vágatunnilin, sigur Finnbogi Arge, landsstýrismaður
ÓLAVUR Í BEITI
Finnbogi Arge, samferðsl-
umálaráðharri, er púra sann-
førdur og avgørdur, at skulu
vit hava ein tunnil undir
Vestmannasundi er besta og
skjótasta loysnin, at eitt
partfelag tekur sær av ar-
beiðinum.
- Gamli mátin var at játta
so hvørt á fíggjarlógini, til
arbeiðið einaferð var liðugt,
men hesin mátin er ikki
nøktandi í dag. Skulu vit
hava eitt projekt í hesi
støddini so skjótt sum gjør-
ligt liðugt og stýra gongdini
neyvari ber ikki til við slík-
ari játtan, sigur samferðslu-
málaráðharrin við Internet-
Sosialin.
Og víðari sigur Finnbogi
Arge, at loft er sett á íløg-
urnar á fíggjarlógini soleið-
is, at løgtingið játtar ikki
meir enn 20 mió krónur ár-
liga, so skal hetta projektið
gjøgnumførast, má arbeiðið
fíggjast uttan um fíggjarlóg-
ina, og PF Vágatunnilin
taka sær av projektinum.
Samferðslu málaráðharr-
in leggur afturat, at tað ber
ikki til at skilja fíggjarliga
partin og ábyrgdina at. Tí
hevur PF Vágatunnilin und-
irskrivað avtalu við Lands-
verkfrøðingin, at hesin stov-
nur vegna PF Vágatunnilin
tekur sær av útbjóðingini av
vegagerðini til og frá tunn-
linum, skal hesin stovnur
eisini ansa eftir, at normar
og standardir, sum eru lýstir,
verða fylgdir.
- Og tað er heilt greitt, at
verður tað ikki PF Vága-
tunnilin, sum tekur sær av
arbeiðinum, ja so verður
eingin tunnil, sigur Finn-
bogi Arge, samferðsluráð-
harri avgjørdur.
Finnbogi Arge, lands-
stýrismaður í
samferðslumálum
Sosialurin - 311820
Vælkomin inn á gólvið