týsdagur 25. januar 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 16 - 25. januar 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 16 - 25. januar 2000
JÁKUP MØRK
Beint eftir klokkan trý
fríggjadagin, kundi Lindin
senda fyrstu tónarnar út í
luftina, og tá Jenis av Rana
eftir fyrsta lagið kundi tos-
að umvegis mikrofonina til
stóra lurtaraskaran, var
hetta av sonnum ein stór
løta fyri øll tey, sum vara at
støðini.
Preben Hansen, nevndar-
formaður í Lindini, sigur
við Sosialin, at teir longu í
1989 skrivaðu fyrsta bræv-
ið til Landsstýri, í royndini
at fáa monopolið á loftmið-
laøkinum avtikið.
Níggju ár og 364 dagar
seinni, kom nýggja loftmið-
lalógin í gildi, og fyrst í
-Hetta hava vit bíða eftir í meira enn tíggju ár, so sjálvsagt eru vit sera fegin
um, at støðin nú er vorðin veruleiki, sigur Preben Hansen, nevndarformaður
á nýggju útbarpststøðini, Lindin
So kom Lindin
november varð so byrjað at
savna inn pening til nýggju
støðina.
Víðka sendiøkið
Innsavnanin gekk væl, og
ikki gekk long tíð, áðrenn
tað gjørdist greitt, at støðin
veruliga fór at gerast veru-
leiki.
Nógvir smálutir af ym-
sum slag skuldu tó fáast
upp á pláss, áðrenn støðin
kundi fara undir fyrstu
sendingarnar. Sendiútgerð
skuldi keypast, høli gerast
klár o.s.fr.
Hetta arbeiði hevur alt
gingið í fínasta lag, og so-
statt kundu fyrstu ljóðini
verða varpað út fríggja-
dagin.
At byrjað við verður tað
so at siga bert meginøki,
sum fær gleði av nýggju
støðini, men á Lindini vóna
tey, at tey í framtíðini
kunnu røkka einum størri
lurtaraskara.
Longu nú eru innsavn-
ingar eisini byrjaðar í
Klaksvík og á Vágoynni, og
hetta eru tey sera takksom
fyri á Lindini. Hvussu
leingi tað tekur, áðrenn
støðin kann víðka um lurt-
araskaran visti Preben tó
ikki, tí hetta veldst alt um,
nær ráð eru at keypa út-
gerðina, sum skal til, fyri
at víðka um sendiøkið.
Sent verður soleiðis, at
signal verða send frá sjálv-
ari útvarpsstøðini, niðan til
sendaran hjá Rás Tórshavn,
haðani FM bylgjurnar síð-
ani verða varpaðar út við
einum 500 W sendara.
Orsakað av fjøllum v.m.,
er neyðugt at hava sonevnd
link (sendilið) á vegnum,
um so er, at varpast skal til
eitt nú Klaksvíkar. Kost-
naðurin fyri hvørt linkið er
einar 40.000 kr. og tískil
kann talan gerast um stórar
íløgur, um allar Føroyar
skulu røkkast.
Alt sjálvboðið
Merkisvert við støðini er,
at alt arbeiði viðv. sending-
um og øðrum er sjálvboðið
arbeiði.
Eingin á støðini fær løn
fyri sítt íkast, og hetta ger
eisini sítt til, at tað verður
lutfalsliga bíligt at reka
støðina, tó at íløgurnar
sjálvandi kunnu verða nak-
að tungar.
Í løtuni er øll skráin ikki
fastløgd, men nakrar send-
ingar eru tó komnar í eina
fasta legu, og alt í alt er
talan longu nú um eini 30-
40 fólk, sum eru knýtt at
støðini.
Sjálvar
sendingarnar
verða rættuliga fjølbroyttar,
og á skránni er millum
annað sjómansprát, barnað-
og ungdómsløta, bønartím-
ar og mangt annað.
Sosialurin ynskir nýggju
støðini at vera hjartaliga
væl komna, eins og vit yn-
skja tykkum góðan byrð
fram yvir.
Nevndin á nýggju støðini, Preben Hansen, formaður, Símun Hansen, Jenis av Rana og
Dánjal á Dul Jacobsen
Mynd: Jens Kr. Vang
Búmerkið hjá nýggju støðini
Mynd: Jens Kr. Vang
JÁKUP MØRK
Ein teirra, sum var hjá-
stødd, tá Lindin fyri fyrstu
ferð sendi FM bylgjurnar
út á 101,0, var amerikan-
ska Kimberly Asther.
Í hálvt fjórða ár, hevur
hon nú búleikast í Íslandi,
har hon seinastu tíðina
hevur knýtt at Íslendsku
»Lindini«, og var tað í
hesum sambandi, at hon
nú var komin til Føroya.
Tað er jú altið soleiðis,
at tað er ein góð hjálp, um
fólk við royndum innan
økið eru við í einum ar-
beiði. Kimberly hevur tí
verið í Føroyum megin-
partin av desember mán-
aði, og eftir at hon hon
hevði verið heima og
hildið jól, hevur nú verið
við í fyrireikingunum
seinastu 10 dagarnar.
Lítið er at ivast í, at
royndir hennara eru kom-
nar sera væl við hjá fyri-
støðufólkunum, og sjálv
nevnir Kimberly teldu-
skipanina, sum eitt av
teimum økjum, har hon
kundi geva sítt íkast. Tal-
an er um somu telduskipan,
sum tey nýta í Íslandi, og
hevur hon sostatt greitt frá,
hvussu henda riggar.
Spennandi
Sjálv sigur Kimberly, at
hon heldur vera eitt sera á-
Gleðiligt
Á móttøkuni fríggjadagin vóru nógvir ymsir gestir, og ein
teirra var amerikanska Kimberly Asther
hugavert og spennandi til-
tak, og ikki minst er tað
gleðiligt, at støðin nu er
vorðin veruleiki. Serliga
tí tað í so nógv ár hevur
verið arbeitt fyri hesum
endamáli.
Kimberly Asther er sera fegin um, at føroyingar nú
hava fingið henda møguleika á loftmiðlaøkinum
Mynd: Jens Kr. Vang
JÁKUP MØRK
Verturin til barnaløturnar er
longu funnin, og verður
hetta Lív Jacobsen, sum so-
statt verður at hoyra hvønn
dag um hálvgum fýra tíð-
ina, eins og sendingin verð-
ur endursend á kvøldi.
Von at fáast við børn
Lív er sjálvsagt spent, nú
hon skal royna seg sum út-
varpsvertur, men kortini
sigur hon seg ikki vera
bangna fyri at taka hesa
uppgávu á seg.
Í fleiri ár hevur hon fing-
ist við børnum, so fyri hana
er tað sum so ikki nakað
nýtt í hesum, tó at hon gleð-
ir seg rættuliga nógv til at
fara undir hesar sendingar.
Um innihaldið í send-
ingunum sigur hon, at har
verður eitt sindur av hvør-
jum.
Vit fara at hoyra søgur úr
barnabíbliuni, eins og barn-
aløg og minnisvers av ym-
sum slag verða at hoyra.
Eisini fara vit at bijða undir
hesum sendingum, soleiðis
at børnini á tann hátt kunnu
læra at biðja.
Lív kundi eisini avdúka,
at tey í barnaløtuni vænt-
andi fóru at fáa vitjan av
eini kettu, og at talan ikki
fór at verða um nakra van-
liga kettu. Kettan, sum
verður at hoyra í Lindini,
Eisini til børn
Í gjár, mánadagin, varð av álvara farið undir at senda
eftir eini fastari skrá, og ein av tættunum í hesi er
barnaløtan.
dugir nevnliga at tosa, um-
framt at hon hevur ljós á
halanum.
Meira vildi Lív ikki siga
um hesa kettuna, men
spennandi ljóðar tað í øllum
førum.
Verturin í barnaløtuni eitur Lív Jacobsen
Mynd: Jens Kr. Vang
HØGNI MOHR
Tað melur runt hjá súkklu-
smiðinum
í
Kollafirði.
Tróndur Simonsen, og kon-
an Una, ið stendur við róðri
í sjálvum handlinum í dag,
lata væl at hóast árstíðina.
Tað er ein óreingiligur
veruleiki, at lítið verður
súkklað á vetri. Er kuldi og
kavi, ja so verður als ikki
farið út á tveimum hjólum.
Men allur bati bøtir, og
veðrið ber ikki til at broyta.
Hóast Tróndur og Una
traðka sínar barnaskógvar á
súkkluøkinum, nú handilin
bert hevur verið opin nakrar
mánaðar, ætla tey sær at
broyta hendan áður so
óreingiliga veruleika. Tey
selja hópin av píkadekkum
til súkklur.
Fólk fregnast
Enn ber bert til at fáa sær
píkar, hevur tú vanliga
vaksnamannasúkklu við 26
tumma dekkum. Dekkini
eru framleidd í Finnlandi og
fyri 500 krónur ber til at
skøða seg bæði aftan og
framman. Sambært Tróndi
fær hann lítlan vinning burt-
ur úr hesum serligu dekk-
um.
- Eg ætli mær bert at gera
vart við, at tað er ein góður
súkkluhandil í Kollafirði,
sigur hann. Og sambært
konuni eru tey mong, ið seta
seg í samband við Súkklu-
handilin í hesum døgum.
Fólk ringja úr Vágunum, av
Strondum og aðrastaðni við.
Flestu teirra til tess at fregn-
ast um píkadekkini.
Heilársdekk við píkum
Píkatíðin er millum 16. ok-
tober og 1. mai, men Trónd-
ur veit ikki at siga, um hon
eisini er galdandi fyri súkkl-
ur.
- Men er hon tað, so er
tað burturvið. Tað skulu
fleiri hundrað súkklur til at
slíta vegin eins nógv og eitt-
ans bilhjól, sigur Tróndur.
Píkadekk til súkklur
Í Súkkluhandlinum í Kollafirði ber av álvara til at skøða seg til veturin, ætlar tú tær út at súkkla á gleri og í kava.
Hvørt píkadekki kostar 250 krónur.
Hóast Una Simonsen, súkklusmiðukona, her spælir Michelin-kona, eru píkadekkini í Kollafirði ikki fronsk, sum kendi dekk-framleiðarin. Hesi
súkkludekkini eru gjørd í Finnlandi
Mynd: Jens Kristian Vang
Vit ringdu til Tormóð
Mouritsen, varastøðleiðari á
løgreglustøðini í Havn, at
spyrja okkum fyri:
- Ja, halló, er tað Tor-
móður?
- Ja...
- Góðan dag. Hetta er
Sosialurin. Tú, kanst tú siga
okkum, hvørji akfør, lógin
um nýtslu av píkadekkum,
umfatar?
- Hvørji akfør? Øll akfør!
- Eisini súkklur?
- Nei, nei, nei, vælsign-
aður, ikki súkklur. Og held-
ur ikki prutl og motorsúkkl-
ur, segði Tormóður m.a.
Niðurstøðan er sostatt, at
píkadekkini hjá Súkklu-
handlinumí Kollafirði eisini
eru heilársdekk. Og tey eru
sambært Tróndi Simonsen
góð í øllum hálum um-
hvørvi, ikki einans ísi og
kava.
Umframt hjólhestar, skøddir við summar- ella píkadekkum, selur súkkluhandilin bæði
kaffi, keks og el- og gávulutir
Mynd: Jens Kristian Vang
Sosialurin - 311820
KLÆDNABÚÐIN
Skálavík • Tel. 36 11 34
Vestmanna • Tel. 42 44 07 &
Komið og gerið kvettið
ÚTSØLU
ENDABRESTUR
ÚTSØLU
ENDABRESTUR
ØLL ÚTSØLUVØRAN NÚ FYRI
1/2 PRÍS AV ÚTSØLUPRÍSINUM
Til 1/3-2000 verður latið upp kl. 13.00