týsdagur 25. januar 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 16 - 25. januar 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 16 - 25. januar 2000
hann, tí hann fiskaði avbera
væl. Men í 1996 varð hann
umbygdur til rækjur, so øll
úgerðin er at kalla nýggj.
Nógv betri møguleikar
Nú hava so vágbingar keypt
hann fyri ímillum 50 og 60
milliónir.
Hann skal fiska fyri góðar
30 milliónir um árið fyri at
bera seg.
Men tað heldur Eli Fred-
eriksen, at góð útlit skuldi
verið til. Tí hann sigur, at
hesin báturin er væl størri
og betri útgjørdur enn gamli
South Island
Sostatt hava teir eisini
nógv betri møguleikar at
fiska við honum, enn teir
høvdu við tí gamla.
Tann nýggi South Island
er 60 metrar langur og hann
tekur næstan 500 tons, so
talan er um eitt heilt annað
skip.
Hann hevur trý spøl so
teir fáa trola við tveimum
trolum
– Alt hetta ger, at møgu-
leikarnir fyri einum góðum
rakstri eru nógv betri við
hesum bátinum, enn við tí
gamla, sigur reiðarin.
Hann sigur, at nú fáa teir
gjørt longri túrar, og hann
væntar eisini, at teir fara á
Flemmish Cap við hesum
nýggja bátinum.
Har hava føroyingar fel-
ags fiskidagar men við
gamla South Island gjørdu
teir bara nakrar fáar túrar á
Flemmish Cap.
Annars verður tað tann
vanligi fiskiskapurin við
Svalbarð. Men teir hava
onga kvotu undir Eystur-
grønlandi.
Teir verða einir 16-18
mans við tí nýggja skipin-
um. Við gamla South Island
vóru teir 14 mans. Teir, sum
vóru við gamla South Island
fylgja við umborð á tann
nýggja, og so skulu nakrir
við afturat.
So er bara at vóna, at
sama góða eydna, ið fylgdi
bátinum ímeðan hann var á
íslendskum hondum, eisini
fer at fylgja honum, nú hann
er kemur undir føroyskt
flagg.
South Island
Hetta er nýggi rækjutrolarin hjá vágbingum, og hann kemur higar seinni í hesi vikuni, ella fyrst í næstu viku. Hann er keyptur ístaðin fyri South Island.
Men við hesum bátinum hava vágbingar nógv betri møguleikar, tí hann tekur næstan tvær ferðir so nógv, og er hartil betri útgjørdur enn tann gamli
ÁKI BERTHOLDSEN
Beint fyri jól læt upp ein
nýggj matstova í Hvalba.
Tað eru systrarnar Olga
Thomsen og Hildigunn
Mortensen, sum hava latið
matstovuna Vesturskin upp
í hølunum, har Even Skaal-
um hevði bakarí inntil fyri
nøkrum árum síðani.
Har hava tey burgarar,
franskar hot-dog, pitabreyð
við fyllu, smurt breyð og
annað, sum er skjótt at gera.
Men tey hava eisini kaffi,
te og ymsar kakur omaná,
ella til tey, sum bara vilja
hava ein drekkamunn.
Men sum nakað nýtt eru
tær eisini farnar at koyra
mat heim til fólk, sum biðja
um tað, bæði heitar døg-
verðar, smurt breyð og kalt
borð, bæði til bólkar og til
einstaklingar.
Olga Thomsen sigur, at
tað ber nevniliga til at bí-
leggja døgverða, kalt borð,
ella, hvat tað skal vera og
fáa matin koyrdan til hús.
Men tað ber sjálvandi eis-
ini til at koma á matstov-
una at eta matin, sum er
bílagdur.
Tó er tað tað er neyðugt
at bíleggja dagin fyri, ella í
seinasta lagi um morgunin,
um tað skal gerast til um
kvøldið, fyri at tey skulu fáa
stundir at gera matin.
Men afturfyri kunnu fólk
so eisini næstan fáa, tað tey
vilja hava.
ÁKI BERTHOLDSEN
Navnframi íslendski trolar-
in „Bessi“ kemur nú undir
føroyskt flagg.
Tað eru vágbingar, sum
hava keypt trolarin at fiska
rækjur við.
Teir hava keypt hann í-
staðin fyri South Island,
sum varð seld einum ameri-
kanskum felag í heyst.
Tað var beint fyri jól, at
felagið P/F Klettur skrivaðu
undir sáttmála um at keypa
„Bessi“. Men áðrenn bátur-
in kundi yvirtakast skuldu
ymsar ábøtur skuldi gerast.
Tær ábøturnar eru nú um
at verða lidnar og væntandi
kemur báturin til Føroyar
seinast í hesi vikuni ella
fyrst í næstu viku
Fyrst verður farið til Vágs
at heilsa uppá vágbingar.
Men síðani skal hann aft-
ur á skipasmiðju, har ymsar
broytingar skulu gerast á
sjálvari verksmiðjuni.
Eli Frederiksen, reiðari,
væntar, at hann verður klár-
ur at fara til fiskiskap sein-
ast i februar.
Hesin nýggi báturin skal
eisini eita South Island, eins
og tann gamli gjørdi.
Navnframur trolari
„Bessi“ varð bygdur í 1989
og flestu sjómenn kenna
Nýggj matstova
latin upp í Hvalba
Nú ber til at biðja um mat og fáa hann koyrdan til hús
Men á matstovuni fáa tey
borðreitt fyri 40 fólkum og
tær hava eisini fyrispurn-
ingar um at halda smærri
veitslur í Vesturskin, eitt nú
føðingardag. Onkur veitsla
Góða byrjan
Olga Thomsen sigur, at tey
fingu hug at royna hetta, tí
frammanundan er ongin slík
matstova í Hvalba.
Og verður tosað um at
koyra lidnan mat út til fólk,
er hetta einasti møguleiki í
allari oynni, so vítt tær vita.
Tær hava nú havt opið ein
mánaða og tær lata væl at
byrjanini.
Tær fingu nógv at gera í
sambandi við jólaborðhald-
ini, tí tað vóru fleiri fyri-
tøkur og felagsskapir sum
bíløgdu heitan og kaldan
mat til jólaborðhald.
Tær hava eisini gjørt mat
og koyrt hann heim til fólk
í øðrum sambandi enn til
jólaborðhald.
hevur eisini longu verið har.
Vesturskin hevur opið frá
16-23 allar dagar.
–Stóri fyrimunurin við nýggju matstovuni er, at nú kunnu suðuroyingar bíleggja mat og
fáa hann koyrdan til hús, bæði bæði døgverða og annað. Her stendur annar av stigtakar-
unum, Hildigunn Mortensen, aftanfyri skivuna og gevur einum at keypa
Vágbingar fáa nú ein hin
kendasta trolara í Íslandi
Fyrsta dagin kemur nýggi rækjutrolarin hjá vágbingum. Hann er í sera góðum standi og tað eru
heilt aðrir møguleikar við honum, enn við tí bátinum, sum teir høvdu frammanundan
Vestureskin
Kend fólk lata
listaverk
Lions-Club, Klaksvík, skipar fyri áhugaverdum tiltaki,
har kendir persónar evna okkurt til, sum kann seljast á
uppboðssølu
DAGFINN OLSEN
Lions-Club í Klaksvík skip-
ar nú fyri forvitnisligum til-
taki.
Felagsskapurin
hevur
heitt á kendar persónar, um
at evna okkurt til. Tað kann
vera ein málningur, tekning
ella annað, ið fellur við-
komandi lætt.
Ætlanin er so, at lutirnir
skulu seljast á uppboðssølu
í vár og vinningurin verður
latin til vælgerandi enda-
mál.
Kendu persónarnir hava
fingið bræv frá Lions-Club
nú í januar. Síðani hava teir
einar 4 mánaðar at hugsa
seg um í. Tann 1. apríl er
freistin sett at lata lutirnar
inn til Lions-Club.
Dømd at sita fyri brot
ímóti børnum sínum
Lions-Club, Klaksvík,
heitir á kend fólk um at
evna okkurt til, sum kann
seljast á uppboðssølu
(Tilvildarlig mynd)
Føroya Rættur dømdi fríggjadagin tvey fólk tvey ára fongsulsrevsing fyri annað samband, enn samlegu, við børn
yngri enn 12 ár og eisini eru tey dømd fyri blóðskemd
DAGFINN OLSEN
Ein 40 ára gomul kvinna og
ein 32 ára gamal maður
vórðu fríggjadagin í Føroya
Rætti dømd tvey ára fongs-
ulsrevsing fyri at hava framt
brot ímóti børnum sínum.
Tey ákærdu og verjarnir
gjørdu av at skjóta málið
inn fyri Eystara Landsrætt.
Bæði viðvíkjandi revsingini
og skuldarspurninginum.
Dómurin er ein hin
harðasti í slíkum málum í
Føroyum. Rætturin gjørdi
eisini av, at tey skuldu vera
verðandi í varðhaldinum,
meðan Landsrætturin hevur
málið til viðgerðar.
Verjarnir mótmæltu hes-
um og skutu avgerðina inn
fyri Eystara Landsrætt, sum
kemur til Føroya um góðan
mánað.
Bæði fólkini hava verið í
varðhaldi, síðani november
1999.
Blóðskemd
Dómurin er ikki so harður,
sum hann kundi verið sam-
bært ákæruritinum. Hetta
kemst m.a. av, at maðurin
ikki er funnin sekur í at hava
havt samlegu við ein son
hjá kvinnuni. Hetta metir
Føroya Rættur ikki er
prógvað. Heldur ikki er
prógvað, at kvinnan skal
hava hótt dóttur sína við at
drepa hana, tá hon hevði
kynsligt samband við hana.
Sostatt vórðu maðurin og
kvinnan frídømd í hesum
báðum ákærum.
Men hinvegin, so eru tey
dømd fyri annað kynsligt
samband, enn samlegu, við
børn yngri enn 12 ár og fyri
blóðskemd.
Talan er um 4 børn, sum
øll eru avhoyrd. Umframt
eru 3 vitni avhoyrd.
Sjónband
Avhoyringarnar av tveim-
um av børnunum vóru
gjørdar
frammanundan
rættarfundinum, og vóru tær
so vístar á sjónbandi í rætt-
arhølunum.
Ákærarnir kravdu 3 ára
fongsulsrevsing. Verjarnir
kravdu frídøming, tí tey á-
kærdu noktaðu seg sekan í
ákærunum.
Ákærur og eisini dómurin
umfata kynsligt samband
við eina gentu og 3 drongir.
Kvinnan er dømd fyri at
hava havt kynsligt samband
við tveir dreingir, sín egna
son og sonin hjá manninum
og við dóttir sína.
Maðurin er dømdur fyri
brot ímóti øllum dreingju-
num. Sínum egna soni og
tveimum hjá kvinnuni.
Brotini ímóti børnunum
eru nógv í tali og eru framd
frá 1990 til 1999.
Ynsgta barnið var um 5
ára aldur, tá brot varð framt.
Endurgjald
Rætturin gjørdi av, at mað-
urin og kvinnan skulu
gjalda einum drongi 15.000
krónur í endurgjaldi og hin-
um báðum 30.000 krónur
hvør.
Umframt skal kvinnan
gjalda dóttur síni 30.000
krónur í endurgjaldi.
Umframt er sakarmáls-
kostnaður, 37.500 krónur og
50.000 krónur til verjar.
Kelda: Útvarp Føroya
Ein 40 ára
gomul
kvinna og
ein 32 ára
gamal
maður eru
dømd fyri
at hava
havt annað
samnd, enn
samlegu,
við børn
yngri enn
12 ár
Til leigu
Bygningurin
í Vágsbotni
THE HOUSE
OF LEI
er til leigu
við ella
uttan
handil um
hóskandi
boð fæst
Spf. Jensen • Tel. 31 47 40
Sosialurin - 311820